Klaksvík: - Regin Dalsgarð, hann var mín fyrimynd, sigur ungi klaksvíkingurin.
Hesin Regin stovnaði í 2005 fyritøkuna ISUUS Mobile sum tekur sær av at veita kundunum ymiskar tænastur umvegis SMS-boðskipanina.
- Hann gav mær góðan íblástur. Hann var ungur, akkurát sum eg, men tordi kortini at fara í gongd. Vit báðir vóru í somu støðu, tí vit bara ynsktu at sleppa í gongd, greiðir Evald íðin frá.
Evald slapp á eitt skeið fyri íverksetarar, og her kom hann í samband við onnur fólk sum gingu við sama ynski sum hann. Hetta hjálpti honum verliga í gongd.
- Eftir skeiðið mentist eg munandi og fekk nýggjan íblástur, - ja, eg føldi meg simpelthen tilreiðar at fullføra spennandi ætlanina, ið hevði ligið alt og leingi í skuffuni, sigur hann við einum brosi.
Evald gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Klaksík, hóast hugurin helst er meiri yvir í nýggjar ætlanir sum íverksetari.
Spennandi verður at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða Evaldi og øllum hinum fólkunum, ið ynskja at fara í gongd við ymiskar spennandi verkætlanir.
- Eg havi eina aðra stóra og spennandi ætlan í høvdinum. Men tað er ov tíðliga at siga nakað um hana enn!, avdúkar ungi virkisfúsi klaksvíkingurin.
Trúðu uppá tað
Í mangar mátar er Evald ikki øðrvísi enn so mangir aðrir javnaldrar hansara.
Ein einstakur munur er kortini á honum og øðrum 19 ára gomlum klaksvíkingum: Hann hevur í mong ár ynskt at gerast íverksetari, stovna egna fyritøku og síðani fara undir eitthvørt slag av vinnuligum virksemi.
Tann stóri spurningurin var, hvussu ein fór undir slíkt, hvussu ein útvegaði sær fígging og hvussu ein skuldi fáa onnur at trúgva uppá hetta frálíka hugskotið.
Tíbetur fyri Evald og spennandi ætlan hansara við paintball-hugskotinum var Íverksetarahúsið sett á stovn í Klaksvík. Hetta var av avgerandi týdningi fyri hann, tí fólk kring landið hava í summar kunnað stuttleika sær við hesi “ítróttagreinini”.
- Tað tók sína tíð, men tá hugskotið umsíðir gjørdist veruleiki, var tað ótrúliga stórt fyri meg, sigur ungi íverksetarin við Sosialin.
Eg forðaði
Tað var longu fyri eini tveimum árum síðani at Evald av álvara ætlaði at lata hugskotið gerast veruleiki.
Hetta kravdi sum vera man nakað av honum persónliga. Men sum ein rættur íverksetari vildi hann ofra bæði tíð og kreftir fyri at røkka sínum máli.
- Eg var til ein fyrilestur, har tann sum helt fyrilesturin segði, at tú var tann einasta forðingin fyri at fara í gongd.
- Hetta gav mær eitt spark í eitt ávíst stað. Tá fór eg av álvara undir verkætlanina hjá mær, sigur Evald.
Hann gjørdi eina lýsing av ætlanini – eina virkisætlan sum tað eitur – og fekk góða ráðgeving frá Rana Nolsøe í Íverksetarahúsinum. Hesin dámdi ætlanina beinanvegin.
- Ja, Rani segði beinleiðis við meg: “Altso, Evald. Hvat bíðar tú eftir? Hetta er simpelthen perfekt! Far í gongd beinanvegin!”, greiðir Evald frá.
Eftir hesi lovandi orðini legði hann síðani virkisætlanina fyri fíggingarstovnin og fekk ikki óvæntað játtan til at fara í gongd.
- Pápi mín heitti kortini á meg um at bíða eitt sindur, men nú var tíðin so búgvin.
- Í dag kann eg bara staðfesta at ætlanin hevur verið sera væl móttikin.
Frá undirskoti til succes
Ætlanin hjá Evaldi snúði seg um at skipa ein rullandi paintball-vøll. Hetta hugskotið var roynt áður av øðrum við ikki serliga góðum úrslitum, men hetta legði hann einki í.
- Eg hevði hug at fáa tað at bera til, greiðir hann álvarsamur frá.
Við eini fullfíggjaðari ætlan legði hann íðin til brots í summar, fyrstu ferð á norðoyastevnuni í heimbýnum Klaksvík við rullandi og rættiliga kostnaðarmikla hugskoti sínum.
Men her fekk hann kortini at sanna, at hóast hugskotið er gott og hóast hann brennur 100 % fyri tí, er ikki vist at viðskiftafólkini gera tað sama.
- Tann fyrsta dagin var lítið og einki fólk, tí veðrið var so ólagaligt. Hetta gav eitt dundrandi undirskot, so tú skilir at her stóð eitt sindur á mær.
- Tíbetur var fult av fólki dagin eftir - leygardag - og tey hildu á at koma heilt fram til týsdagin. Og tú kanst ætla, at tað var ein glaður maður sum pakkaði alt saman hetta kvøldið, sigur Evald við einum stóru brosi.
Hann hevði í fyrsta lagi prógvað fyri sær sjálvum, at hann var á rættari leið.
Síðst, men ikki minst hevði hann fingið so mikið væl av peningi inn, at tað bar til at gjalda ein part av láninum niður.
Síðani hava Evald og paintball-vøllur hansara verið á sæð á fleiri stevnum í summar.
Paintball til meginøkið
Stóra ynskið hjá Evaldi er at fáa ein paintball-vøll á einum føstum staði. Nærliggjandi hjá honum er at velja eitt stað á meginøkinum.
Fyri Evald er nevniliga eingin ivi um, at hetta hugskot hansara er komið fyri at vera. Tað er ikki einans á stevnunum, at hetta frítíðarítrivið er væl umtókt.
Tað gongur nærum ikki vika, at ikki onkur fyritøka ella bólkur spyrja seg fyri hjá honum at bíleggja sær tíð til ein paintball-dyst.
- Tær vilja gera alt fyri at sjóða starvsfólkini saman - teambuilding,
veitst tú!
Við rullandi útgerð síni er einfalt at koma kring landið, men ynskiligt hevði verið at havt hetta á einum og sama staði.
Í roynd og veru er umsókn send til eina kommunu um at fáa eitt slíkt øki, heldur enn sum nú at nýta ruskøki ella grótbrot kring landið.
Sum skilst á Evaldi er henda kommunan positivt sinnað fyri hesum hugskotinum.