tordi kortini at fara í gongd. Vit báðir vóru í somu støðu, tí vit bara ynsktu at sleppa í gongd, greiðir Evald íðin frá. Evald slapp á eitt skeið fyri íverksetarar, og her kom hann í samband við onnur fólk [...] fíggingarstovnin og fekk ikki óvæntað játtan til at fara í gongd. - Pápi mín heitti kortini á meg um at bíða eitt sindur, men nú var tíðin so búgvin. - Í dag kann eg bara staðfesta at ætlanin hevur verið sera [...] sigur hann við einum brosi. Evald gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Klaksík, hóast hugurin helst er meiri yvir í nýggjar ætlanir sum íverksetari. Spennandi verður at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða
ætlar Ólavur í Beiti ikki at gevast á hondum. ? Tað verður hetta, sum skriving mín í høvuðsheitum fer at snúgva seg um í framtíðini. At vinna pápunum størri rættindi. Í løtuni er tað sum í teimum muhamedansku [...] eiðasør, tá tað kemur til tann menniskjaliga partin. Síðan 11. februar í ár havi eg spurt Barnaverndina í Havn, hvussu leingi dóttur mín skal verða á Barnaheiminum, men teir hava ikki hirt at svara mínum brøvum [...] tí, so hendir tað ikki í Føroyum. Ólavur í Beiti er skrivandi maður og hevur, sum slíkur, roynt at gera vart við umstøðurnar hjá pápunum, men tað er sera stríggið at fáa eitt kjak í gongd, tí eingin ´makar
spælt hondbólt, áðrenn tú komst til Kyndil. Tíðin í hondbóltinum var ein ógloymandi tíð, har vit spældu saman í nógv ár, men eisini komu at sita í nevnd saman í mong ár. Vit hava fylgst øll árini, og eg kann [...] best mitt í arbeiði, og tað kundi ikki gerast ov rokaligt fyri teg. Sum fleiri aðrar bygdagentur byrjaði títt arbeiðslív í Havn á Sjómansheiminum, og restin er søga, tí tú vart verandi í Havnini. Í mong ár [...] maganum, men at tað helst fór at ganga í seg sjálvan. Tú gramdi teg ikki, tí tað lá slett ikki til tín at gera tað. Tá eg so kom á niður sjúklingahotellið í januar í 2022, hvakk eg við, tá ið eg sá teg sita
hon fer neyvan at tíma hatta í longdini. Kvinnur í dag velja mann við hjartanum og ikki við búkinum. Her meini eg, at flestar kvinnur kunnu forsyrgja sær sjálvum og hava í so máta ikki lívsneyðugan tørv [...] Daman sigur við teg, at hon saknar romantikk. Eg ivist í, um tú veruliga hoyrir (ella skilir) tað, sum hon sigur. Sum kunnugt eru vit konufólk ekspertar í at siga eitt og meina alt møguligt annað eisini. Vit [...] burtur frá tær í allan dag. Eg havi longst so illa eftir tær, tí eg elski at vera saman við tær og at vit bæði hugna okkum saman. Eg veit ikki, um tú eisini hevur longst eftir mær, ella um tú í heila tikið
hjarta. Eisini vil eg takka Gudi fyri, at eg slapp at hava teg í 28 ár, hóast eg so fegin vildi havt teg longur. Í skrivandi løtu siti eg í kamarinum hjá mær umborð og royni at skrivi nøkur orð. Tað fer [...] segði; »Kanska eg ikki var ein so góður pápi, men eg eri ein óluksáliga góður abbi« Og ja, tað var tú so heilt sikkurt, tann besti abbin, ein kundi ynskja sær, eingin ivi í tí. Altíð vart tú har fyri meg óansæð [...] ferð, síðan eg fór fyrsta túrin til skips fyri 13 árum síðani. Tú hjálpti mær altíð at bera í land. Eg minnist sum í gjár, at tú fylgdi mær fyrsta túrin til skips. Minnist at tú hevði hug at reypa eitt sindur
