Tað skuldi verða ein fyribils loysn. Men sum so ofta við fyribils loysnum, tykist sambýlið í Bøgøtu meiri at líkjast einari permanentari loysn. Og høvdu øll viðurskifti verið í lagi, hevði hetta helst eisini verið ein brúkbar loysn. Men tað er langt frá soleiðis.
- Talan er um eini vanlig sethús, gamaní stór, men tey hava ongantíð verið serliga væl egnað. Fyri tað fyrsta er ilt at koma til, og fyri tað næsta – og tað sum verri er – mást tú upp einar langar trappur fyri at sleppa inn í húsini, sigur Lis Poulsen, ið er ein av teimum avvarðandi búfólkunum í sambýlinum í Bøgøtu.
Pápi hennara flutti inn á sambýlið fyri nøkrum árum síðani, og Lis, sum er einasta, ið eftir er av systkjunum – hini bæði doyðu ávikavist seks og 27 ára gomul – býr í Fuglafirði. Hon hevur fleiri ferðir roynt at gjørt vart við ótolandi viðurskiftini á sambýlinum.
Tað er staðfest, at har finst eingin brunatrygd á sambýlinum yvirhøvur. Tað kemur javnan fyri, at búfólk sova á loftinum, og einasti veruligi rýmingarvegur er niður gjøgnum einar vanligar, smalar innitrappur. Neyðútgongdin er ein togendi, sum tey gomlu skulu lesa seg eftir tríggjar hæddir niður á slætt.
Mong avvarðandi hava í drúgva tíð roynt at rópa myndugleikarnar upp til dáð, men higartil hevur tað verið fyri deyvum oyrum.
Tey hava í brævi víst bæði landsmyndugleikunum og kommununi á, hvussu út av lagi ótrygg viðurskiftini eru á sambýlinum, men hóast hetta nú hevur verið kent í fleiri ár, er púra einki hent í málinum.
Neyðars starvsfólk
Ikki tí, tey avvarðandi eru samd um, at tað er deiligt at vera á sambýlinum í Bøgøtu, hugnaligt og sera fitt starvsfólk, so búfólkini hava tað gott. Trupulleikin er bara, at hølini høvdu verið betur egnað til olympiskar atletar, heldur enn illa gongd gomul fólk.
Har eru allir bólkar av eldri, bæði sjónveik, illa hoyrd ella gongd, og í einari neyðstøðu skulu øll tuska upp ella niður gjøgnum trappur, ella í ringasta føri lesa seg niður eftir hesum vælsignaða togenda, og tey avvarðandi skilja ikki, at nakar vil standa til svars fyri hesum.
Lis heldur, at tað er ein ótolandi støða at vera í hjá búfólki og teirra avvarðandi. Men hon tekur ikki minst synd í starvsfólkunum, sum í einari neyðstøðu standa púra hjálparleys. Hon heldur ikki hesi hava ein livandi møguleika at hjálpa teimum eldru, um eldur skuldi komið í.
- Eingin avvarðandi myndugleiki kann góðtaka slík viðurskifti. Tað er galdandi bæði fyri landið, kommununa ella viðkomandi fakfeløg, hvørs limir starvast undir slíkum umstøðum, sigur Lis Poulsen.
So seint sum í mai mánað í ár varð kommunan enn einaferð gjørd varðug við ringa skilið, og hóast aftur tá varð lovað at gera nakað við málið, er einki hent nú sjey mánaðar seinni.
- Tað verður einki gjørt fyri at betra um umstøðurnar á nakran hátt. Ynski eg at taka pápa mín út ein biltúr, í ein føðingardag ella okkurt annað, má hann hálvavegna berast niður trappurnar. Har er ikki broytt so frægt sum at úthurðin er breiðkað, so ein koyristólur ríkiliga gongur ígjøgnum. Og tað kemur javnan fyri, at fólk í koyristóli búgva har, sigur Lis Poulsen.
Sær svart út
Bíðilistarnir halda fram við at vera langir at sleppa inn á sambýlir, men hóast hetta, og hóast fyribils loysnin í Bøgøtu tykist skula vara í mong ár aftrat, røkist einki fyri, at ætlanir eru um ábøtur á ótryggu viðurskiftini.
Brunaumsjón Landsins er annars nógv úti um seg í mongum málum, men í hesum føri sigur Petur Lava Olsen seg einki kenna til nakrar trupulleikar á sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík. Hann vísir annars til býarverkfrøðingin í Klaksvík.
Men eftir stendur, at tað í fleiri ár hevur verið roynt at ávirka myndugleikarnar til at taka sær um reiggj og gera nakað við ræðuliga ótryggu viðurskiftini, tó higartil uttan úrslit.
Tað verður ofta tikið til, at einki verður gjørt fyrr enn vanlukkan er hend. Vónandi verður tað ikki so í hesum førinum.










