Oljufeløgini eru sera misnøgd í dag, eftir at Kappingareftirlitð hevur almannakunngjørt eina frágreiðing, ið staðfestir at føroysku oljufeløgini hava økt um teirra vinning frá gass- og oljusøluni.
Bæði Effo og Magn hava sent fjølmiðlunum tíðindaskriv har tey finnast at kanningini. Hendrik Egholm, stjóri í Magn, kallar niðurstøðurnar í kanningini skeivar.
- Magn er sera ónøgt við kanningina av prísunum hjá føroysku oljufeløgunum, sum Kappingareftirlitið júst hevur almannakunngjørt. Kanningin er fakliga illa frágingin og niðurstøðurnar beinleiðis skeivar, sigur Hendrik Egholm, stjóri í Magn í tíðindaskrivi í dag.
Stjórin afturvísir, at føroysku oljufeløgini taka ov nógv fyri teirra vøru, og vísir á, at tey eru kappingarfør við donsku oljufeløgini.
- Sanna myndin er, at vit væl og virðiliga eru kappingarfør, og tað kunnu vit skjalprógva. Føroyska gassoljan er nógv bíligari enn tann danska, og samanlagt er alt oljubrennievni bíligari í Føroyum enn í Danmark – eisini tá tølini eru reinsað fyri skattir og avgjøld. Hetta staðfesti Kappingareftirlitið sjálvt í kanning frá 2013. Oljan er helst einasta týdningarmikla vøra hjá føroyingum, sum samanlagt er bíligari í Føroyum enn í Danmark, sigur Hendrik Egholm.
Til ber at lesa alt aftursvarið við at trýsta á her.