Um fyrstu løgmansrøðuna hjá Anfinni Kallsberg sigur Jóannes Eidesgaard, at hon ikki er so reyput, sum tær undanfarnu seinastu árini.
Hann heldur, at hon er greitt sett upp, og nevnir serliga listan við lógarmálum, sum ætlandi verða løgd niðan í tingið, sum ógvuliga positivt fyri komandi tingarbeiðið.
? Hóast løgmaður í røðuni nertir við áhugaverd evni, so er torført at síggja, hvar Tjóðveldisflokkurin er, umframt í loysingarmálinum.
Hetta er jú fullkomiligur borgarligur politikkur, sum als einki vinstravent hevur ísær, og er mest um at fólk persónliga skulu taka ábyrgd fyri sær. sigur Jóannes Eidesgaard.
Serliga vónsvikin er tingmaðurin um, at pensiónslógirnar og tey arbeiðsleysu ikki fingu størri pláss í røðuni, og hann hevði ikki væntað, at Tjóðveldisflokkurin fór at ganga við til at sleppa teimum veiku upp á fjall, og at flokkurin ikki megnar at halda Fólkaflokkinum aftur
? Dømi er pensiónsskipanin, har hvør einstakur skal hava ábyrgd fyri sær sjálvum. Hetta er júsr uppskotið hjá Óla Breckmann og Fólkaflokkinum, sum gongur aftur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann finnist eisini at, tá sagt verður, at tey arbeiðsleysu skulu tvingast at arbeiða fyri stuðulin.
? Tað er ikki rætt mótvegis teimum arbeiðsleysu, sum hava goldið til skipanina, og tí hava rætt til at fáa arbeiðsloysisstuðul. ? Heldur átti landsstýrið at gjørt eitthvørt fyri at útvega fleiri arbeiðspláss, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini kennir seg ørkymlaðan av, at Tjóðveldisflokkurin góðtekur størri umsetiligheit í fiskivinnuni.
? Her má sigast, at Tjóðveldisflokkurin rættiliga hevur kúvent í holuni.
Tá tað kemur til ríkisrættarligu støðuna í løgansrøðuni, heldur Jóannes Eidesgaard fyri, at hann hevði væntað, at allir flokkar vóru innkallaðir, áðrenn landsstýrið fór undir at gera uppskot umbroytingar.
? Eg hevði fyrireikað meg til, at allir flokkar fóru at verða innkallaðir at tosa um hetta, áðrenn uppskotið um fullveldi varð lagt í tingið.
? Verður tað ikki hóskiligt høvi at fáa ávirkan, tá málið kemur til viðgerðar í tinginum?
? Jú, tað er ein møguleiki, men tá hevur landsstýrið gjørt sær sínar metingar, og tá verður torførari at fáa nakrar broytingar framdar, sigur Jónanes Edesgaard og vísir á, at arbeiðastaðni verða slík mál snikkaði til, áðrenn farið verður í tingið.
Hann er bangin fyri. hvussu farið verður fram, tá løgmaður nevnir Ísland í 1918 í sama ándadrátti sum Føroyar í 1998.
? Eitt nú fekk Ísland ikki eina krónu í blokstuðul í 1918, og var tí ikki bundið fíggjarliga á sama hátt sum vit eru í dag.
Um landsstýrið velur at fara frá Heimastýrisskipanini til fullveldi, so haldi eg ikki, at tíðin er búgvin.
? Ætla teir hinvegin ikki tað, so verður hetta ein amputerað loysing, sum krevur búskaparliga og politiskan stuðul úr Danmark, og so er einki vunnið.
? Tá hevði verið skilabetri, sum Javnaðarflokkurin hevur víst á, eitt nú við at leggja lóg fram í tinginum, sum fyrireiking til loysing, men vit mugu tolin bíða fyri at vita, hvat landsstýrið kemur niðan í tingið við, sigur Jóannes Eidesgaard.