umráðandi í Føroyum í dag, sum tey vóru í Danmark tíðliga í undanfarnu øld. Tann norrøni málarvurin sæst ikki minst aftur í okkara vøkru staðarnøvnum, ið lýsa tað sum tey eita. Tað veri seg Kinn ella Kjálki [...] Føroya og Orðabókagrunnurin eiga eisini sín part av heiðrinum, at henda bók nú er komin út, og tøkk fái tey fyri tað. Eg havi tó, nú høvið býðst, serstakliga hug at draga fram professaran og málvinin Jóhan Hendrik [...] stavn, og sum má halda fram, til tess vit eisini hava fingið stórar og góðar orðabøkur, sum fevna um tey stóru málini, sum vit føroyingar tíðum nýta. Alt ov leingi hava vit føroyingar verið noyddir at nýta
finska Vaasa um rættin at halda fram í Europa Cup. Tíðindini komu í útvarpinum um átta tíðina, tá tey eisini vóru at síggja á tekstvarpinum hjá EuroSport, og tíðindini vóru einki serlig: HB varð avhølvað [...] veruleikin stóð ikki mát við ynskini. Á Svangaskarði megnaði finska liðið ikki at skora, tá teir fyrstu løtuna høvdu gyltar møguleikar. Tað gjørdu teir á heimavølli. Teir vóru á odda 2-0, tá bara fimm
Havnarbátinum var optimisman stór eftir avrikið í Miðvági. Tey mettu Eysturoyingin at vera greiðan favoritt til at vinna á ólavsøku, men samstundis vónaðu tey, at teirra bátur í heimasjógvi kundi steðga sannførandi [...] i fjarðbúgvunum. Og í øllum mjørkanum lá tað væl fyri hjá havnarmonnum fyrstu løtuna. Havnarbáturin fekk besta startin, og fyrstu hundrað metrarnar troðkaðu teir drekastevnið framum allar hinar. Men so
Fløggini í Hvalvík og í Streymnesi vórðu drigini í húnarhátt týskvøldið, og hevði tað borið til at drigið tey longur upp enn í fulla stong, so hevði tað verið gjørt, tí á ólavsøku gekk so væl hjá 6-mannafarinum [...] kapping við Jarnbard Tað sá annars ikki so ógvuliga bjart út hjá kvinnunum umborð á Hvessingi ta fyrstu løtuna. Tær kappaðust við Jarnbard um FM heitið. Í startinum leyp Jarnbardur avstað, og tað var heilt [...] báðu bátunum skiftast um! Vónin brast Gongurólvur vann á vestanstevnu, og í Havnar Róðrarfelag høvdu tey stórar vónir um, at tær umborð á 6-mannafarinum fóru at bjarga felagnum ein ólavsøkusigur. Soleiðis
triðja ferðin, at Junkarin vann FM. Men teir, sum mannaðu bátin í ár, minnast einki til tey bæði fyrru meistaraheitini. Tey vórðu vunnin í 1975 og í 1976, og tá vóru teir, sum rógva nú, ikki fødddir! Junkarin [...] ikki at halda kvívíksdreingir aftanfyri seg. Junkarin var alla tíðina við í fremstu røð, og tá teir fyrstu 200 metrarnir vóru lagdir afturum, var hann fremstur, og tá helmingurin av teinum var farin, var
dansurin gekk upp á tað besta í Sjónleikarhúsinum. Hølið var stúgvandi fult av vælhýrdum dansifólki, og tey vóru mong, sum lótu eyguni aftur og sveimaðu eini 25 til 30 ár aftur í tíðina. Sera væl vitjað Heðin [...] fólki, og tú sást jólaljós í eygunum á flestu teirra. Fyrsti føroyski dansurin síðani 1977 Hetta er fyrstu ferð í samfull 21 ár, at føroyskur dansur hevur verið í Sjónleikarhúsinum. Sambært formanninum í [...] at halda tí gamla dansiandanum í Sjónleikarhúsinum á lívi, og tíkskil eru hesi dansitiltøkini ikki tey seinastu, sigur Heðin Mortensen. Vit í sjónleikarafelagnum ætla, at húsið hjá okkum skal gerast tann
givið loyvi til, at grannauppgerðin ímillum tey bæði havnarliðini er flutt, so hon ikki verður avgjørd fyrrenn mánakvøldið. Felags fyri bæði liðini er, at tey í hesari vikuni eru send út úr Europa Cup, [...] við sær, at 2-0 sigurin á heimavølli verður nógv minni týdningarmikil, enn hann annars hevði verið. Fyrstu royndina at vaska Europa Cup tapini burtur gjørdu teir í B36 ólavsøkudag, tá teir spældu steypadyst [...] Um teir tapa, so er longu so at siga greitt, at teirra leiklutur í kappingini um at røkka millum tey fremstu og harvið vinna rættin til europeiska luttøku komandi ár, verður liðugur. Um teir vinna uppgerðina
HB, tá hann um tvær vikur kemur til Føroya. Men teir fáa hjálp frá einum øðrum góðum manni tvey tey fyrstu umførini. Vit skrivaðu fyrr í vikuni, at Símun Eliasen er í 25 mannahópinum hjá Aarhus Fremad.
tónleikarar og teir hava verið við, síðani skipað varð fyri harmonikutúri fyrstu ferð fyri eini 5 - 6 árum síðani. Gestur úr Íslandi Tey somu afturvendandi tiltøkini vera á skránni. Eisini hesaferð verður [...] eingin aftur, sigur Fimmboði Lisberg, ið fegnast um, at nógv eisini leggja sær ferðirnar til rætis, so tey kanska sleppa heimaftur við, tá harmonikutúrurin er. - Í fjør vóru eini 800 fólk við, og fólk eru øgiliga
Um fyrstu løgmansrøðuna hjá Anfinni Kallsberg sigur Jóannes Eidesgaard, at hon ikki er so reyput, sum tær undanfarnu seinastu árini. Hann heldur, at hon er greitt sett upp, og nevnir serliga listan við [...] ábyrgd fyri sær. sigur Jóannes Eidesgaard. Serliga vónsvikin er tingmaðurin um, at pensiónslógirnar og tey arbeiðsleysu ikki fingu størri pláss í røðuni, og hann hevði ikki væntað, at Tjóðveldisflokkurin fór [...] Fólkaflokkinum, sum gongur aftur, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann finnist eisini at, tá sagt verður, at tey arbeiðsleysu skulu tvingast at arbeiða fyri stuðulin. ? Tað er ikki rætt mótvegis teimum arbeiðsleysu