Við allari virðing fyri kappróðrinum og kappingini millum heimsins sterkastu menn, so mundi størsti ítróttarligi spenningurin hjá mongum á ólavsøku vera, hvussu tað fór at hilnast hjá HB, sum við góðari útgangsstøðu ólavsøkukvøld skuldi stríðast í finska Vaasa um rættin at halda fram í Europa Cup.
Tíðindini komu í útvarpinum um átta tíðina, tá tey eisini vóru at síggja á tekstvarpinum hjá EuroSport, og tíðindini vóru einki serlig: HB varð avhølvað 4-0, og í staðin fyri at fara til Sveits at fylgja við í lutakastinum til seinna innleiðandi umfarið, sum verður í morgin, so noyddist Jógvan Páll Lassen at fylgjast við hinum heim aftur til Føroya.
Vónirnar eru altíð gyltar, og tað ber væl til at droyma, men veruleikin stóð ikki mát við ynskini. Á Svangaskarði megnaði finska liðið ikki at skora, tá teir fyrstu løtuna høvdu gyltar møguleikar. Tað gjørdu teir á heimavølli. Teir vóru á odda 2-0, tá bara fimm minuttir vóru farnir, og so stóð á jøvnum.
Tað ráddi um hjá HB at skora mál, og teir høvdu onkran møguleika. Súni Fríði Johannesen fekk hin størsta, tá støðan var 2-0. Vit hava frætt, at hann gjørdist einsamallur saman við málverjanum, men tað spurdist einki burturúr. Eitt mál tá hevði gjørt, at mótstøðumenninir høvdu verið noyddir at skora tvey mál afturat.
Vaasa fekk tvey mál afturat, men spurningurin er, hvussu tað hevði myndast, um teir høvdu fingið eitt mál ímóti sær.
Teir komu framum 3-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tá mátti tað bera ella bresta. HB venjarin kendi seg noyddan at flyta fólkið fram, og so skoraði finska liðið.
Meiri verjukent
HB ferðalagið var á veg til Keypmannahavnar fyrrapartin í gjár, og teir skuldu koma í Vágar í gjárkvøldið. Vit hava ikki frætt so nágreiniliga, men útgangsstøðan hjá Ion Geolgau bar boð um, at hann var mest sinnaður at verja:
Kaj Leo Johannesen - Jóhannes Joensen, Hans Fróði Hansen, Jan Dam, Bjarki Mohr - Allan Mørkøre, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen - Andrew av Fløtum, Súni Fríði Johannesen.
Sammet við, tá HB vann á Svangaskarði, spældi Ingi Rasmussen á miðvøllinum fyri Hall Danielsen, og Bjarki Mohr var í verjuni fyri Hans á Lag, sum var nógv seinni til Finnlads enn hinir í ferðalagnum.
Venjarin valdi tíðliga at taka Jan Dam út og at seta Hans á Lag inn á liðið í hansara stað.
jh