Eitt av tilboðunum, sum fólk fær á Summarfestivalinum, er at keypa frá teirri væl umtóktu pannukøkubúðini. Birgit Andersen og Guðrið í Bartalstovu standa fyri pannukøkunum.
- Vit seldu okkara fyrsu pannukøku á G! festivalinum fyri fimm árum síðan. Foreldrini høvdu júst verið niðri, og har høvdu tey sæð líknandi vognar, sum seldu pannukøkur. Tey orðaðu tað so fyri mær, tá tey komu heim, og eg helt, at hatta ljóðaði sum eitt frálíkt hugskot, sigur Guðrið.
- Hetta eru franskar pannukøkur, teir sokallaðu crepes. Tað eru stórar og tunnar pannukøkur, sum vit samanfolda, sigur Birgit.
Eftirspurningurin eftir pannukøkunum hevur verið sera stórur hesi fimm árini.
- Fólk standa í kø alla tíðina, so vit skulu ikki klaga. Vit hugsa eisini um møguliga at útvíðka okkara virksemi, sigur Guðrið.
Uppskriftina vilja tær báðar sum vera man ikki avdúka.
- Hon er hemmilig. Men vit kunnu siga so mikið, sum at tær eru gjørdar frá botni av. Miðberg ger deiggið eftir okkara uppskrift, sigur Birgit.
- Ja, onkuntíð koma fólk yvir til okkara og siga, at tá tey fáa sær líknandi pannukøkur í Danmark, gerast tey ordiliga skuffað, tí tær ikki smakka líka sum okkara. Men tað er einki at siga til, tá tær eru gjørdar av pulvuri og vatni, sigur Guðrið at enda.