- Nei, vit hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum, sigur Karl Mikkelsen í Gásadali.

- Múlafossur var einki serstakt tá eg var ungur

- Eg hevði ongantíð droymt um, at Múlafossur fór at gerast so kendur og so nógv avmyndaður, sigur 79 ára gamli gásadalsmaðurin, Karl Mikkelsen.

 

- Nei, vit hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum, sigur Karl Mikkelsen í Gásadali.

Tá 79 ára gamli, Karl Mikkelsen í Gásadali, gekk í barnaskúla, vóru tey eini 14 skúlabørn, og ein av lærarunum hesi árini var Jeffri Henriksen, sum ferðaðist millum Gásadal og Bø at undirvísa, eina viku í hvørjum staði.

 

- Pápi Jeffri var úr Gásadali, og mamman var úr Sørvági. Tá eg minnist, búðu stívliga 60 fólk í bygdini, sigur Karl, sum blaðungur fór til Grønlands at rógva út. Hetta gjørdi hann trý tey fyrstu árini av sínum arbeiðslívi.

Fyri unglingin úr Gásadali, var grønlandsútróðurin lívsins skúli, sum vit plaga at taka til. Teir fóru til Grønlands í mai og komu heimaftur, tá oktober nærkaðist. Teir búðu í Ravnoynni og fiskaðu við snellu í opnum føroyskum bátum.

 

Fiskurin varð lagdur upp í Ravnoynni, og síðan kom ein dampari eftir fiskinum. 

 

- Hetta vóru langir dagar við snelluna, tí tað var summar, og dagurin var langur. Tá dampari kom eftir fiskinum, koyrdu vit fiskin umborð sjálvir. Hesi árini gav grønlandsútróðurin ikki teir nógvu pengarnar. 

 

Hann vísir á, at tað var ikki so nógvur fiskur at fáa, sum tað onkuntíð hevur verið í Grønlandi og prísurin, teir fingu fyri fiskin, var heldur ikki nakað av reypa av.

 

Hóast fólkatalið í Gásadali er fáment, er onkur familja við børnum flutt til bygdina seinnu árini, og sjálvur er Karl Mikkelsen so heppin, at hann nú eigur eitt abbabarn í bygdini. Ein onnur familja við børnum býr eisini í Gásadali.

 

##med2##

 

Karl væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út. Nú eru nøkur yngri fólk og børn aftur í bygdini, og alt ger mun, har lítið fólkagrundarlag er frammanundan.

Hann vísir á, at tað kemur ein øgilig rúgva at fólki til Gásadals í summarhálvuni. Spurdur, hvat Múlafossur segði honum, tá hann var ungur og vaks upp í Gásadali, sigur hann soleiðis:

- Nei, vit hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum.

Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini eru gingin, tí nú sæst hann avmyndaður úr øllum sjónarhornum og í øllum hugsandi ljósi og veðri.

- Jú, her er vakurt í Gásadali, og tað hevur tað altíð verið, men satt at siga, eru tað onnur enn vit, sum búgva her, sum fyrst løgdu til merkis vakurleikan við Múlafossi og umhvørvinum kring fossin, ásannar 79 ára gamli, Karl Mikkelsen.

 

- Nei, vit hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum, sigur Karl Mikkelsen í Gásadali.

Karl Mikkelsen fór ungur til Grønlands at rógva út. Mynd: Álvur Haraldsen.