tí. Varð tað upp til mín, tók eg frí til bara at mála í eini trý ár, so eg slapp at savna meg um tað, sum hendi millum meg og løriftið og onki annað. Men tá tað ber ikki til, royni eg at fáa tað listarliga [...] málarum, og tað er eisini í lagi, tí tað gevur góða venjing. Men fyrr ella seinni mást tú menna tína egnu hondskrift sum málari, um tínar myndir skulu fáa eitt listarligt haldvirði. Tað er tað, eg allatíðina [...] Hanni hevur tað rættiliga avslappað við sínum fyrstu málningum, og heldur tað ikki vera pínligt at síggja teir aftur, hóast stílskiftið tykist vera rættiliga kollveltandi. - Harragud, tað er bara ein málningur
Stjórin í Mest vísir á, at nógv bedingsarbeiði hevur verið seinastu tíðina, og soleiðis verður í øllum førum eina tíð enn. - Men, tað hevur altíð verið soleiðis við bedingsarbeiði, at tú sjáldan veitst, [...] bíða. - Skipini, sum hava verið uppi seinastu tíðina, hava í fyrsta lagi verið til vanligt viðlíkahald. Onkur skip hava staðið fyri klassing, og í øðrum føri hevur okkurt verið áfatt við maskinarínum. Stjórin [...] fegin um, at slíkt virksemi eisini er í høvuðsstaðnum. Vit merkja einki trýst. Tað er heldur hinvegin, at fólk fegnast, og tað eru vit sera fegin um. Í longri tíð hava fólk, sum hava ferðast fram við J.C
hjá samveldinum er í iva, eftir at bretar hava víst øðrum, at tað ber til at sleppa úr ES. Høgrapopulistiskir politikarar hava eisini verið skjótir at brúka støðuna til sín egna fyrimuns og hoyrast nú krøv [...] til fyrimuns fyri Remain, tey sum vilja vera verandi í ES. Fólk eru slett ikki fyrireikaði uppá, at tað var meiriluti, ið fór at stemma fyri at taka Bretland úr ES. Stemningurin her í London er løgin, og [...] valdi fólkið at vera verandi í ES, men mugu tey luta fyri viljanum hjá meirilutanum í Bretlandi. Tað er ikki uttan orsøk, at norðurírar valdu ES, sigur Áki Johansen. - Norðurírski landbúnaðurin fær nógva
- Her hava verið lutfalsliga fleiri á valið higartil enn um somu tíð sum seinasta. Men tað er tað sama sum fyri átta árum síðan, tá ið val eisini var ein leygardag. Higartil hava 613 valt, ið er 63,7 prosent [...] valluttøkan 89,2 prosent og væntar forkvinnan nakað tað sama í ár. - Valluttøkan liggur vanliga um 89-90 prosent í Vestmanna og vænti eg, at tað verður nakað tað sama í ár, sigur hon. [...] hálvgum seks tíðina. Fleiri lokal valevnir eru á valevnislistanum hjá teimum ymisku flokkunum, og tað merkir eisini valið í Vestmanna. - Fólk eru spent, tí her eru nógv lokal valevnir. Umframt tey nýggju
nýggju ferðaætlanina hjá Strandferðsluni fyri tað komandi árið. Strandferðslan hevur boðað frá hesum við lýsingum og á heimasíðuni hjá stovninum. Men tað vísir seg kortini, at fáar viðmerkingar eru komnar [...] Strandferðslan hevur givið fólki henda møguleikan tey seinnu árini. Men yvirhøvur hava fáar viðmerkingar verið til ferðaætlanina, helst tí at broytingarnar ikki eru so stórar hvørjaferð. Suðringar viðmerkja Hesa [...] hoyring hjá teimum, sum koma at brúka leiðirnar á landi og sjógvi. Viðmerkingarnar í ár hava ikki verið tær stóru, men kortini hava fólk sett fram viðmerkingar ella eru komin við spurningum um ymiskt í
festivalinum fyri fimm árum síðan. Foreldrini høvdu júst verið niðri, og har høvdu tey sæð líknandi vognar, sum seldu pannukøkur. Tey orðaðu tað so fyri mær, tá tey komu heim, og eg helt, at hatta ljóðaði [...] franskar pannukøkur, teir sokallaðu crepes. Tað eru stórar og tunnar pannukøkur, sum vit samanfolda, sigur Birgit. Eftirspurningurin eftir pannukøkunum hevur verið sera stórur hesi fimm árini. - Fólk standa [...] líknandi pannukøkur í Danmark, gerast tey ordiliga skuffað, tí tær ikki smakka líka sum okkara. Men tað er einki at siga til, tá tær eru gjørdar av pulvuri og vatni, sigur Guðrið at enda.
