Fyri stuttum fekk Norðurlandahúsið nýggjan stjóra. Og nú hevur stýrið fyri húsið eisini fingið nýggjan formann.
Hesi seinastu árini hevur danin Helvin Høst verið formaður, men varð nú avloystur av Lars Hjaltén úr Svøríki. Hann er tó ikki ókendur við arbeiðið, tí hann sat í stýrinum frammanundan.
Ein tann seinasta uppgávan hjá Helvin Høst var at avdúka ein málning av Erlendi Patursson, sum stríddist manniliga fyri at fáa føroyingum eitt slíkt mentanarhús.
Lars er fult greiður yvir tann týdning, sum Norðurlandahúsið hevur havt, og kemur at hava í framtíðini fyri føroyingar.
-Eg haldi, at Norðurlandahúsið hevur virkað væl síðani tað kom.
-Og í dag kann ein siga, at Norðurlandahúsið ikki einans er ein mentanardepil í Havn, men eisini er ein mentanardepil fyri allar Føroyar, sigur Lars Hjaltén í stuttum viðtali.
Báðar vegir
Norðurlandahúsið hevur nú meiri enn 20 ár á baki, og hevur veruliga prógvað at tað var ein heppin avgerð at tað varð bygt í Havn.
Arbeitt hevur allatíðina verið fyri at geva føroyingum innlit í norðurlendska mentan, og at virka soleiðis fyri, at føroysk mentan eisini gjørdist kend í hinum Norðurlondum.
- Eg haldi, at hetta arbeiðið hevur eydnast sera væl. Og eg vóni, at tað eisini fer at verða soleiðis í framtíðini, sigur Lars Hjaltén við Sosialin, beint áðrenn hann skuldi fara við flogfarinum til Danmarkar fyrrapartin ígjár.
Hann er ættaður úr Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa fram svenska mentan í Føroyum. Og øvugt!
- Eitt stórt arbeiði hevur verið gjørt, til tess at fáa allar føroyingar at kenna Norðurlandahúsið sum sítt. Og tað arbeiðið haldi eg hevur eydnast sera væl higartil, sigur Lars Hjaltén.
Eitt annað arbeiðið hjá stýrinum fyri húsið verður at virka soleiðis fyri, at tann nýggi stjórin, Niels Halm so skjótt sum tilber kann koma inn í øll viðurskifti í húsinum.
-Vit gleða okkum sera nógv til samstarvið við hann, sigur Lars.
Siga frá søgum í Føroyum
Eitt av málunum á stýrisfundinum í Norðurlandahúsinum í farnu viku var ein spennandi ætlan, sum verður í Føroyum í næstum.
Hetta er ein ætlan, sum upprunaliga er sett í verk av ST-stovninum UNESCO. Sum ein part av víttfevnda arbeiði sínum arbeiðir stovnurin eisini við at menna kynstrið at siga frá søgum.
-Hetta er nakað sum er horvið í mongum londum, men hetta finst enn her í Føroyum. Tað mugu gera alt fyri at varðveita her, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Ætlanin er her at fara inn í eitt samstarv við m.a. Rithøvundafelagið og Grímu um at skipa fyri hesum tiltakinum, sum kallast "World Storytelling" og sum verður fyriskipað í næsta mánaði.
Ætlanin er at fáa søgufróð fólk úr Danmark at koma hendavegin í sambandi tiltakið. Hesi kunnu so saman við fróðarfólki her, tosa saman um, hvussu vit kunnu varðveita hetta serstaka kynstrið í framtíðini.










