? alt, sum vit hava sagt, er kveistrað av borðinum. Og tað er eitt ivamál um tað er til nakra sum helst nyttu at bræúka tí og kreftir uppá eitt arbeiði, sum als ongan áhuga hevur.
Skipanarnevndin, sum skuldi vera ráðgevandi hjá landsstýrinum í ymsum fiskivinnumálum, er komin á gravarbakkan.
Í hvussu so er hava umboðini fyri vinnuna í nevndini gjørt av at leggja arbeiðið í nevndini niður fyribils.
Tey eru so misnøgd við tær broytingar, sum ætlanin er at gera í fiskidagaskipanini, at tey fara at leggja nevndararbeiðið niður fyribils.
Tey siga, at tey fara nú at viðgera støðuna í teimum feløgum, tey umboða.
Spurningurin, sum feløgini skulu taka støðu til, er, um tað er til nakra nyttu at tey eru limir í hesi ráðgevandi nevndini hjá landsstýrinum, tá ið arbeiðið ongan áhuga hevur.
Umboðini fyri vinnuna í Skipanarnevndina eru Árni Dam, Óli Jacobsen, Jónsvein Knudsen og Chris jan Michelsen.
Kveistrað av borðinum
Skipananrnevndin vísir á, at hon herfyri legði fram eitt tilmæli fyri komandi fiskiár.
?Sjey av átta limum í nevndini tóku undir við tilmælinum. Tað var bara Jákup Reinert, sum umboðaði Fiskirannsóknarstovuna, sum ikki tók undir við tilmælinum.
Í tilmælinum mæltu vit til óbroytt fiskidagatal, siga umboðini fyri vinnuna í einum tíðindaskrivi mikukvøldið.
? Stórur ómakur var gjørdur fyri at hetta tilmælið skuldi vera so væl undirbygt sum gjørligt.
? Í álitinum varð grundarlagið fyri fiskidagaskipanini staðfest, eins og staðfest varð, at tað finnast ikki nakrar undirbygdar grundgevingar fyri at broyta fiskidagatalið.
? Men samstundis vóru reistir spurningar í hesum sambandi sum vit saman við almennu umboðunum vilja vera við til at kanna.
? Vit kunnu bert staðfesta, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppá staðið hevur kveistrað okkara tilmæli av borðinum.
Ikki undirbygd
Vinnu-umboðini fyri í skipanarnevnmdini vísa á, at ístaðin hevur fiskimálaráðharrin skotið upp fyri tinginum at skerja dagatalið 10%.
? Grundgevingarnar fyri hesum eru lívfrøðilig sjónarmið, sum heilt greitt ikki eru undirbygd og búskaparlig sjónarmið, sum nevndin ikki hevur havt møguleika fyri at viðgera.
? Við hesi miðvísu gongd við at minka dagatalið á ógreiðum grundarlagi eru politisku og almennu myndugleikarnir við til at beina fyri fiskidagaskipanina. ? Grundsjónarmiðið í henni var, at broytingar í skipanini skulu vera grundaðar á prógvaðar broytingar í grundarlagnum fyri henni. ? Og vit meta ein niðurskuðr uppá 10%, ella 5% sum vinnunevndin nú mælir til, sum tilvildarligir niðurskurðir, sum bert kunnu skapa ótryggleika í vinnuni, og sum bert kunnu máa grundarlagið undan fiskidagaskipan.
? Tí hennara størsta styrki varð nettupp mett at vera støðug viðurskifti hjá vinnuni, so hon visti hvat hon hevði at halda seg til.
Eitt av umboðunum í Skipanarnevndini, Chris Jan Michelsen, sigur at tað nettupp var eitt grundprinsipp í fiskidagarnir skuldu ikki broytast uttan væl undirbygdar grundgevingar.
? Men tað, sum er hent í hesum førum, er, at hon er broytt sum eitt lið í politiskari semju.
?Tað og onki anna eru grundgevingarnar fyri at skerja dagatalið.
Chris Jan Michelsen sigur, at Skipanarnevndin kom til tað miðurstøðu, at ongin orsøk var til at skerja fiskidagatalið, tí tað verðuir ikki meiri enn 1/3 tikin burturúr stovninum og inntil dagin i dag hevur tað alment verið viðurkent at vera burðardygt.
Chris Jan Michelsen sigur, at endamálið við at skerja er at kroysta eina umsetiligheit ígjøgnum og tað er ein umsetiligheit, sum ikki er viðgjørt, og ikki hevur undirtøku og sum ikki eigur at verða blandað uppí talið á fiskidøgum.
Als ongin áhuga
Umboðini fyri vinnuna í Skipanarnevndina siga, at tey høvdu annars viljað verið við til at stuðlað landsstýrinum at styrkja grundarlagið fyri skipanini og at medvirka til at greiða tey ivamál, sum nevndin ásannar framvegis eru í henni.
? Men skal skipanin, soleiðis sum nú er lagt upp til, eina og aleina umsitast út frá politiskum sjónarmiðum, er tað ivasamt um tað er til nakra sum helst nyttu hjá umboðum fyri vinnuni at nýta orku til eitt arbeiði, sum als ongan áhuga hevur, tá avgerðirnar verða tiknar.
? Henda spurning fara vinnufeløgini at umrøða og taka støðu til, áðrenn meira virksemi verður í Skipanarnevndini, siga tey fýra umboðini fyri vinnuna