INNTØKUTRYGD
Í gjár var fundur í Fiskivinnuráðnum, sum er tilmælandi myndugleikin hjá landsstýrinum í fiskivinnumálum. Á skránni var eitt nú minstalønin hjá fiskimonnum, sum við verandi inn-og útgjaldi bert er 700 krónur um dagin. Áðrenn løgtingið við lóg avtók almennu mynstulønarskipanina, bygdi minstalønin á eina vanliga tímaløn á landi fyri tímarnar, sum fiskimenn vóru virknir umborð.
Fiskimenn, ið sigla við línuskipum, hava ein arbeiðsdag, sum í minsta lagi er 12 tímar um samdøgnið. Tað merkir, at tá teir eru á mynstuløn er inntøkan heilt niðri á góðum 58 krónum um tíman fyri hesar 12 tímarnar. Taka vit so alt samdøgnið, sum hesir menn eru umborð og ikki sleppa út um lúnningina á skipinum, fer lønin fyri at vera burtur heimanífrá heilt niður á 29 krónur um tíman.
Tað eru serliga limir hjá Føroya Fiskimannafelag, ið sigla við línuskipum og útróðrarmenn, sum eru raktir av hesi skerjing.
Ein sosial vanlukka
Skerda minstulønartrygdin hevur skapt stóra misnøgd millum línumenn, og tað eru skip, har fleiri mans eru farnir í land, tí tað loysir seg eins væl – ella eins illa - at ganga uppi á landi.
Føroya Fiskimannafelag hevði limafund á Muntra í Fuglafirði herfyri. Á hesum fundi var semja um, at minstalønin má upp á 1000 krónur um dagin, um nøkur meining skal vera í at sigla.
Men spurningurin er, um hini vinnufeløgini, sum eru umboðað í Trygdargrunninum, vilja ganga við til hetta, og hvussu tað skal gerast.
Orsøkin til, at minstalønin er skerd í nýggju skipanin, sum fiskimenn og reiðarar nú varða av, er, at stovnsfæið í grunninum bert var 50 miljónir krónur – og at inngjaldið, sum er 1% av samlaða veiðivirðinum, ikki verður mett at klára at bera meiri enn ásettu inntøkutrygd.
Upprunaliga var ætlanin, at stovnsfæið í Trygdargrunninum skuldi vera 150 miljónir krónur. Hetta tal varð seinni lækkað niður í 136 miljónir krónur, men endaði heilt niðri á 50 miljónum krónum.
Á fundinum í Fiskivinnuráðnum í gjár, har Fiskimannafelagið eisini hevur sítt umboð við formanninum, Jan Højgaard, var niðurstøðan hjá ráðnum at fara aftur til upprunaliga uppskotið fyri Trygdargrunnin, ið ljóðar upp á 136 miljónir krónur.
- Vit hava heitt á limirnar í Fiskivinnuráðnum um at gera sítt til at fáa meira fæ í Trygdargrunnin. Avgerðin hjá Føroya løgtingi um at taka almennu minstulønina frá fiskimonnum er í fyrsta lagið ein sosial vanlukka, sum rakar fiskimenn og teirra familjur, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Hann vísir á, at aðrar vinnur koma eisini at merkja sviðan av hesi – sum hann rópar hana – heldur illa umhugsaðu avgerðini hjá Føroya løgtingi.
- Hetta kann skjótt koma at ganga út yvir eitt nú móttøku av fiski og út yvir tey, sum veita tænastur til fiskiskipavinnuna. Hetta viðførir eisini, at færri skattakrónur vera at reka tær kommunalu tænasturnar fyri, leggur Jan Højgaard aftrat.
Føroya Fiskimannafelag mælir tí til, at ein skiftistíð verður skipað, har landskassin verður við til at síggja útreiðslurnar hjá Trygdargrunninum, til fæið er vorðið so mikið stórt, at grunnurin kann hvíla í sær sjálvum.
Sum skilst á Jan Højgaard, hevur Fiskivinnuráðið nú sent landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmælið ráðsins um, at Trygdargrunnurin fær hesar 136 miljónir krónurnar, sum upprunaliga uppskotið snúði seg um.
Trygdargrunnurin fund
Í morgun skuldi so Trygdargrunnurin á fund um viðurskiftini.
Jan Højgaard er umboð hjá Fiskimannafelagnum í grunninum, og hann sigur, at tað, sum fiskimenn í fyrsta lagi ynskja, er, at inntøkutrygdin kemur upp á 1000 krónur um dagin.
- Eingin ynskir at sita í hesum grunni, tí hann hongur ikki saman sum er. Vinnan hevur alla tíðina mótmælt, at stovnsfæið bert gjørdist 50 miljónir krónur, sum er alt ov lítið. Líkt er ikki til, at politisku myndugleikarnir í Føroyum duga at skila, hvussu viðurskiftini í vinnuni hanga saman.
Hann vísir á, at tað eina prosentið, sum í løtuni verður rindað í Trygdargrunnin av samlaða veiðivirðinum í løtuni, gevur umleið 16 miljónir krónur um árið.
- Við verandi inngjaldi og øktum útgjaldi vænti eg, at grunnurin hevði verið tómur innan eini trý ár.
Spurdur, um møguleikar eru fyri at hækka inngjaldið, sum fiskimenn og reiðarar gjalda inn í grunnin, sigur hann, at tað er trupult at meta um í løtuni.
- Tað er ógvuliga óhugaligt hjá fiskimonnum at skula rinda sína egnu løn. Vit halda heldur, at hetta er ein samráðingarspurningur millum fiskimenn og reiðarar, sum heilt avgjørt verður tikin upp til næstu sáttmálasamráðingar. Vinnufeløgini mugu undir næstu samráðingum skipa seg ógvuliga væl, tí tað ber illa til at fara í verkfall móti landsstýrinum. Tað er ikki uttan so, at fiskimenn noyðast til skips fyri eina løn, sum liggur undir fátækramarkinum – og tað man líða væl, soleiðis sum støðan er í løtuni. Verandi inntøkutrygd á 700 krónur um dagin er einki at bjóða fólki, sum stríðast á havinum, leggur hann aftrat.
Jan Højgaard sigur, at fiskimenn rættiliga kenna á sær, at politiski myndugleikin hevur reyvrent teir við avtøku av almennu minstulønartrygdini, eins og lyftini um eitt størri stovnsfæ í grunnin ikki als ikki hildu.
- Vit halda, at hesin parturin av vinnupolitikkinum er totalt illa og ábyrgdarleyst stýrdur, og vit halda eisini, at politiski myndugleikin við hesum sagar greinina av, sum samfelagið hvílir á. Her er als eingin realitetssansur í politisku skipanini, sigur hann.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir á, at tað eru í løtuni eini 18 línuskip, har hvørt skipið er mannað við umleið 14 monnum.
- Herfyri vóru nakrir túrar, har menn sigldu fyri minstuløn, og tað er greitt, at hetta skapar eina ovurstóra misnøgd við verandi inntøkutrygd, sigur Jan Højgaard at enda.