- Fólk eru spent

Forkvinnan í valnevndini væntar at valluttøkan á Vestmanna fer at liggja um 90 prosent

- Her hava verið lutfalsliga fleiri á valið higartil enn um somu tíð sum seinasta. Men tað er tað sama sum fyri átta árum síðan, tá ið val eisini var ein leygardag. Higartil hava 613 valt, ið er 63,7 prosent av teimum, ið hava valrætt, sigur Maud Olsen, ið er forkvinnan í valstýrinum í Vestmanna, tá Miðlahúsið var á gátt um hálvgum seks tíðina.

Fleiri lokal valevnir eru á valevnislistanum hjá teimum ymisku flokkunum, og tað merkir eisini valið í Vestmanna.

- Fólk eru spent, tí her eru nógv lokal valevnir. Umframt tey nýggju, so bleiv Bárður á Steig Nielsen valdur seinast og Pauli T. Petersen slapp inn sum eykamaður fyri Tjóðveldi. So tað verður spennandi at síggja hvussu tey ymisku klára seg, sigur Maud Olsen.

##med2##

Maud Olsen, forkvinna í valnevndini

Í ár hava 963 vestmenningar valrætt, ið er 17 veljarar fleiri enn fyri fýra árum síðan. Tá var valluttøkan 89,2 prosent og væntar forkvinnan nakað tað sama í ár.

- Valluttøkan liggur vanliga um 89-90 prosent í Vestmanna og vænti eg, at tað verður nakað tað sama í ár, sigur hon.