eldri, men vísti á, at hetta eisini er ein spurningur um játtan og pengar. Hon var eisini samd við áskoðanini hjá Jákup Foldbo, leiðara fyri heimarøktina um, at talan er um eina kapping við undirsjóvartunlar [...] dini fyri Eldraárinum 1999 í Føroyum, út. Hann tosaði um, hvat eldraárið inniber, og vísti á, at eitt av høvuðsendamálunum við eldraárinum er, at gera vart við tey eldru í samfelagnum. Men hann legði dent [...] støðu teirra eldru allastaðni í kring. Tí støða teirra eldru er nevniliga ikki tann sama kring alt landið. Eisini visti Bartal Kass at siga um ein fund, ið verður í Norðurlandahúsinum tíðliga í oktober, har
fingu stig og vunnu. ? Vit vistu frammanundan, hvat vit skuldu gera og ikki minni, hvat vit ikki skuldu gera. HB hevur eina góða verju, og hon er serliga góð, tá skrábóltar verða oystir inn móti miðverjuni [...] spentir, og tað er hugaligt, men tað verður inni á vøllinum, at stríðið skal standa. Tapa vit, so vita vit, at tað er soleiðis, at áhugin hjá áskoðarunum verður ikki so stórur, men hjá spælarunum er týdningarmikið [...] uttan mun til um vit vinna ella ikki. Og tíbetur, so er lagið gott og stemningurin er góður, tá vit venja. Føroysk framleiðsla Trygvi Mortensen er í fulltíðarstarvi hjá Timburhandlinum í Runavík. Hann
fyri at rætta. Nakað, ið næstan bendir tonkunum á til kabarettir, er tá ið ein fakfelagsmaður í blaðsamrøðu (OBS!) herfyri tosaði um løn politikaranna. Segði hann hatta burtur úr egnum brósti, ella hevur [...] føroyskað? hansara málburð? Um so er, má hetta sigast at vera stak ófólkaligt, serliga av tí at eingi prógv eru fyri, at fyrisetingarlið er óføroyskt (at ?summir halda tað?, er einki prógv í sær sjálvum). Men [...] til tá á døgum). Ongastaðni hevur hann kunngjørt, at tað er skeivt ella óføroyskt at brúka fyrisetingarlið, serliga ikki í talumáli. Gamalt er, at tey ið gerast katólskari enn Pávin, hava oftast misskilt
kristindóminum, og tað er so ein onnur søk. Eg havi verið trúgvandi í 10 ár, og eg havi bara kent Gud sum ein kærleiksfullan faðir. Annað havi eg heldur ikki hoyrt frá nøkrum trúgvandi, og tað er ikki tí, at vit [...] so var eg lygnari, tí hann er tað ikki. Gud er góður og bara góður, tað er mín vitnisburður. Tá eg takið saman um greinina hjá John, so kemur hann til ta niðurstøðu, at Gud er óndur. Hví? tí Gud gevur tí [...] ið vældu tað ónda, fingið løn, men hini onga løn fingu, ella vórðu straffa. Tað mótsatta er tilfeldi. Tey, ið velja tað ónda verða straffa, og tey, ið velja tað góða fáa løn. Hetta var støðan hjá menniskjanum
leingi. Hvat dámar tær Dag og viku í dag? - Eg fegnist um menningina. Tað, vit settu í gongd, er vorðið til eina góða tíðindasending. Hon er professiónell í allar mátar, í uppseting og tekniskt líka góð sum [...] vit seta eini 70 fólk bara til tað. Bløðini vóru á tremur við lesarabrøvum, ið mutaðu ímóti. Ikki ein var positivur. Men tá ið eg kom heim um kvøldið 25. mai eftir, at fyrsta Dagur og vika hevði verið [...] vikuna. - Trupulleikin, tá ið vit rættiliga vóru komnir í gongd, var at avmarka tíðindaflutningin til ein hálvan tíma. Vit vóru ikki nóg kritiskir til at sálda frá. - Tá ið høvdu prógvað, at tað bar til uttan
