Norðoyastevan gekk eftir vild

Fótbóltur: Tað var tætt og spennandi í Klaksvík, men í síðsta enda vann KÍ stórt

Føroyska fótbóltskappingin er so mikið tøtt, at tað skal bæði spælast væl og hepni skal til fyri at liggja millum teir fremstu.

Klaksvíkingar eru millum teir fremstu. Teir vóru ikki serliga sannførandi hvat spælinum viðvíkur norðoyastevnudag, men teir vóru eitt sindur hepnir í verjupartinum, og teir vóru nóg avgjørdir og neyvir í álopspartinum til at fáa mál og harvið vinna og tað stórt.

Í góðveðrinum hevði NSÍ nógvar stuðlar norður við, og teir fóru sum av torvheiði útaftur. Men teir høvdu saman við hinum norðoyarstevnugestunum verið vitni til ein spennandi og undirhaldandi stevnudyst, sum tó ongantíð náddi serligar leikligar hæddir.


Mál beinanvegin

Klaksvíkingar komu á odda longu tá sjey minuttir vóru farnir, og í hesum førinum eins og tær báðu ferðirnar, tá KÍ skoraði í 2. hálvleiki, vóru mótstøðumenninir lorkaligir, men tað telur eisini við positiva vegin at hava dygdir at gera sær dælt av mistøkunum hjá hinum liðnum.

Heðin á Lakjuni, sum so avgjørt var millum mest eyðsýndu á vøllinum í fyrsta dystinum, eftir at hann hevði mist landsliðskjansin, fekk mitt á NSÍ hálvuni fatur á vánaligum útspæli frá NSÍ málinum, hann setti ferð á, sneiddi ein av og royndi við fløtum skoti móti málinum. Bólturin fór millum beinini á einum mótstøðumanni, Dejan Milanovic í NSÍ málinum tóktist ikki at fáa eyga á bóltin beinanvegin, og tá hann tveitti seg, var tað ov seint, og so sníkti bólturin sær inn við handaru stólparótini.

KÍ legði fyri í sera høgari ferð, teir høvdu fleiri góð innlegg, og málsparkið hjá NSÍ, sum var upphavið til møguleikan hjá KÍ, ið hevði fyrsta málið við sær, kom eftir KÍ horna í høgru og stút omanfyri málið frá púra leysum Kurt Mørkøre.


Spældu seg upp

Gestirnir úr Runavík høvdu ongantíð vunnið í einum landskappingardysti í Klaksvík, og frá fyrsta bríksli tóktist tað sum um, at teir so at siga høvdu innstillað seg uppá, at soleiðis skuldi tað eisini vera hesa ferð. Í stórari virðing lógu teir langt frá mótstøðumonnunum, ið kundu dusa sær á miðvøllinum, og teir lógu aftarlaga á vøllinum.

Men so við og við raknaðu teir í NSÍ við, seinna partin av fyrra umfarinum fingu teir alt størri tak á spælinum, og tað mesta gekk fyri seg stutt úr KÍ málinum. Hjá KÍ ráddi um at verja leiðsluna fram til hvíldina, og at bæði Jan Andreassen og Rógvi Jacobsen hesa løtuna sóu gult boðar frá, at tað stóð nógv á.

NSÍ fekk tveir fínar møguleikar, og teir kunnu fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri, at tað ikki eydnaðist at javna. Fyrst kom Kári Hansen púra leysur í høgru, men hann tøvdi og varð taklaður, og so endaði fín frísparkskombinatión við, at Gert Langgaard gjørdist leysur í sama stað, men bólturin lá eitt sindur aftarlaga, og Stephen Boyle, sum vardi væl, men var sera ótryggur í útspælinum, vardi væl fyri.


Avgerandi løtan

Seinna umfarið var merkt av nógvum óneyvum sendingum, ov nógvum luftbóltum og ov lítið av samanspæli eftir jørðini. Tað gekk báðar vegir, men upplagdu málmøguleikarnir vóru ikki nógvir.

