Barnaverndin hirðir mær ikki eitt svar

Síðan einaferð í februar mánað hevur Ólavur í Beiti, rithøvundur biðið Barnaverndina í Havn um eina frágreiðing, um hvussu leingi dóttir hansara skal verða á Barnaheiminum, men nevndin hevur enn ikki svarað spurningi hansara

Søgan er í stuttum tann, at mamman og pápin at barninum liva hvør sær og tað er - eins og gamal siður er í Føroyum - mamman, sum hevur foreldramynduleikan yvir barninum.

Mammuni berst frá og dótturin verður send á Barnaheimið, uttan at pápin verður spurdur, um ikki hann kann hava dóttrina til umstøðurnar gerast betri. Hann hevur annars dóttrina við jøvnum millumbilum, og tann skipanin koyrir hóast dótturin er á Barnaheimi.

Og tað heldur Ólavur í Beiti verða sera løgið, tí skuldi ikki pápin náttúrliga verði tann sum tók yvir í tílíkum førum, spyr hann. Men tað heldur Barnaverndin eftir øllum at døma ikki.

? Tað er ein kampur av eini aðrari verð, sigur Ólavur.

? Stovnar og nevndir av hesum slagnum eru púrasta eiðasør, tá tað kemur til tann menniskjaliga partin. Síðan 11. februar í ár havi eg spurt Barnaverndina í Havn, hvussu leingi dóttur mín skal verða á Barnaheiminum, men teir hava ikki hirt at svara mínum brøvum, sigur hann.

Tá foreldur fara hvør til sítt, eru fleiri stovnar og nevndir innblandaðir. Ríkisumboðið er við hvørja ferð og Almannastovan er ofta við eisini eftir skilnaðin, um ikki alt ruggar rætt og Ólavur hevur tí eisini roynt at tosa við teir, men uttan úrslit.

? Hesir báðir stovnar siga, at teir hava einki við hetta málið at gera og so vísa teir til Barnaverndina.

Kann ikki krevja svar

Men av tí at tað er mamman, sum hevur foreldramyndugleikan, so hevur Ólavur, hóast hann er pápi, ikki krav um at fáa svar frá Barnaverndini.

? Eg havi bara samverurætt við mína dóttur. Hann var triðja hvørt vikuskifti, men var eftir umsókn til Ríkisumboðið broyttur til annað hvørt vikuskifti.

? Ríkisumboðið hevði ongar trupulleikar at hjálpa, tá tað snýr seg um paragraffir og pappírir, men tá tað snýr seg um tann menniskjaliga partin, so er eingin hjálp at heinta.

Her eru føroyingar fullkomiliga steðgaðir upp, heldur rithøvundin.

? Tí, meðan øll lond kring um okkum gera alt fyri ikki at gloyma tann menniskjaliga partin og laga lógirnar eftir tí, so hendir tað ikki í Føroyum.

Ólavur í Beiti er skrivandi maður og hevur, sum slíkur, roynt at gera vart við umstøðurnar hjá pápunum, men tað er sera stríggið at fáa eitt kjak í gongd, tí eingin ´makar sær at svara aftur.

? Jú, forrestin eitt svar havi eg hóast alt fingið. Tað var frá Kristiani Magnussen, sum tá sat sum landsstýrismaður. Hann segði, at hann hevði beint spurningin til løgmann, men har steðgaði málið so upp.


Hvønn rætt

hevur pápin

Tað, sum Ólavur í Beiti er skuffaður um, er, at pápin so púrasta verður hildin uttanfyri alt, og at hann ikki kann fáa eina frágreiðing, hvat tað er, sum fer fram í eini støðu, sum hesi.

Sum nevnt, hevur pápin ongan rætt sambært lógini og tað er tað stovnar og nevndir ganga eftir. Tann menniskjaligi parturin er ongantíð tikin við.

? Tað er heilt ótrúligt, tí teir stovnar og nevndir hava meiri og minni tikið ræði. Tað er ein beiskur biti at svølgja, at tveir ella tríggir persónar í Havn skulu avgera lagnuna hjá dóttir míni og møguliga verða atvoldin til, at hon fær ein avskeplaðan uppvøkstur.

? Og eftir míni meting er tað júst tað, sum er við at henda, sigur Ólavur í Beiti.

? Tí; hevði tað ikki verði mundandi betri at latið barnið verði hjá pápanum í eini krepputíð, heldur enn at sleppa tí út í ongamannaland, har tað ongan hevur at halda seg til, spyr hann.


Klæðast úr

alment -- fyrst

? Men soleiðis hugsa tey ikki á slíkum støðum, tíverri.

? Tað tykir mær so, at tað er ikki fyrr enn tú letur teg úr alment, at tú fært hjálp. Vit hava sæð ommur í sjónvarpinum og mammur við børnum, sum ikki hava tak yvir høvdið, men tær fingu ikki hjálp, fyrr enn tær trinu fram alment. Men kann tað verða meiningin, at tú skalt eyðmýkja teg sjálvan soleiðis fyri at fáa hjálp, spyr Ólavur í Beiti.

Hvussu hetta øki fer at verða umsitið í framtíðini er sjálvandi ilt at spáa um, men Ólavur setur sítt álit á teir nýggju ungu politikararnar, sum nú trína fram á pallin.

? Eg vóni at teir fara at gera tær neyðugu broytingarnar til tær ymisku lógirnar, so at tær verða meira tíðarhóskandi og ikki minst meira menniskjaligar. Tað líkist púrasta ongum, at pápin als ikki verður nevndur nakrastaðni. Og tað líkist heldur ongum, at hann ikki kann fáa foreldramyndugleikan saman við mammuni - tey eru jú bæði um at gera barnið, ikki so, spyr hann.


Ætlar ikki at

gevast á hondum

Hóast tað er tógvið stríð, so ætlar Ólavur í Beiti ikki at gevast á hondum.

? Tað verður hetta, sum skriving mín í høvuðsheitum fer at snúgva seg um í framtíðini. At vinna pápunum størri rættindi. Í løtuni er tað sum í teimum muhamedansku londunum, men bara við øvugtum fortekni. Har hevur pápin allan rættin - her er tað mamman. Kunnu vit ikki finna eina skipan, har páparnir hava somu rættindi sum mamman?

? Pápin er góður hjá barninum, meðan foreldrini liva saman, men so skjótt og brátt sum skilnaðarpappírini eru undirskrivað, so er hann einki verdur og tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki øll søgan, sigur Ólavur í Beiti, rithøvundur at enda.