stórvegis," sigur Terji. "Tað var líka í gjár, at ein maður elvdi til eitt sindur av trupulleikum. Tað var ein eldri maður, sum hevði hug til at provokera meira enn gott er," sigur Lív. "Tað er ordiliga stuttligt [...] hava tað stuttligt her á tjaldingarøkinum," sigur Lív Jensen av Toftum, ið saman við Terja S. Jensen somuleiðis av Toftum er ein av teimum mongu vaktunum á G! festivalinum. "Her hevur ikki verið stórvegis [...] "Ja, somuleiðis eru tað so nógv kreativ og uppfinnsom fólk her. Tey hava latið seg í stuttlig og øðrvísi klæði. Summi finna eisini upp á nógv stuttligt. Eitt nú fyrranáttina vóru tað nøkur, ið fingu hugskotið
tilkomin væl nøgd við framførslurnar í gjár. Tað er tó ongin loyna, at fyrireikararnir hava verið serliga spentir uppá Roxette, ið fer á pall í kvøld. Tað dylur Erik heldur ikki fyri. - Vit hava stórar [...] at Summar Festivalurin er nakað serligt. Hóast eitt sindur av sirmi, so var tað ein góð løta har stemningurin var í topp. Tað sigur Erik Biskopstø, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum av Summar Festivalinum [...] kvøld, tá Roxette fer á pallin. Tey eru avgjørt høvuðsnavnið í ár, og er ein bólkur, ið fólk hava verið spent uppá í áravís
bast eldinum. Ein eldur av slíkum slagi hevur onkutíð verið áður, men enn er ikki greitt, hvat orsøkin var til henda eldin leygardagin. - Vit meta tað tó vera rættiliga sannlíkt, at eldurin er kyknaður av [...] m hvarv. Tað vísti seg, at eldur var komin í ruskið í silo?ini av sær sjálvum. Á brennistøðini hava teir mannagongdir, tá slíkt hendir. Roynt varð í fyrsta umfari at sløkkja sjálvir. Men tað vísti seg [...] sum eru ætlaðar til tey ymisku sløgini av ruski. Tað er eisini so, at nógv av tí ruskinum sum kemur frá privatum er rættiliga turt og eldfimt, tí tað hevur ligið innandura í styttri ella longri tíð. -Men
og boðaði frá handtøkuni av fyrrverandi irakiska leiðaranum. -Tað er undarligt at vera stæddur í irakiska høvuðsstaðnum júst ta løtuna, tá tað verður kunngjørt, at Saddam Hussein er tikin sigur Tommy Petersen [...] Petersen, sum sjálvur heldur, at hetta fer at broyta viðurskiftini í landinum til tað betra. Tað fer at hjálpa teimum, sum arbeiða fyri einum tryggari og demokratiskum Irak. Tommy Petersen fór til Irak fyri [...] arbeiði er ein brikkur í eini demokratiseringstilgongd og vónandi fer tað at geva úrslit uppá longri sikt. Tommy Petersen sigur, at tað gongur framá fyri hvønn dag, eitt nú eru el- og vatnveitingarnar við