Føroyska Heilaárið varð sett miðskeiðis í apríl í ár og nú skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina er heilaskipið Ternan farið av bakkastokki og er sjósett við beinari kós ímóti yngri sum eldri skúlanæmingum í Føroyum. Átakið hevur eitt týðiligt og greitt endamál, nevniliga at røkka øllum skúlanæmingum, serliga teimum í framhaldsdeildunum og miðnámsskúlunum, soleiðis at hesi verða upplýst og kunnað um heilan, heilasjúkur og heilaskaðar.
Upprunin til átakið stavar úr USA. Tað var George Bush, sum í forsetasessinum í 1989 lýsti nítiárini heilaár at vera við tí fyri eyga at fáa fólk at miðsavna meiri orku at granska heilan og at fáa hesa vitan út til fólk.
Og nú vit nærkast aldaskiftinum er tíðin komin til føroyska ungdómin. Tað vera hesi sum fara at mynda framtíðina á ein og annan hátt og tí er so týdningarmikið at júst tey verða kunnað og upplýst.
Á kunningar- og tíðindafundinum, sum varð fyriskipaður í gjár í sambandi við, at heilaskipið varð sjósett, segði Pál Weihe, stjóri á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, at átakið er ætlað at fáa fólk at hugsa, áðrenn tey taka eitt hvørt evni, sum køvir, doyvir og oyðileggur heilan. Hann vónaði, at skúlarnir kring landið fara at nýta hetta góða høvið sum íblástur og leiðbeining.
Poul Jákup Thomsen, ráðgevi á Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, sum hevur samskipað heilaátakið, greiddi frá heilaskipinum. Alt innan nýggjastu granskingina um heilan er við umborð, og tilfar og faldarar er gjørt til skúlabrúks og almenningin.
Framsýningar
Heilaskipið, sum er Ternan I, er prýtt og skrýtt til endamálið. Tað hýsir framsýningum av ymiskum slagi, so sum bókaframsýningum, eksperimentarium, telduspøl, og einum biografsali, har filmir um heilan verða vístir. Til ber at kanna, hvussu strongd ávirkar teg, um tú ert heilafimur, og annað, sum krevur, at tú hugsar teg um.
Við í føroyska átakinum eru Apoteksverkið, Jólamerkjagrunnurin, Happadráttargrunnurin, Føroya Sparikassi, Lions og Meginfelag teirra brekaðu. Virksemið hjá átakinum verður í tveimum pørtum. Heilaskipið verður tann eini parturin og tað fer at sigla út kring landið og liggja við kaj í 10 býum og bygdum næsta mánaðin. Opið verður fyri skúlaflokkum fyrrapart og almenninginum seinnapart. Hin parturin av átakinum er fyrilestrar, sum verða hildnir restina av árinum, bæði av føroyingum og útlendingum. Tey fara at røða um heilasjúkur, heilaskaðar, Alzheimer, Parkinson, høvuðspínu og annað.
Aðra staðni í heiminum hevur hesi árini síðani Bush setti út í kortið, verið skipað fyri heilaári og undirtøkan hevur verið ógvuliga góð. Fyrimyndin til føroyska átakið er tað danska, sum varð hildið í fjør við sera góðum úrslitum, so góðum, at umframt føroyingar, so royna eysturríkarar, sviar, belgiarar og onnur at gera dønum eftir.










