TAÐ ljóðar heilt løgið, at løgmaður, Edmund Joensen, ikki nevndi, at ivi hevur tikið seg upp um ógegnið hjá formanninum og skrivaranum í bankakanningini, tá hann hevði fund við forsætisráðharran mánadagin [...] løgmaður skula avgjørt, hvat hendi í hesum máli, hendi einki. Hann vildi upprunaliga slettis ikki hava nakra kanning. Síðani noyddist hann at boyggja seg fyri Løgtinginum, sum vildi hava alt bankamálið [...] bankamálið kannað. UMFRAMT at løgmaður er trekur í hesum máli, fer hann eisini skeivur, tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum. Tingið hevur avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal
sakliga sagt frá ætlan Javnaðarfloksins, men viðmerkingin hjá Edmundi Joensen, løgmanni, í Dimmalætting var ikki øðrvísi enn væntað tá hann sigur, at nú hevur Javnaðarflokkurin endiliga víst seg sum ein rættan [...] skuldsettur fyri at hava víst veikleika, tí hann dyrgir eftir nøkrum sjálvstýrisatkvøðum. HIGARTIL hevur flokkurin, sambært løgmanni, riði á tveimum hestum, men nú hevur hann saðlað tann eina. Somuleiðis verður
so var hann ikki til steðar, tá fíggjarlógaruppskotið varð viðgjørt. TAð er annars tann lóg, sum er grundarlag undir rakstri samfelagsins. Og tá løgmaður so endiliga kemur á Ting, leggur hann eftir l [...] prosent av føroysku veljarunum. Alt hetta merkir, at dagarnir hjá Edmundi Joensen sum politiskur leiðari helst eru taldir, tí hann kann hvørki samskipa Sambandsflokkin ella landsstýrið. [...] NÚ sansar av álvara at hjá Edmundi Joensen, løgmanni. Atfinningarnar koma frá vinstru og høgru - frá egnum partamonnum og frá samgongufeløgum. NEYVAN nakrantíð áður hava atfinningarnar móti einum politiskum
ein avloysara til telefaxið eisini. MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og fremmant fyri mong, men útviklingurin gongur so mikið skjótt, [...] hevur áhuga í. Ynskir tú t.d. at vita, hvussu oftani fótbóltsleikarin Todi Jónsson ella Edmund Joensen, løgmaður hava verið nevndir í bløðunum seinastu vikuna, seinasta mánaðin ella seinasta árið, so
smálutir, men tá løgmaður breggjar sær so nógv av øllum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við [...] bera fram eins og vit høvdu tað undanfarna ár, tá vit høvdu viðmerkingar til røðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni. EIN nýggjársrøðu hjá Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi [...] við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann ikki, at betraða støðan skyldast ikki sambandskum handverki, men harafturímóti í stóran mun góðum fiskaprísum og mentum fiskastovnum
leiðarin av samgonguni, løgmaður sjálvur, hevur brent so nógvar brýr av! Hvussu kann ein Edmund Joensen, sum hevur fingið sær so nógvar óvinir - fyrst fór Finnbogi Arge úr flokkinum, síðani fóru javna [...] egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, sum hann hevur ?tveitt? út í kuldan! HENDA sannroynd fær okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er
at fáa Sámal Petur í Grund at virka væl og loyalt í landsstýrinum, sum hann opinbart hevur havt, tí hann gav honum sekkin, átti hann sjálvandi fyrst at vent sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trup [...] formaðurin í sambandsflokkinum aftur víst, at hann hevur torført at fáa politiska samstarvið at rigga, og hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki [...] TEY flestu halda, at grundgevingin at koyra Sámal Petur í Grund frá, tí hann hevur brúkt eitt serligt arbeiðslag í málinum um fast samband um Vestmannasund, er dekan ov grunn. OG helt løgmaður, at sjá
LOKSINS komu marknasamráðingarnar við bretar upp til politiska viðgerð. TAÐ er Edmund Joensen, løgmaður, sum hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um at fáa marknamálið upp á politiskt støði [...] a sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp. ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. [...] vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð
løgtinginum um bankamálið. Men honum líkt hevur hann hildið lágan ella ongan profil. Hann hevur roynt at leggja lok á og tiga málið burtur. Nú gevur hann tinginum skyldina, tí tað kundi biðið um orðaskiftið [...] HVUSSU leingi ætlar fólkaflokkurin sær at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu [...] orðaskiftið. MEN hvar er fólkaflokkurin? Hví hevur hann latið sambandið stýrt hesum málinum? Nú sigur Bjarni Djurholm, at løgmaður lutvíst hevur oyðilagt málið við at skriva út val og forhála tað. Jamen, Bjarni
fór at verða ein polarisering millum tjóðveldi og samband. Nú sambandsflokkurin hevur valt Edmund Joensen aftur til formann og harvið hevur givið sera sambandsku linju hansara viðhald, er neyvan hugsandi [...] nakran front í valstríðnum. Sambandið er ?yt?. Gott tað sama. Við at tvíhalda um linjuna hjá Emdund Joensen hevur sambandsflokkurin meldað seg úr tí annars uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur [...] við løgmanni á odda hevur staðið sum felagsnevnari fyri. Finnbogi Arge vildi reform á hesum økinum. Hann varð frystur út. Atli Hansen og aðrir sambandsmenn vilja broytingar, men vórðu fyri stórtapi á la