ferð teir hittust var altso í juni mánaði 1989, tá pávin var á vitjan í Norðurlondum. Hann vitjaði tá í øllum londum, uttan Føroyum og Grønlandi. Í sambandi við vitjanina í Danmark fekk Lars tvey gylt [...] Tað var spenningur í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn henda junidagin í 1989. Pávin var á vitjan í Norðurlondum og skuldi nú hava gudstænastu á hesum staði. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, bæði [...] tætta samband hansara við fólkið, sigur Lars. Undir hesi vitjanini í Norðurlondum helt pávin m.a. eina gudstænastu í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn, har Lars eisini var við. Her gjørdist Lars fult greiður
13, stk. 1. nr. 5)–6) í løgtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyrisitingina. FAKTA: Greinin í lóg um alment innlit, ið Innlendismálaráðið brúkar fyri at nokta innlit í ætlanina við Skálafja [...] einkarætt til størstu, einstøku íløgu í Føroya søgu. Tað boðaði Innlendismálaráðið sjálvt frá í tíðindaskrivi 19. apríl. Henda dagin segði Kári P. Højgaard seg vera farnan í realitetssamráðingar við ein privatan [...] um innlit í málið um Skálafjarðartunnilin. Tí eftir okkara meting hevur tað almennan áhuga at vita, hvør er í samráðingum við almennu Føroyar um at byggja, eiga og reka hesa stóru íløgu í føroyska sa
sleppa í háskúlan í Sandoynni, men tað skulu í minsta lagi vera 10 næmingar fyri at koma í gongd. Næmingarnir fara at búgva í Ísansgarði, og annars fara teir at brúka bygdaskúlan á Sandi, vera í vakstrarhúsi [...] fyrst í næsta ári hava nøkur longri skeið, sigur Tjóðhild Patursson. Nógv jørn í eldinum Nýsetti stjórin hevur roynt nógv ymiskt í lívinum. Hon hevur millum annað landbúnaðarprógv frá Búnaðarstovuni í Kollafirði [...] upp á pláss fyrst í apríl, at skúlin kundi byrja. — Vit hava sett eina millión krónur av til virksemið í 2019, soleiðis, at háskúlin í Sandoynni fær møguleika at gera nakrar royndir í ár. Hesar kunnu so
til danska Skat í august 2016. Í hesum spyr Taks donsku starvsfelagarnar um ráð um, hvussu sleppast kann undan at taka eina nýggja avgerð í skattamálinum – sum gav Eik banka 500 milliónir í skattafrádrátti [...] villleitt í málinum, so er eitt beinleiðis mótsigandi í hasum, at eitt skjal, sum grannskoðararnir hjá Eik (Spekt) vildu hava Eik at senda til Taks í sambandi við málið, gjørdist tað avgerðandi í endaligu [...] UM man kundi draga tað frá. Í fyrstu atløgu – á sumrið 2015 – eydnaðist tað eisini hjá Eik at fáa viðhald í, at man átti rætt til skattafrádráttin. Men í seinnu atløgu – í februar 2017 – var tað júst hendan
myndugleikarnir í Føroyum duga at skila, hvussu viðurskiftini í vinnuni hanga saman. Hann vísir á, at tað eina prosentið, sum í løtuni verður rindað í Trygdargrunnin av samlaða veiðivirðinum í løtuni, gevur [...] stovnsfæið í Trygdargrunninum skuldi vera 150 miljónir krónur. Hetta tal varð seinni lækkað niður í 136 miljónir krónur, men endaði heilt niðri á 50 miljónum krónum. Á fundinum í Fiskivinnuráðnum í gjár, har [...] INNTØKUTRYGD Í gjár var fundur í Fiskivinnuráðnum, sum er tilmælandi myndugleikin hjá landsstýrinum í fiskivinnumálum. Á skránni var eitt nú minstalønin hjá fiskimonnum, sum við verandi inn-og útgjaldi
