Seinnapartin í gjár legði nýggjasta og snotiligasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum - Christian í Grótinum - at í Norðhavnini. Nógv fólk vóru møtt til hátíðarløtuna, og flestu teirra nýttu eisini høvi at vitja umborð.
Tað var Jan Petersen, stjóri, sum bjóðaði vælkomin, og Kristian Martin Rasmussen segði eisini nøkur orð. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, helt eina røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.
Borgarstjórin vísti á, at hetta er ein stórur og søguligur dagur í Klaksvík og Norðoyggjum, og hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar.
- Eg eri heilt bergtikin, og eg fái eina kenslu av vón og bjartari framtíð, tí hetta er eitt skip, sum fer at framtíðartryggja samtakið, Christian í Grótinum, nógv ár fram.
Karl Johansen helt, at nýggi og stásiligi nýbygningurin er eitt fantastiskt bragd, sum hann tók til, og hann segði seg gleðast saman við eigarum og manning.
- Eg haldi, vit øll kunnu vera samd um, at hetta er søgan um eina fyritøku, sum hevur havt viðgongd og mótgongd, men sum kortini hevur megnað at yvirlivað og ment seg tvørtur um ættarlið.
Christian í Grótinum er ein sólskinssøga.
- At eg skuldi fáa høvi at taka ímóti einum so stórbærum skipi, sum abbasynirnir hjá Palla hjá Marionnu hava staðið á odda fyri - ja, tað var ikki í mínum villastu tonkum, tá Palli og eg í 1974 svøvnrúsutir fóru mangar útróðrartúrar.
##med2##
Borgarstjórin greiddi í røðu síni frá, at hann og Palli høvdu eitt sera gott forhold, sum hann tók til.
- Eg minnist serliga væl aftur á várið í 1974, tá vit klokkan 02 á nátt vanliga fóru við snellu. Tá var eg 19 ára gamal og júst blivin pápi at elstu dóttir okkara, Anniku. Arbeiðsdagarnir vóru langir, og vit tørnaðu ofta ikki inn aftur fyrr enn klokkan 20-21 á kvøldi.
Karl Johansen helt fyri, at hetta tíðarskeiðið í 1974 avgjørt ikki kann samanberast við arbeiðsumstøðurnar í dag.
Øll røðan hjá borgarstjóranum kann lesast um heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo.
- Vegna Klaksvíkar býráð vil eg ynskja felagnum hjá Christiani í Grótinum hjartaliga tillukku, og at Harrin má fylgja felag, skipi og manning og øllum teirra avvarðandi, so hetta kann verða til signing fyri alt Føroya land, segði borgarstjórin.