ommuson. Ása er gift og býr í Danmark. Ása er fødd í 1934. Tvey systkin vóru tey, eldri bróðurin, ið búði á Tvøroyri, doyði í fjør. Sum at eiga barn Vit hitta Ásu hjá skyldfólki í Sandvík. Og skilligt er, [...] bøkur, ikki altíð vóru høgt í metum tá í tíðini, tí tá kravdist, at øll tóku lut í arbeiði, so stundir vóru ikki til annað fjas, um ein skuldi lívbjarga sær. Og Ása er eitt sindur í iva, nú hon skal svara hesum [...] til Havnar, sigur Ása. Í iva á Vaglinum Og Ása ásannar, at tað er við blandaðum kenslum, hon nú sær og tekur lut í hátíðarhaldinum á 100 ára degnum. - Eg var í iva, tá eg stóð í Havn við tunga pakkanum
16 miðvingar við. Bert í Miðvági sótu 8 einkjur við 32 børnum, í Vestmanna ein við seks børnum, í Vági ein við sjey børnum og í Havn ein við fýra børnum. Í Dimmalætting stóð fyrst í 1943 henda yrking, sum [...] FF-blaðiði í sínari tíð og eisini til mína skriving í Sosialinum. Nakað av hesum greiddi Sverri eisini frá í áhugaverdari samrøðu við Jógvan Arge fyri kortum. Næstyngstur av 12 systkjum Sverri hevur í FF-blaðnum [...] deyð. Mamma mín, Rachel Mortensen, f. Jacobsen, var dóttir Niels Jacobsen úr Leynum. Mamma var sostatt langabbadóttir kenda prestin Niels Lassen Holm og Maren Høye frá Skyum í Danmark. Pápi mín var Mortan
tilkomin maður tá fór í holt við. Men, tað var áhugin, sum dreiv verkið, og tað er framvegis áhugin, sum drívur verkið í dag. - Í húsunum hjá okkum høvdu vit altíð neyt. Pápi mín, Ásbjørn, hevði tvær ella [...] at halda til, men fer í allar ættir, tá fólk ganga og mala í haganum – júst, sum teimum lystir. Fróðin Kjærbo heldur tað ikki vera í lagi, at fremmandafólk eiga at sleppa at ganga í haganum, sum best ber [...] at garðurin ber eina familju, men síðan er eisini alt sagt í hesum sambandi. Í okkara føri er so konan í øðrum arbeiði, meðan serliga pápi og synir hjálpa til á garðinum. Fróðin Kjærbo, sum er 51 ára
henni vóru aðrir AFS arar í Føroyum, eins og føroyingar sum hava verið við AFS í útlandinum. Eitt felags ynski Tað er sjálvandi langur teinur millum Hong Kong í Fjareystri og Føroyar í Norðurhøvum. Men tá ein [...] sleppa til Danmarkar! Í Danmark eru helst mong húski sum kundu ynskt sær eina so fryntliga unga kvinnu sum Joanne í heim teirra í eitt ár. Tað vóru tó eisini føroyingar á vøllinum í somu ørindum, men tað [...] júst tá. Í einum heimi á Skála hevði húsfólkið tosað um júst hetta sama: At fáa ein AFS ara í húsið. AFS í Føroyum hevur leingi sóknast eftir fleiri familjum, sum vildu taka ein útlendskan næming í heim teirra
mást tú upp einar langar trappur fyri at sleppa inn í húsini, sigur Lis Poulsen, ið er ein av teimum avvarðandi búfólkunum í sambýlinum í Bøgøtu. Pápi hennara flutti inn á sambýlið fyri nøkrum árum síðani [...] seg einki kenna til nakrar trupulleikar á sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík. Hann vísir annars til býarverkfrøðingin í Klaksvík. Men eftir stendur, at tað í fleiri ár hevur verið roynt at ávirka myndugleikarnar [...] hóast hetta nú hevur verið kent í fleiri ár, er púra einki hent í málinum. Neyðars starvsfólk Ikki tí, tey avvarðandi eru samd um, at tað er deiligt at vera á sambýlinum í Bøgøtu, hugnaligt og sera fitt