fyrsta dag í skúla í 1949 í gamla Kommunuskúla í Havn, sum í dag er býráðsskrivstova. “Tolnir og minni tolnir lærarar, sum terpaðu tøl og stavsetingar við okkum. Orð lærarans vóru lóg og rættur í teimum døgum [...] at hann til tíðir sá myndina av sær sjálvum í lívinum hjá Jákupi.” Ingi Mohr var stigtakarin og oddamaðurin til hesa viðgerð, sum nú hevur verið í Føroyum í meira enn 20 ár. Um Ingi ikki sjálvur hevði [...] leiðina út í kirkjugarðin. Tá fylgi kom til kirkjugarðsgrindina stigu reiðmenninir av rossunum og fóru leiðandi við teimum inn í garðin. Rossið hjá Inga gekk fremst. Ervið varð hildið í niðara Sali í Ebenezer
Omma mín í Gøtu, Anna Katrina, var eitt av hesum fimm systkjunum á Dunganum. Húsini hjá ommu og abba, Petur Pauli Mikkelsen, í Barbustovu, vóru í býlinginum Millum Áirnar í Syðrugøtu. Omma hevði ringa [...] nógv heima, giftist tá við Peturi á Hædd í Klaksvík og búsettist har. Í 1935/36 gingu ringir meslingar, sum stavaðu frá kendu »meslingagrindini« í desember 1935 í Gøtu. Abbi varð smittaður og doyði. Um [...] mundið var mamma á sjúkrahúsi í Klaksvík og fastur okkara, Bergitta, tók ommu heim til sín. Hon doyði í 1945 í heiminum hjá Bergittu, gift við Sámal Jákupi Thomsen, við Gil, í Norðragøtu. Elspa Johanna fastir
landsliðið í fótbólti verið í Aalborg og fyrireikað seg til dystin ímóti Danmark, sum verður í kvøld klokkan 17. TV2 Sport sendir beinleiðis frá dystinum. Umstøðurnar eru góðar hjá føroyingunum í Aalborg [...] venjing var á skránni í fyrradagin, og tá ið føroyska liðið í gjárkvøldið klokkan 18 vandi á vøllinum, har dysturin verður í kvøld, var veðrið ikki gott. Summarveðrið, sum var í Danmark síðsta vikuskifti [...] og 5-1 tapum í ávikavíst Norðurírlandi og Serbia. Liðavrik krevst Tá ið vit høvdu samband við føroysku leguna í Aalborg í gjárkvøldið, var tað ikki greitt, hvussu liðið fer at síggja út í kvøld. Fundur
har hann sat sum formaður í barnaverndini í fleiri ár. - Tá vóru tað mest leikfólk í barnaverndunum, og foreldur sóu nevndirnar sum ein mótspælara og eftirlitsstovn. Men í dag er hugburðurin broyttur [...] nýggja landsstýriskvinnan í Mentamálum, Kristina Háfoss, í samband við viðgerðina hjá Sosialinum um, at mammur kenna seg noyddar at flyta børn av landinum Nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss [...] Mentamálaráðið. Vónar skjóta viðgerð av eftirskúlum Olavus Jespersen segði í grein í Sosialinum fyrradagin, at tríggjar umsøknir liggja í MMR um nýggjar eftirskúlar við børn við menningartarni. Spurd nær hon
til fyriuttan. Eg ivist í um tað yvirhøvur ber til at skapa karmar um eina modernaða vinnu í Føroyum anno 2000 uttan at lyfta hesa byrðuna við orku og møguleikum, sum liggja í tí almenna bygnaðinum! Ella [...] Vit eru komin inn í eina ónda ringrás, hava start okkum blind uppá alt tað, sum vit halda var gjørt skeivt í 80-unum, hóast tað var í 90-unum vit gjørdu skaðan, serliga tey seinastu árini. Hendan ónda [...] ringrásin endar í eini vitanarfellu, sum er væl truplari enn nøkur rentufella at lyfta seg uppúr. Í hesum leiki hava vit mist takið á modernaðu vinnukarmunum, sum vit annars eftir tógvið stríð í 50-unum, 60-unum