Jón Brian Hvidtfeldt
Um 10 yrkadagar er juni mánaður farin afturum, og suðringar og onnur við farin at halda Jóansøku.
Um 10 yrkadagar hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, svarað einum grein-52 fyrispurningi frá formonnunum í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. 10 yrkadagar er freistin at svara grein-52, og hesar dagar ætlar landsstýrismaðurin sær at brúka á tamb, áðrenn svarið verður latið.
Men áðrenn hesir somu 10 yrkadagar eru farnir, er avtala gjørd um einkarætt til størstu, einstøku íløgu í Føroya søgu.
Tað boðaði Innlendismálaráðið sjálvt frá í tíðindaskrivi 19. apríl. Henda dagin segði Kári P. Højgaard seg vera farnan í realitetssamráðingar við ein privatan íleggjara um at byggja, fíggja og reka ein Eysturoyartunnil. Víðari segði ráðið, at ”bera samráðingarnar á mál, verður ein treytað avtala um einkarrætt gjørd áðrenn Jóansøku í ár.” Eisini boðaði landsstýrismaðurin frá, at eftir ætlan verður koyrandi gjøgnum nýggja Skálafjarðartunnilin í 2018.
Vandamikil almenningur
Eftir fráboðanina úr Innlendismálaráðnum bað Sosialurin beinanvegin um innlit í málið um Skálafjarðartunnilin. Tí eftir okkara meting hevur tað almennan áhuga at vita, hvør er í samráðingum við almennu Føroyar um at byggja, eiga og reka hesa stóru íløgu í føroyska samferðslukervið. Eisini meta vit tað hava almennan áhuga at vita, hvørjar fíggjarligar metingar og útrokningar liggja til grund fyri hesa íløgu. Men svarið úr Innlendismálaráðnum var kategoriskt noktandi. Almenningurin skal einki hava at vita.
Innlendismálaráðið vísti á, at ráðið er í eini samráðingartilgongd um treytir fyri at lata einum samstarvsparti einkarætt til hesa tunnilsverkætlan. Ráðið førdi fram, at tað ber ikki til at føra slíkar samráðingar alment, tí tað kann ávirka úrslitið til tað verra. Í ringasta føri kann tað forkoma ætlanini, segði Innlendismálaráðið í síni grundgeving fyri at nokta almenninginum innlit.
Fjølmiðlar hava í fleiri umførum spurt Kára P. Højgaard um hesa stóru tunnilsætlan, men landsstýrismaðurin hevur ongantíð vilja kunnað almenningin um nakað.
Spyrjandi andstøða
Formenninir í stóru andstøðuflokkunum eftirlýsa somuleiðis kunning um málið. Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen hava sett Kára P. Højgaard seks spurningar um ætlanina. Formenninir vilja millum annað hava at vita, hvat privat felag talan er um, hvussu langt samráðingarnar eru komnar og hvørjar treytirnar eru. Spurningarnir vórðu settir sum grein-52 spurningar, og við útvarpið leygardagin segði Kári P. Højgaard, at hann ætlaði sær at brúka 10 dagar at svara.
- Ja, formelt hevur landsstýrismaðurin 10 dagar, men vil Kári P. Højgaard málinum væl, so svarar hann beinanvegin, sigur Høgni Hoydal ídag.
Formaðurin í Tjóðveldi er fortørnaður, tí sambært honum hevur andstøðan líka til nú tikið tað fyri givið, at málið kemur aftur í løgtingið.
- Men nú hoyra vit sum slatur, at landsstýrismaðurin ætlar sær bara at skriva undir milliardasáttmála vit eitt felag, ið eingin veit nakað um, uttanum løgtingið. Tað er fullkomuliga burturvið, og tí seta vit spurningarnar nú, sigur Høgni Hoydal.
Sambært formanninum í Tjóðveldi er málið fult av gitingum, av tí einføldu orsøk, at landsstýrismaðurin hevur fullkomuliga lagt lok á málið.
- Eitt nú frættist, at privata felagið skal hava einkarætt í 50 ár. Er tað veruliga so, og hvørjar eru so fíggjarligu útrokningarnar aftanfyri tað, spyr Høgni Hoydal.
Í fyrispurninginum til landsstýrismannin vísa Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen á útrokningar í nýggjastu samferðsluætlanini hjá Landsverki, ið siga at eyka kostnaðurin fyri føoyska brúkaran verður 800 milliónir krónur, um eitt privat felag fær rættin til uppgávuna, heldur enn tað almenna.
- Sjálvandi kemur einki, útlendskt privat felag til Føroya at gera samferðsluíløgur fyri meira enn eina milliard, uttan at pengar eru at tjena. Men uppgávan hjá landsstýrismanninum er at tæna almenninginum í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Prestiguprojekt
Tað var á vári í fjør, at landsstýrið enn einaferð gjørdi av at bjóða Skálafjarðartunnilin út til privat at byggja, eiga og reka.
- Nú er hetta málið blivið til eitt persónligt prestiguprojekt hjá einum landsstýrismanni, sum partú vil hava sítt navn á tunnilin, hóast tað í ringasta føri kann kosta føroyska brúkaranum hundraðtals milliónir krónur í eyka kostnaði næstu nógvu árini, sigur Høgni Hoydal.
Í løtuni sær út til til, at landsstýrismaðurin kann skriva undir avtalu um einkarætt til Skálafjarðartunnilin við privat felag, áðrenn almenningurin og andstøðan á løgtingi fær nakað at vita um málið. Sambært Høgna Hoydal er andstøðan, og løgtingið í síni heild, hildin púrasta uttanfyri.
- Vit vita ikki eingongd, hvør samráðist vegna almennu Føroyar. Hvørja serfrøði brúkar landsstýrismaðurin. Hetta tykist alt meira sum ein desperat handling hjá einum landsstýrismanni, sum koyrir solo uttan um løgtingið, sigur Høgni Hoydal.
FAKTA
-Grundgeving hjá Innlendismálaráðnum fyri at nokta innlit í málið:
Innlendismálaráðið er í eini samráðingartilgongd um treytir fyri at lata einum samstarvsparti einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, og ikki ber til at føra slíkar samráðingar alment. Um givið verður alment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av samráðingunum til tað verra, og í ringasta føri kann tað forkoma ætlanini.
Tí kann Innlendismálaráðið tíverri ikki kann ganga umbøn tygara á møti. Avgerðin er vísandi til oman fyri nevndu orsøk grundað á § 13, stk. 1. nr. 5)–6) í løgtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyrisitingina.
FAKTA:
Greinin í lóg um alment innlit, ið Innlendismálaráðið brúkar fyri at nokta innlit í ætlanina við Skálafjarðartunnlinum:
§ 13. Rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna ella privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið