- Fólk hildu, at skuldu vit gera eina føroyska tíðindasending, máttu vit seta eini 70 fólk bara til tað. Bløðini vóru á tremur við lesarabrøvum, ið mutaðu ímóti. Ikki ein var positivur. Men tá ið eg kom heim um kvøldið 25. mai eftir, at fyrsta Dagur og vika hevði verið í luftini, fór telefonin at kima og hon kimaði uttan íhald út á náttina. Og øll vóru nøgd og glað, sigur Finnbogi Ísakson, ið var fyrsti verturin í Degi og viku.
Týsdagin í hesu vikuni vóru 15 ár, síðani Dagur og vika varð send fyrstu ferð. Tað var Jógvan Asbjørn Skaale, fyrrverandi stjóri í Sjónvarpi Føroya, sum á sinni heitti á Finnboga Ísakson at gera eina føroyska tíðindasending.
- Donsku tíðindasendingarnar vórðu tá endursendar í føroyska sjónvarpinum, við hvørt fleiri í senn. Sjónvarpsstjórin tók tá avgerð um, at vit skuldu hava eina føroyska tíðindasending og ikki senda tær donsku. Tá var ramaskríggj. Vit avtalaðu kortini at gera eina roynd, hóast tað var torført. Eg var einasti journalisturin, ið varð settur til uppgávuna. Teknikarin og eg kendu lítið til sjónvarp, tað var rættiliga komiskt, men vit fóru kortini í gongd.
- Útlendska tilfarið var týtt eftir førimuni, og bara at leggja myndirnar til var ókunnugt fyri okkum. Dagin fyri, sendingin skuldi í luftina, gjørdu vit útlendsku tíðindini, løgdu myndirnar til og bandaðu tey. Allan dagin eftir gjørdu við føroyska tilfarið klárt, og tosaðu tey á eitt band fyri seg, sigur Finnbogi Ísakson.
Sendingin vardi í byrjanini í hálvan tíma og varð send eina ferð um vikuna.
- Trupulleikin, tá ið vit rættiliga vóru komnir í gongd, var at avmarka tíðindaflutningin til ein hálvan tíma. Vit vóru ikki nóg kritiskir til at sálda frá.
- Tá ið høvdu prógvað, at tað bar til uttan at seta 70 fólk til uppgávuna, fánaðu lesarabrøvini burtur, og fólk tóku Dag og viku til sín. Seinni um heystið vóru Árni Gregersen og Jógvan Jespersen settir, minnist Finnbogi aftur á.
Tað var Finnbogi sjálvur, ið fann uppá, at sendingin skuldi eita Dagur og vika.
- Eg valdi heitið út frá tí, at tíðindini skuldu vera dagsaktuell, men kundu eisini vera slíkt, sum var hent í vikuni. Og navnið hevur hingið við síðani, sigur Finnbogi Ísakson.
Ingvør Nolsøe gjørdi uppskot um, hvussu inngangurin ella trailarin skuldi síggja út, og Kristian Blak gjørdi ljóð til. Hetta var tó ikki brúkt so leingi.
Hvat dámar tær Dag og viku í dag?
- Eg fegnist um menningina. Tað, vit settu í gongd, er vorðið til eina góða tíðindasending. Hon er professiónell í allar mátar, í uppseting og tekniskt líka góð sum ein og hvør útlendsk tíðindasending. Í so máta hava tey rokkið málið. Hinvegin haldi eg, at tey gera minni við føroysk tíðindi enn vit gjørdu. Vit løgdu stóran dent á tíðindi, sum útvarpið og bløðini ikki høvdu, sigur Finnbogi Ísakson at enda.










