- Nærmast ein deyðadómur at tosa ímóti javnstøðureglum

Javnstøðustríðið er farið ov langt, sigur svenskur granskari, sum hevur skapt yvirskriftir kring knøttin

At ein pensumlisti í stjórnmálafrøði á einum svenskum universiteti skuldi skapa yvirskriftir kring knøttin, er ivaleyst nakað óvæntað. Men tað er júst tað, sum hent er, seinastu dagarnar. Tað er vælkent, at í Svøríki fylla kynskvotur nógv, ikki einans í samfelagnum, men eisini innan granskingarheimin. Tað hevur víst seg at vera ein stórur trupulleiki fyri svenska lektorin Erik Ringmar. Hann undirvísir í politiskari søgu á universitetinum í Lund. Eitt av hansara skeiðum eitur ”Nýmótans samfelagið og tess kritikarar” - sum snýr seg millum annað um høgravendan hugburð í byrjanini av 1900 talinum, har skjøl frá síðst í 1800 talinum og fyrst í 1900 talinum eru partar av pensum.

 

 

Men tað vóru ikki nógvar kvinnur, sum tosaðu um fasismu fyri yvir 100 árum síðani. Hetta vísti seg at verða ein trupulleiki, fyri Erik Ringmar starvast á einum universiteti, sum hevur sum meginreglu um, at minst 40% av keldunum á pensumlistanum skulu verða kvinnur. Tað eydnaðist tó ikki hjá Erik Ringmar at koma upp á nøktandi prosentalið. Hann sigur við svenska Science Report, at hann leitaði eftir kvinnuligum keldum og kundi at enda einans telja upp í 15% - also langt frá reglunum um 40%. Hetta gav honum trupulleikar við nevndini, sum skal góðkenna lesitilfar til skeið.

Í nevndini er eitt nú Pernilla West, næmingaumboð, sum eisini er í býráðnum í Lund fyri flokkin ”feminitisk intiativ”. Hon var alt annað enn nøgd við pensumlistan. Tað elvdi til, at nevndin sjálv legði aftrat pensumlistanum við tilfari, sum ein kvinnuligir granskari hevur skrivað, uttan at spyrja undirvísaran eftir.

Hetta elvdi so víðari til, at Erik Ringmar alment á einum bloggi skrivaði, at eingin kann tvinga hann at undirvísa úr tilfari, um hann ikki vil tað.

 

 

 

 

Forfylgdur av næmingunum

Síðani hevur Erik Ringman sagt alment, at hann hevur upplivað at blíva forfylgdur og møta ágangi frá næmingum. Longu fyrsta undirvísingartíman í oktober møtti Ringman nøkrum ógvuliga atfinningarsomum næmingum.

 

 

 

- Eg gjørdist sera kløkkur, sigur hann við Science Report. Tað vísti seg seinni, at longu eftir fyrsta tíman varð hann klagaður, tí hann ikki helt seg til kvotuna um 40% av pensumlistanum skal vera frá kvinnum.

 

- Eg havi starvast í Kina í 7 ár og fekk mína útbúgving í USA, og eg skilji als ikki tað gongur soleiðis fyri seg i Svøríki. Men nú veit eg, at ein má gera, sum nevndirnar siga. Eg helt annars endamálið við at undirvísa á universitetum var, at ein kundi velja tilfar út frá sínari bestu vitan og royndum, sigur Erik Ringmar við Science Report.

 

 

 

Hann sigur víðari, at støðan er eitt dømi um, at skipanin ger seg inn á hansara granskingarfrælsi. Hann er eisini møttur við einari fordøming av sínum lærarum, hóast nakrir privat senda honum stuðlandi boð.

 

 

- Eg kann ikki góðtaka at vera lagdur undir at vera antifeminist, og blíva happaður og forfylgdur av teimum lesandi. Eg eri fyri javnstøðu, men eisini fyri mínum frælsi sum granskari, sigur hann við Science Report.

 

 

 

 

- Javnstøðuspurningurin er farin for langt. Tað skal býtast javnt millum kynini á øllum økjum og upp á allar mátar, tí annars koma granskingarpengarnir ikki. Eg havi arbeitt í mong ár í útlandinum, og nú fari eg aftur. Tað er nærmast ein deyðadómur at tosa ímóti hesum tingunum, sigur Erik Ringmar.