Leivur og Agnete býta pengar út

Í morgin verður støða tikin til tær uml. 15 umsóknirnar, sum eru komnar til Tórshavn-Nuuk grunnin. Í hesum sambandi eru fýra umboð komin úr Grønlandi við býráðsformanninum í Nuuk, Agnete Davidsen á odda

Í dag fær Tórshavnar býráð vitjan av býráðslimum í Nuuk-kommunu. Í ferðalagnum eru Agnete Davidsen, býráðsformaður, tveir býráðslimir og býráðsskrivarin. Ørindini hjá grønlendingunum í Føroyum eru lutvíst at viðgera og taka støðu til umsóknirnar, sum eru komnar til Tórshavn-Nuuk grunnin.

Grunnurin, sum varð stovnaður í 1987, hevur til endamáls at styrkja um fatanina og økja samstarvið millum londini. Hesa ferð verða um 200.000 krónur at býta og umleið 15 umsóknir eru komnar inn.

Fleiri listafólk, felagsskapir, kór, skúlaflokkar, tiltøk og annað hava fingið stuðul úr grunninum og einasta treytin er, at endamálið hjá umsøkjaranum er í tráð við endamálsorðingina og andan í grunninum.

Tað var miðskeiðis í sjeytiárunum, at vinarbýarsamstarvið millum Tórshavn og Nuuk byrjaði. Grunnurin varð stovnaður fyri at fáa eitt enn tættari tilknýti millum býirnar.

? Hann er komin væl við hjá vanliga borgaranum. Vit kunnu seta spurnartekin við um sambandið er nóg gott millum londini, men tað fara vit at taka upp, nú grønlendingar koma á vitjan og møguliga fáa í lag eitt enn tættari samband, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Ferðalagið kemur til Havnar í dag við Norðlýsinum. Tey fara fyrst útferð undir Hestbjørgini. Í kvøld verður døgverði fyri grønlendsku umboðunum í Kirkjubø. Í morgin verður fundur og viðgerð av umsóknunum. Næstu ferð pengar verða latnir úr grunninum verður um tvey ár og tá fara umboð fyri Tórshavnar býráð til Nuuk á vitjan.