Trygvi Mortensen spenti álopsbogan, tá hann setti bóltspælararnar Ian Højgaard og Brynjólv Nielsen inn, men hóast NSÍ langa løtu hevði bóltin meiri, og tað var ov langt millum teir fremstu og miðvøllin hjá KÍ (bæði Jan Joensen og Arnold Joensen vórðu tiknir út), so kom málið, ið hekk í luftini, ikki. Ian Højgaard sendi úr góðari støðu omanfyri málið, og ta einu ferðina vildu teir hava brotsspark, tá Christian Høgni Jacobsen við bóltinum í brotsteignum kom í klemmu millum tveir verjuspælarar, men Kim Ejdesgaard tagdi, og so gekk tað, sum tað so ofta ger í sovorðnum støðum.

KÍ plagar at trívast best við at spæla móti vestara málinum, men NSÍ vann lutakastið og valdi tað, KÍ plagar at ynskja sær. Men hesa ferð fingu heimamenninir tvey mál eystureftir, og í báðum førunum var styrkin tann, at teir gjørdu sær dælt av vánaligum verjuavriki.

Í fyrra førinum ? tá manglaðu smáir tíggju minuttir ? var tað ótroyttiligi Heðin á Lakjuni, sum elti eftir øllum at døma vónleysan bólt. Hann vann taklingina úti í vinstra borði við Kára Sigvardsen, og Kurt Mørkøre, sum annars var sera væl ansaður av Arnfinni Langgaard, stýrdi flata innlegginum í tóma málið.

Seinna málið kom tá 90 minuttir vóru farnir. Harley Bertholdsen, sum hesa ferð ofta lá heilt frammarlaga, vann bóltin afturi í høgra horni, Kurt Mørkøre, sum var staddur eitt vet frammanfyri miðstrikuna í høgru, slapp leysur av tveimum mótstøðumonnum, ið valdu at elta hann og ikki at takla, Kurt hevði nóg stórt sjálvsálit at halda fram at draga diagonalt, NSÍ málverjin kom púra óneyðugt úr málinum, toppskjúttin dró framvið honum og trillaði í tóma málið, og so var alt avgjørt og stórur fagnaður á norðoyingum?


Góðar flytingar

KÍ venjarin, Tony Paris, royndi eina øðrvísi uppstilling, enn hana, sum hann hevur hildið seg til. Andrzej Pacek, sum hevur verið drúgvur í miðverjuni, var hesa ferð vongverji í høgru, og tað vísti seg at vera skilagott. Pólverjin er ein góður bóltspælari, og hann er sera skjótur, og tað var ikki minst hetta síðsta, sum kom væl við.

Í vinstra borði hjá NSÍ var Jónstein Petersen. Hann er sera skjótur, og plagar at bróta ígjøgnum, men tað megnaði hann ikki móti pólverjanum, og tað hevði stóran týdning.

Jan Andreassen var enn eina ferð tryggur á aftasta manni hjá KÍ, og Christian Høgni Jacobsen hjá NSÍ hevði fáar royndir móti málinum, hóast hann arbeiddi nógv.

NSÍ menninir tóktust sum heild at vera eitt sindur afturhaldandi og ov lítið grammir. Teir vóru ongantíð dømdir at vera rangstaddir, og at teir ikki vóru nóg avgjørdir í verjupartinum kostaði í hvussu so er tvey mál, og tað er dýrt, tá KÍ er mótstøðuliðið. jh


KÍ-NSÍ 3-0 (1-0)

1-0: Heðin á Lakjuni 6

2-0: Kurt Mørkøre 82

3-0: Kurt Mørkøre 87

KÍ: Stephen Boyle ? Marek Wierbiczki, Jan Andreassen, John Hansen ? Andrzej Pacek, Arnold Joensen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Harley Bertholdsen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni

NSÍ: Dejan Milanovic ? Kári Sigvardsen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Helgi L. Petersen, Eyðstein Skipanes, Jónstein Petersen ? Kári Hansen, Christian Høgni Jacobsen.