Liggur mínum hjarta nær sigur Háfoss
Ein greið ætlan og eitt greitt menningartilboð eigur at verða bjóðað hvørjum barni, ið hevur serligan tørv. Hetta sigur nýggja landsstýriskvinnan í Mentamálum, Kristina Háfoss, í samband við viðgerðina hjá Sosialinum um, at mammur kenna seg noyddar at flyta børn av landinum
Nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, sigur, at umstøðurnar hjá børnum við serligum tørvi, eru eitt mál, sum liggur hennara hjarta nær.
- Familjur, ið hava børn við serligum tørvi, hava frammanundan so nógvar byrðar í dagligdegnum, at tey hava ikki eisini tørv á, at skula stríðast við almennu skipanina fyri at fáa eitt nøktandi tilboð, sigur Kristina Háfoss. Hon heldur tí, at ein greið ætlan og eitt greitt menningartilboð eigur at verða bjóðað hvørjum barni, ið hevur serligan tørv.
- Fólkaskúlin er fyri øll. Men samstundis eru øll børn ymiskt. Neyðugt er tí, at hava ymisk tilboð – bæði úti í fólkaskúlanum, men er eisini neyðugt við sjálvstøðugm skúlatilboði til tey børn, ið hava tørv á serstøkum tilboði
Kristian Háfoss vísir á, at samgongan hevur sett sær sum mál í samgonguskjalinum, at námsserfrøðiliga ráðgevingin kring landið verður styrkt, at greiningarmiðstøð fyri børn við serligum tørvi verður skipað í samstarvi millum Mentamálaráðið og Almanna- og Heilsumálaráðið, at Skúlin á Trøðni verður umskipaður og styrktur í samráð við leiðslu, starvsfólk og foreldur, og at dagstovnaøkið verður lagt undir Mentamálaráðið.
Vónar skjóta viðgerð av eftirskúlum
Olavus Jespersen segði í grein í Sosialinum fyrradagin, at tríggjar umsøknir liggja í MMR um nýggjar eftirskúlar við børn við menningartarni. Spurd nær hon væntar, at hesar umsøknir verða svaraðar, sigur Kristina Háfoss, at hon hevur biðið embætisfólkini um, at meta um fyrimunir og vansar við ymsu tilboðunum – og gera tilmæli, og svar verður sent umsøkjarunum so skjótt sum møguligt.
Hon staðfestir, at føroysku tilboðini til børn við menningarórógv eru ikki nøktandi í dag.
- Her mangla enn tilboð, og vil eg gera mítt til, at vit fáa eitt skúlatilboð til føroysk børn við ADHD og líknandi trupulleikum, staðfestir landsstýriskvinnan í Mentamálum.
Hon væntar eisini, at tað at dagstovnaøkið verður lagt undir mentamálaráðið fer at gera tað møguligt, at leggja langtíðarætlanir frá tí, at børn byrja í vøggustovu, til tey eru liðug við lesnað.
Strøm vil skapa betri heildartilboð
Hjálpin til børn við menningarórógv er í ov stóran mun bundin at paragraffum, sum forða heldur enn stuðla, viðgongur landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum. Hann hevur sett arbeiðsbólk, sum skal hava eitt uppskot klárt í juni um verulig føroysk heildartilboð.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, ynskir at skapa umstøður í Føroyum, sum gera tað óneygugt at senda børn við menningarórógv av landinum at ganga í skúla.
Men henda íløga skal byggja á eina heildarlýsing av føroyska tørvinum. Til hetta hevur hann sett ein arbeiðsbólk, sum skal koma við einum uppskotið í juni í ár. Hesin arbeiðsbólkur skal gjøgnumganga øll málini í skipanini, har børn verða send niður.
- Útgreiningin skal brúkast sum grundarlag fyri at uppbyggja fakligar kompetensur heima hjá okkum sjálvum og skapa neyðugu fysisku karmarnar, so at vit sjálvi kunnu hjálpa hesum børnum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann viðgongur eisini, at lógarverkið í dag er ein forðan fyri hjálp, tí alt arbeiðið er bundið at heimildum í antin barnarverndarlógini ella forsorgarlógini. Einasti núverandi stovnur, sum arbeiðir eftir báðum lógum er Familjuhúsið í Sandágerði.
- Viðgerðin eftir forsorgarlógini eru ofta trupul og langdrigin, og vit vera noydd at gera nakað við hetta, so tað er tørvurin og ikki paragraffirnar verða avgerandi, sigur landsstýrismaðurin.
Nýggj barnaverndarlóg gjørt mun
Hans Pauli Strøm sigur, at grundin til, at hann hevur sett arbeiðsbólkin og hevur sett sær sum mál at bøta um tilboðini til børn við menningarórógv, er at nýggja barnarverndarlógin hevur skapt eitt betri yvirlit, tí øll málini í dag fara í gjøgnum høvðusbarnaverndina.
- Nýggja barnaverndarlógin hevur havt sera jaliga ávirkan, tí hon hevur skapt møguleikar fyri einum betri eftirspæli í føroysku skipanini, samstundis sum hon hevur skapt eitt størri medvit millum bæði starvsfólk og foreldur um, at tað eigur at bera til at hjálpa slíkum børnum.
Hans Pauli Strøm hevur sjálvur royndir frá barnaverndararbeiði úr Vestmanna, har hann sat sum formaður í barnaverndini í fleiri ár.
- Tá vóru tað mest leikfólk í barnaverndunum, og foreldur sóu nevndirnar sum ein mótspælara og eftirlitsstovn. Men í dag er hugburðurin broyttur, barnaverndirnar eru professionellar og foreldur síggja tær sum ein viðspælara í stremban teirra at geva børnunum eitt gott lív.
Familjuhúsið skal umskipast
Leiðarin á Familjuhúsinum í Sandágerði fór frá fyrsta februar, og Almannastovan hevur ikki søkt eftir nýggjum leiðara. Hans Pauli Strøm sigur, at Almannastovan hevði útsett setanina til nýggja landsstýrið var skipað, tí tørvur er á at gera nýggjar rætningslinjur fyri stovnin. Familjuhúsið varð sett á stovn fyri børn undir skúlaaldur, men hevur ongantíð virkað eftir ætlan, tí tørvurin vísti seg ikki at vera stórur til júst hendan aldursbólkin. Kortini lýsir Hans Pauli Strøm stovnin sum eina success, tí stovnurin hevur arbeitt við skúlabørnum. Ein av hesum børnum er Jónhild, dóttir Evy Danielsen, sum segði sína søgu í Sosialinum. Sum skilst á landsstýrismanninum, er ætlanin nú at umskipa Familjuhúsið, so tað passar betri til verandi virki, tað vil siga, at stovnurin skal virka sum eitt heildartilboð til skúlabørn við menningarórógv. Hetta skal gerast í samstarv við Mentamálaráðið