Vindeygað er víðopið

Nógvir umboðsmenn fara at fylgja við, tá ið Danmark og Føroyar í kvøld fara at dystast í Aalborg, har fyrireikingarnar hava gingið væl

Síðani týskvøldið hevur føroyska U-21 landsliðið í fótbólti verið í Aalborg og fyrireikað seg til dystin ímóti Danmark, sum verður í kvøld klokkan 17. TV2 Sport sendir beinleiðis frá dystinum.
Umstøðurnar eru góðar hjá føroyingunum í Aalborg, men veðrið hevur ikki verið so gott. Ein venjing var á skránni í fyrradagin, og tá ið føroyska liðið í gjárkvøldið klokkan 18 vandi á vøllinum, har dysturin verður í kvøld, var veðrið ikki gott. Summarveðrið, sum var í Danmark síðsta vikuskifti, er horvið. Hitalagið liggur nú um 12 stig, tað hevur regnað nógv hesar seinastu dagarnar, og fyrstu løtuna, tá ið spælararnir vóru á Energi Nord Arena í gjárkvøldið, var vátaslettingur.
Ætlanin var, at spælararnir skuldu fara gongutúr eftir døgurða í gjár, men teir vendu til hús aftur, tí tað regnaði so avbera illa.
Annars verður lagið sagt at vera gott í føroysku leguni, og spælararnir verða sagdir at vera sera uppsettir, nú teir bíða eftir avbjóðingini í Danmark.
Flytingarvindeygað verður opið aftur eftir ársskiftið, og tað er altíð stórur áhugi fyri at síggja danska U-21 landsliðið. Umboðsmenninir møta væl upp, og tað kann gott vera, at møguleiki verður fyri onkrari sølu og onkrum keypi.
Hesin veruleikin ber við sær, at tað eisini verður møguleiki hjá føroysku spælarunum at vísa, hvør dugur er í teimum.

Jóan Símun í hopla
Undir venjingunum hava teir í føroysku leguni lagt til merkis, at Jóan Símun Edmundsson, sum umboðar Newcastle, og sum seinastu tíðina hevur verið fastur fremsti maður á a-landsliðnum, er rættuliga væl fyri.
Jóan Símun stríðist fyri at sleppa framat í Newcastle. Kappingin er sera stór, og higartil hevur tað ikki eydnast at sleppa framat á besta liðnum. Tað er eisini torført at stríða seg til fast pláss á næstbesta liðnum.
Í kvøld hevur Jóan Símun, sum verður fremsti maður á føroyska liðnum, møguleika at gera um seg og harvið kanska at spæla seg til sáttmála við okkurt felag í superliguni.
At Jóan Símun er skjótur, sterkur, hevur góðan bóltførleika og er stinnur taktiskt ber við sær, at fyritreytirnar hjá landsliðnum hesa ferð eru so nógv betri, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar, tá ið tað er endað við 4-0 og 5-1 tapum í ávikavíst Norðurírlandi og Serbia.

Liðavrik krevst
Tá ið vit høvdu samband við føroysku leguna í Aalborg í gjárkvøldið, var tað ikki greitt, hvussu liðið fer at síggja út í kvøld. Fundur verður eftir middag fríggjadagin, og tá verða spælararnir kunnaðir um, hvørjir ellivu fara at byrja inni, og hvørjir tveir av teimum tjúgu verða sendir út millum áskoðararnir at sita.
Tað tykist tó greitt, at Teitur Gestson verður millum stólparnar, og at teir fýra í verjuketuni vera René S. Jacobsen, Rógvi Holm, Erling Jacobsen og Viljormur Davidsen. Alt bendir á, at Róaldur Jacobsen og Hallur Hansson vera sentralir miðvallarar, og Jóan Símun Edmundsson verður fremsti maður.
Spurningurin er, hvør verður framfættaður sentralur miðvallari, og hvørjir fara at manna ódnirnar í borðunum báðum. Møguleiki er fyri, at Gunnar Zachariasen verður framrættaður miðvallari, og at Høgni Eysturoy verður í høgra borði. Tað kann hugsast, at síðuplássið í vinstru verður mannað við Klæminti A. Olsen ella kanska Gilla Sørensen, men hetta eru bara gitingar.
- Vit hava fokuserað á eitt nú støðurnar, sum bóru mál við sær í Norðurírlandi og í Serbia. Spælararnir vilja ógvuliga fegnir byrgja upp fyri, at mistøk av tí slagnum, sum bóru 0-4 og 1-5 við sær, fara at endurtaka seg, og tað rokna vit ikki við, at tey fara at gera, sigur annar av føroysku venjarunum, Bill Jacobsen, úr Aalborg.
- Vit hava eisini sæð brot úr dystinum í Føroyum, tá ið vit megnaðu javnleik ímóti Norðurírlandi. Hetta er við til at seta spenning í, og spælararnir leingjast eftir avbjóðingini, sigur Bill Jacobsen, sum enn eina ferð undirstrikar, at um tað eydnast at fáa keturnar at hanga saman og at minka um talið á persónligum mistøkum, so eigur møguleikin ikki at verða avskrivaður:
- Tað hevur ikki minst týdning, hvussu fyrri parturin av 1. hálvleiki lagar seg. Um tað eydnast at halda tætt fyrstu løtuna, so fer tað at styrkja um okkara støðu og sjálvsálit, tí tá fer mótstøðuliðið at kenna tíðina renna undan, meðan hon fer at arbeiða fyri okkum. Men nú fáa vit at síggja.

Eyðkenda konseptið
Sum vit søgdu í blaðnum mikudagin, so er Morten Wieghorst nýggjur venjari hjá danska liðnum.
Spælikonseptið er nett tað sama, sum Morten Olsen hevur praktiserað á landsliðnum síðani 2000. Uppstillingin er 4-3-3. Síðuspælararnir liggja heilt frammi, og vongverjarnir eru óførir at bjóða seg til.
- Teir fara at toga spælið heilt út í borðini, og so verður okkara setningur at floyta liðið úr borði og í borð og at byrgja uppfyri. Vit eiga alla tíðina at vera tilvitaðir um, at tað er møguleiki at leypa á í borðunum, tá ið vongverjarnir vera frammarlaga staddir.
Nógv teir flestu mótstøðumenninir umboða lið í superliguni, og tað fer ivaleyst í framtíðini at vera meiri at frætta frá ungu monnunum. Kendasti av teimum man vera Andreas Laudrup, sonur Michael Laudrup.
Tað er ókeypis at møta upp til dystin, og fleiri føroyingar í eitt nú Aalborg og Århus ætla sær at hyggja at. TV2 Sport letur upp fyri dystinum klokkan 17 føroyska tíð.