- Lukas Graham staðfesti við síni framførslu, at Summar Festivalurin er nakað serligt. Hóast eitt sindur av sirmi, so var tað ein góð løta har stemningurin var í topp.
Tað sigur Erik Biskopstø, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum av Summar Festivalinum, tá vit møta honum frammanfyri Vágsbøi.
Erik er sum vera man nøgdur við fyrsta dagin á festivalinum, og fólk lata væl at gjárkvøldinum.
- Vit eru øgiliga væl nøgdir, og fólk lata væl at. Sum vit hava sæð á sosialum miðlum, so vóru bæði ung og tilkomin væl nøgd við framførslurnar í gjár.
Tað er tó ongin loyna, at fyrireikararnir hava verið serliga spentir uppá Roxette, ið fer á pall í kvøld. Tað dylur Erik heldur ikki fyri.
- Vit hava stórar vónir til í kvøld. Vikuskiftið byrjar í dag, so vit vænta nógv fólk á bønum í kvøld, tá Roxette fer á pallin. Tey eru avgjørt høvuðsnavnið í ár, og er ein bólkur, ið fólk hava verið spent uppá í áravís










