verður í Føroyum, og eru tað tær báðar, sum hava givið ráðstevnuni heitið »Smátjóðir - kyn & visiónir«. ? Vit kunnu vit tað sama sláa fast, at tá tað um javnstøðu ræður, so eru vit langt aftan fyri tey [...] tey stóru norðurlondini. Kortini eru vit framman fyri bæði Grønland og Áland, men vit hava langt á mál, áðrenn vit kunnu meta okkum at verða á jøvnum føti við størru norðurlondini, siga tær. Súsanna Nolsøe [...] saman við fólkum úr Grønlandi og Álandi, og har havi eg merkt mær, at tey eru aftan fyri okkum, hóast vit ikki halda okkum vera komin serliga langt á hesum øki, sigur Maria á Dul. Hon hevur serliga lagt til
Grønlands, vit útflyta trol og nótir, blanda alifóður til Hetlands, smíða hús í Norra, dýpa havnir í Íslandi og vit flyta ferðafólk millum lond. Sostatt eru mong dømi um, at vit eru kappingarfør, har vit hava [...] hava vit ikki altjóða farmaflutning sum týdningarmiklan vinnuveg, hví framleiða vit ikki soft-ware, tónleik ella teknifilmar til útflutnings, hví er so lítið av háteknologi í Føroyum, og hví eru vit ikki [...] finna vit ikki aðrar vinnur, ið kunnu tryggja javnvágina í búskapinum, tá fiskivinnan hevur ring ár. ? Alivinnan er eitt dømi um vinnu, ið brádliga hevur fingið stóran týdning fyri búskapin. Vit byggja
um í ymsum fiskivinnumálum, er komin á gravarbakkan. Í hvussu so er hava umboðini fyri vinnuna í nevndini gjørt av at leggja arbeiðið í nevndini niður fyribils. Tey eru so misnøgd við tær broytingar, sum [...] um tað er til nakra nyttu at tey eru limir í hesi ráðgevandi nevndini hjá landsstýrinum, tá ið arbeiðið ongan áhuga hevur. Umboðini fyri vinnuna í Skipanarnevndina eru Árni Dam, Óli Jacobsen, Jónsvein [...] lið. ? Men samstundis vóru reistir spurningar í hesum sambandi sum vit saman við almennu umboðunum vilja vera við til at kanna. ? Vit kunnu bert staðfesta, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppá
Tær eru báðar 11 ár. Tær eru báðar út einum av heimsins størstu londum. Og tær eru báðar uppvaksnar í stórbýum. Men allan juli mánaða vóru tær í Føroyum, á altjóða barnalegu á Tvøroyri. Og tær eru báðar [...] føroyskum børnum. Í skúlanum, sum Alex gongur í, eru 733 børn. Í hennara flokki eru 30 børn. Í skúlanum, sum Jú gongur í, eru gott 300 næmingar, og tey eru 17 í flokkinum. Aftaná skúlatíð spælir Jú flogbólt [...] útvega mat. Og hon heldur, at vilja vit hava kjøt, noyðast vit at góðtaka dráp. ? Tað eru eisini við hvørt at fólk øtast, tá ið tey koma til Brasilia og síggja, hvussu vit drepa hønungar. ? Tað er matur so
so at tær, sum eftir eru, virka nøktandi. ?Eg haldi, at nú er so nógv spart, at vit eru komin niður har til, at plenuklipparin kann ikki brúkast longur, tí allar funktiónir eru so niðurpíndar frammanundan [...] manglar pengar í ár. ? Vit standa í somu tvístøðu í ár, sum vit hava staðið hvørt einasta ár leingi: Skulu vit kappa líka nógv av allastaðni við plenuklipparanum, ella skulu vit heldur niðurleggja onkrar [...] øki, sum eru rættiliga krevjandi. Hann leggur tó dent á, at hóast tey hava umrøtt spurningin, eru tey ikki komin til nakra niðurstøðu enn. ? Men spurningurin kann verða aktuellur, áðrenn vit vita av, leggur
