Góður dansur í Sjónleikarhúsinum

Fyri fyrstu ferð í 21 ár varð um ólavsøkuna aftur farið upp á gólv í Sjónleikarhúsinum í Havn

Tað var sum í gomlum døgum, tá ið tann føroyski dansurin gekk upp á tað besta í Sjónleikarhúsinum. Hølið var stúgvandi fult av vælhýrdum dansifólki, og tey vóru mong, sum lótu eyguni aftur og sveimaðu eini 25 til 30 ár aftur í tíðina.


Sera væl vitjað

Heðin Mortensen, formaður í Havnar Sjónleikarfelag, sigur, at dansitiltakið um ólavsøkuna var sera væl vitjað. Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag vóru eini 800 fólk í dans, men sjálvsagt vóru øll ikki í senn. Tað var ein javnur steymur av fólki, sum kom og fólki, sum fór.

Formaðurin í Havnar Sjónleikarafelag sigur, at tiltakið var eisini sera væl eydnað, tí at millum annað, so byrjaði dansurin klokkan 11 á kvøldi stundisliga, og longu tá var fitt av fólki komið í dans.


Nógv tilkomið fólk

Ein stórur partur av fólkinum, sum var í dans, var rættiliga tilkomið. Tað er neyvan nakað yvir at dylja, at hetta var fólk, sum gekk í dans í Sjónleikarhúsinum í yngri døgum.

At fólk gleddust um at fáa møguleika fyri at dansa aftur í nýggja mentunardeplinum í Havn, er eyðsæð. Gleðin lýsti av fólki, og tú sást jólaljós í eygunum á flestu teirra.


Fyrsti føroyski dansurin

síðani 1977

Hetta er fyrstu ferð í samfull 21 ár, at føroyskur dansur hevur verið í Sjónleikarhúsinum. Sambært formanninum í Havnar Sjónleikarfelag var seinasti føroyski dansurin í 1977, og fleiri fólk høvdu á orði, at tað var fyri neyðuni, at dansurin aftur fekk innivist í húsinum.

Nýggja gólvið í Sjónleikarahúsinum fekk eisini staðið sína roynd um ólavsøkuna, og vit frætta, at dansifólkið metti gólvið verða framúr gott at dansa á.


Harmonikudansur

um vikuskifti

Í gjárkvøldið og í kvøld er harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum. Ætlanin er at royna at halda tí gamla dansiandanum í Sjónleikarhúsinum á lívi, og tíkskil eru hesi dansitiltøkini ikki tey seinastu, sigur Heðin Mortensen.

Vit í sjónleikarafelagnum ætla, at húsið hjá okkum skal gerast tann mentunardepil í høvuðsstaðnum, sum tað náttúrligani eigur at verða, og tí royna vit millum annað at verða við til at halda lív í tí føroyska dansinum og øðrum dansi, sigur formaðurin í Havnar Sjónleikarfelag at enda.