Gud er kærleiki

Hvakk ikki sørt við, tá eg las viðmerking í Sosialinum nú 22., har ein, ið navngevur seg: John Johannesen í Leynum, viðgerð grein, sum Jens Pauli hevði í Sosialinum 11., og eina viðmerking til somu grein, sum eg hevði 18. mai, har komið varð inn á, hvørt Helviti er til ella ikki.

Eg sum kristin pástandi sjálvsagt, at Helviti er til, tí tað læra bæði bíblian og Jesus meg. Meðan Jens Pauli sýntist at halda við Williami Heinesen, sála, og mongum øðrum, at Helviti kundi ikki vera til, tað er ov ónd hugsan.

Sjálvt um eg hvakk við, so má eg siga, at eg havi eina vissa virðing fyri John, hvussu klárt hugsandi hann er og hvussu mótigur hann er. Tá tað er sagt, so má eg kortini siga, at eg eri alt annað enn samdur við honum og hansara niðurstøðum ? tvørtur ímóti.

Vit mugu minnast til, at vit ?heidningar? vóru barbarar av uppruna, og tá var eingin náði og miskunn. Tolsemið og humanisman í heiminum hava sín íblástur úr kristindóminum, og úr Jesus læru um kærleika og fri millum menniskju. Tó hava mong menniskju valt at varðveita humanismuna, men at sleppa kristindóminum, og tað er so ein onnur søk.

Eg havi verið trúgvandi í 10 ár, og eg havi bara kent Gud sum ein kærleiksfullan faðir. Annað havi eg heldur ikki hoyrt frá nøkrum trúgvandi, og tað er ikki tí, at vit ikki tora at siga annað. Var Gud óndur, so hevði eg sagt tað, men segði eg tað, so var eg lygnari, tí hann er tað ikki. Gud er góður og bara góður, tað er mín vitnisburður.

Tá eg takið saman um greinina hjá John, so kemur hann til ta niðurstøðu, at Gud er óndur. Hví? tí Gud gevur tí ónda loyvi, at virka millum okkum. ? Hetta er tó ikki óvanlig hugsan.

Hetta er annars eitt so stórt evni, at bøkur kundu verið skrivaðar um tað, so tað verður bert heilt stutt og í brotum, eg kann viðmerkja. Og tá eg viðmerki, so er tað út frá tí, eg havi lisi og granska í Guds orði, har Gud opinberar seg sjálvan og sína ætlanir.

Um Gud var veruliga óndur, so kundi Gud fyri tað fyrsta koyrt øll menniskju fortapt. Um Gud veruliga var óndur, so hevði hann ikki havt neyðugt, at sagt okkum nakað í heila tikið um seg sjálvan. Gud koyrir ikki øll fortapt, sigur Guds orð, og Gud sigur okkum um seg sjálvan.

Gud ynskir ikki ein skapning av tólmennum (robottum), lat tað vera viðmerking mín til, hví Gud skapar ein ófullkomnan skapning. Tá skapningurin ikki er tólmenni, so má hann neyturviliga kunnað hugsa og taka avgerðir. Tá skapningurin kann hugsa og taka avgerðir, so má hann neyðturviliga kunnað velja. Og valið var millum ilt og gott. Um nú Gud var óndur, so hevði hann jú vilja havt tey at vælt tað ónda. Og so høvdu tey, ið vældu tað ónda, fingið løn, men hini onga løn fingu, ella vórðu straffa. Tað mótsatta er tilfeldi. Tey, ið velja tað ónda verða straffa, og tey, ið velja tað góða fáa løn. Hetta var støðan hjá menniskjanum og hjá 2/3 av himmalsins einglum, tey vældu feil. Restin er søga.

Vit lesa í bíbliuni um tvey syndaføll. Heldur ikki einglarnir eru tólmenni, men kundu velja, og í Opinberingini 12.4 og v.9 lesa vit, at 2/3 av himalsins einglum valdu heldur tað illa enn tað góða, og vórðu kastaðir út úr Himlinum, og ferðast nú sum óndir andar í himmalhválvinum kring jørðina og á jørðini.