Hann heitir á arbeiðsgevaran um at lata seg fáa at vita, hvat støða formansskapsins er í málinum, og um so er, at hann hevur fingið útgoldna løn ella kostnaðarsamsýning av órøttum, vil hann fáa at vita [...] Jóannes Eidesgaard. Tað eg vil, er at fáa greiðu á viðurskiftunum, soleiðis, at eg ikki standi eftir, sum ein, ið hevur stolið av kassanum. Sjálvur meti eg meg sum ein lønmóttakara hjá formansskapi løgtingsins [...] Tvøroyri, tá hann bæði er skattgjaldari og býráðslimur har. Hann vísir á, at tað øvugta hevði verið ómøguligt. Bryggjan á Tvøroyri ikki politiskt forum Jóanes Eidesgaard sigur, at tað er nú einaferð so, at
skilagott. Pólverjin er ein góður bóltspælari, og hann er sera skjótur, og tað var ikki minst hetta síðsta, sum kom væl við. Í vinstra borði hjá NSÍ var Jónstein Petersen. Hann er sera skjótur, og plagar [...] rangstaddir, og at teir ikki vóru nóg avgjørdir í verjupartinum kostaði í hvussu so er tvey mál, og tað er dýrt, tá KÍ er mótstøðuliðið. jh KÍ-NSÍ 3-0 (1-0) 1-0: Heðin á Lakjuni 6 2-0: Kurt Mørkøre 82 3-0: [...] fótbóltskappingin er so mikið tøtt, at tað skal bæði spælast væl og hepni skal til fyri at liggja millum teir fremstu. Klaksvíkingar eru millum teir fremstu. Teir vóru ikki serliga sannførandi hvat spælinum viðvíkur
verður gjørt, at tað eru fleiri, ið ikki vita, hvat tað snýr seg um, og so mugu vit so at siga geva teimum eitt miniskeið í, t. d. hvat er bakborð, og hvat er stýriborð. Hetta heldur Hallur Ellingsgaard vera [...] eru manningarnar, sum ikki akta nógv væl, so er svarið hjá fyrsta læraranum í Oyndarfirði, at hetta við at leggja bátarnar og at taka ímóti boðum er bara ein partur av tí, sum hevur ávirkan á, hvussu long [...] tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar. Eitt er, at tað vóru tveir innleiðandi róðrar, og eitt annað er, at sjálvt um líkindini sum so vóru heilt góð, so var tað fitt av síðuvindi fyrstu løtuna, og
eydnaðir. Á hesum øki er Edward Fuglø, ið hevur havt ábyrgdina av búnum og øðrum effektum, ein sannur meistari. Einki er av tilvild, ein ætlan liggur aftan fyri alt. Leikstjórin er varin við at missjónera [...] Eyðfinsdóttir er hinvegin meiri afturlatin. Filmurin er avgjørt verdur at síggja, ikki bara tí, at hann er føroyskur og tikin upp í Føroyum. Søgan er undirhaldandi, hon hongur saman meir og minni og er konsekvent [...] Filmurin er ikki ein sjálvsmynd av leikstjóranum, men viðurskifti, persónliga søga og lagna leikstjórans hava týðandi leiklut í filminum og eru at finna í fleiri løgum í filminum. Filmurin er um at tora
n tað, sum ger av, hvat tú kanst gera. Men ein oljuprísur uppá 17 dollar fyri tunnuna er ein rímuligur prísur fyri at leita eftir olju her leggur italiumaðurin aftrat. Hvat heldur hann so um møguleikarnar [...] gjørt, og sum brúk er fyri í nettup einum nýggjum øki sum Føroyar. Tit kunnu solda mistøkini, sum aðrir hava gjørt, frá - og bara taka tað besta frá teimum. Hetta haldi eg er ein sera góð útgangsstøða at [...] sítt heimaarbeiði. Teir hava keypt fitt av seismiskum tilfari og tulkað tað. Og tað er heldur einki dulsmál, at Agip er eins áhugað fyri eini komandi útbjóðing sum restin av oljuídnaðinum vísir Franco Polo