sum er komin til sendingina. Ginna greiðir frá, at tað er rættiliga ójavnt, hvussu nógv teldubrøv koma um dagin. Henda dagin, vit vitja, eru nokk so fitt komin, meðan tað dagin fyri vóru komin óvanliga [...] Terji Nielsen Álvur Haraldsen Tað eru nøkur ting, sum fáa arbeiðsdagin at ganga skjótari. Millum annað eru tað nógv fólk, sum allan dagin hava útvarpstólið tendrað og á henda hátt royna at fáa tíðina at [...] um í landinum, krevur sjálvsagt nógva arbeiðsmegi. Vanliga eru tey fimm fólk, sum nærum øll burturav fáast við at gera Nón. Programfólkini eru tey somu hvørja ferð, Theodor Olsen, Hilmar Jan Hansen, Ginna
kemur, verður meiri laksur útfluttur, men tað merkir ikki, at vit skulu hava eitt skip afturat. Vit gera nakrar umleggingar, soleiðis at vit kunnu nøkta tørvin við tí kapasiteti sum er, sigur hann. Meir [...] væntandi, at teir fara at útvega sær fleiri. Árni Joensen sigur, at alt í alt eru eini 200 fólk í starvi hjá Skipafelagnum. ? Vit eru uml. 30 fólk her á høvuðsskrivstovuni í Havn, meðan restin starvast umborð [...] partapeningin. Vit spurdu Árna Joensen, um tað veruliga var so ? Tað kanst tú gott siga. Eginognin var vorðin nakað lítil, orsakað av vánaliga úrslitinum í fjør, og fyri at økja um hana, valdu vit at hækkað
Endaspurturin hjá GÍ, sum vit tosaðu um í blaðnum fyri tveimum vikum síðani, steðgaði upp, áðrenn hann veruliga var komin í gongd. Fyri tveimum vikum síðani byrjaði GÍ seinnu helvt av landskappingini við [...] at VB eisini spælir í 1. deild komandi ár. Níggju stig eru niður til næstniðasta liðið, og við dagsforminum, sum Sumba og TB hava í løtuni, eru vágbingar tryggir. Strævin vika fyri framman Gøtumenn hava [...] europeisku umboðunum hjá Føroyum komandi ár. Men GÍ-liðið hevur verið óstøðugt í ár, og sum nú er, eru fýra stig upp til NSÍ, sum í løtuni liggur til at fáa føroyska plássið í Intertoto-kappingini komandi
ferðalagnum eru Agnete Davidsen, býráðsformaður, tveir býráðslimir og býráðsskrivarin. Ørindini hjá grønlendingunum í Føroyum eru lutvíst at viðgera og taka støðu til umsóknirnar, sum eru komnar til T [...] tættari tilknýti millum býirnar. ? Hann er komin væl við hjá vanliga borgaranum. Vit kunnu seta spurnartekin við um sambandið er nóg gott millum londini, men tað fara vit at taka upp, nú grønlendingar koma á [...] og økja samstarvið millum londini. Hesa ferð verða um 200.000 krónur at býta og umleið 15 umsóknir eru komnar inn. Fleiri listafólk, felagsskapir, kór, skúlaflokkar, tiltøk og annað hava fingið stuðul úr
at miðsavna meiri orku at granska heilan og at fáa hesa vitan út til fólk. Og nú vit nærkast aldaskiftinum er tíðin komin til føroyska ungdómin. Tað vera hesi sum fara at mynda framtíðina á ein og annan [...] ávirkar teg, um tú ert heilafimur, og annað, sum krevur, at tú hugsar teg um. Við í føroyska átakinum eru Apoteksverkið, Jólamerkjagrunnurin, Happadráttargrunnurin, Føroya Sparikassi, Lions og Meginfelag teirra