Av tí at einglarnir vóru betri upplýstir enn menniskjað - Teir vóru jú hjá Gudi og vistu alt, so fingu teir ikki ein nýggjan møguleika. Men tá Gud er rættvísur, so sluppu Adam og Eva og teirra eftirkomarar at velja aftur millum tað góða og tað ónda. Hetta lesa vit longu t.d. í 1. Mósebók 4.7. Gud bjóðar Káin, son Ádam og Evu, at velja millum ilt og gott. Aftur her síggja vit ein Gud, ið elskar tað góða, men hatar tað ónda. Vit kundu gingið gjøgnum alla bíbliuna og tikið dømi eftir dømi um tað sama, men tað tekur bara tíð og pláss. Men øll bíblian er eitt stórt dømi um ein Gud, ið elskar tað góða og hatar tað illa.

?Gud er kærleiki?, sigur Jóhannes tvær reisur í fyrsta brævi sínum, kap. 4. Gud opinberar seg sjálvan gjøgnum Jesus. Og eingin kann av álvara siga, at Jesus var óndur? Hann gjørdi jú bara gott ? tað søgdu øll, enntá hansara argastu mótstøðumenn. Soleiðis sum Jesus var í hesum heimi, soleiðis er Gud.

Gud vil ikki hava trælahald. Tvørtur ímóti, so kallar Gud okkum sínar synir og døtur. Jú, Gud gevur nakrar rættningslinjur ? tað hevur ein pápi rætt til. Tann pápi, ið ikki sigur sínum børnum, hvat ið er gott og ilt, hann elskar ikki síni børn. Gud elskar okkum, tí er øll bíblian eitt stórt boð um, at elska hvønn annan. Elska næsta tín, elska og hjálp tí fremmanda í landinum, elska og hjálp teimum fátæku, elska og hjálp sjúkum, og einkjum. Troysta tann syrgjandi o.s.fr. o.s.fr. Eru hetta boð frá einum óndum Gudi? Nei, tað tykkir mær ikki. Var Gud óndur, segði hann: hata, hata, hata... Gud sigur: elska, elska, elska!

Vit hava ongan rætt at siga, hvør fer í Helviti. Tó vita vit frá skriftini, at Djevulin og teir óndu einglarnir, teir ið góvu upp sín rætt og sína tign í forðum, teir fara í Helviti. Tað eru eisini teir, ið eru atvoldin til alla heimsins ólukku, saman við óndum menniskjum. Vit kunnu bert siga við bíbliuni, at Guds einglarnir skulu skilja tey óndu menniskjuni burtur frá og kasta tey í helviti. Annars stendur um dóm, har hvørt lív verður viðgjørt út frá, um tey vóru ónd ella góð. So langt kunnu vit boða Guds orð. Hvør ið er hvat, kann bara Gud siga ? ikki vit, tí bara Gud kennir hjarta, ráð og hugsanir menniskjunar.

Vit kunnu tó siga, hvør ikki fer í Helviti: Tað eru tey, sum hava sanna, at tey ikki eru nóg góð í sær sjálvum, og tí tørvar teimum Kristi rættvísi. Tá tað kemur til, um vit eru nóg góð, so vita vit tað væl best sjálvi. Ein og hvør kann spyrja seg sjálvan: Eri eg góður? Geri eg væl? Fylgi eg Jesu fyrimynd fyri, hvussu vit skulu vera? T.d. gylta reglan: ?Ger ikki móti tínum næsta, tað tú ikki vilt, at hann skal gera móti tær.? Tá eg brúki bíbliunar mátistokk fyri kærleika, náði og miskunn, so má eg siga við Paulusi: Í mær býr einki gott! Men tøkk fái Gud, at hann er so góður og kærleiksfullur, at mær tørvar als ikki at óttast kortini. Hann hevur sjálvur gjørt mær eitt rættvísi, Jesus Kristus. Mær tørvar bara at taka ímóti tí. Einki annað. Jesus er deyður fyri meg. Róm. 5.1: ?Rættvísgjød av trúgv hava vit tí frið við Gud við harra okkara, Jesusi Kristi.? Róm. 8.1: ?So er tá eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.?

Gud opinberar seg í Jesusi sum tann góða hirðan, ið ikki vil at eitt einasta menniskja skal fara fortapt. Gud opinberar seg sum faðirin at tí burturvilsta soninum, ið rennur ímóti soninum, tá hann kemur heim, hálsfevnir og kyssir hann og letur gera veitslu fyri honum. Hetta er Gud. Tann góði hirðin setur sjálvur lív sítt til fyri seyðirnar! (Jóh. 10.11) ?Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.? (Jóh.3.16.)

Takk Gud, at tú ert ein góður Gud. Vit eru av sonnum eydnusom.


Sonni Jacobsen