Íverksetin fer at arbeiða við mold og mati

– Hetta er ein háskúli, har mold og matur verður sett í hásæti, sigur Tjóðhild Patursson, stjóri á nýggja háskúlanum í Sandoynni. Nýsetti stjórin hevur nógv jørn í eldinum og er millum annað hagfrøðingur, sosiologur, sjónleikari, landbúnaðarfólk, íverksetari, kreativur matgerði og harafturat hevur hon saman við øðrum júst vunnið Embla matvirðislønina

Í vár varð greitt, at ein nýggjur háskúli fór at síggja dagsins ljós. Talan var um ein háskúla, har landbúnaður og matur er høvuðsgrundarlagið. Men dentur verður eisini lagdur á umhvørvi og at hugsa grønt. Skúlin hevur ikki fingið navn enn.

Fyri stuttum varð Tjóðhild Patursson úr Nólsoy sett í stjórastarvið.

– Eg byrji ikki í starvinum fyrr enn 1. juli, so eg veit ikki heilt enn, hvussu alt verður. Í fyrsta umfari fara vit tó at hava nøkur styttri skeið, men vónandi kunnu vit fyrst í næsta ári hava nøkur longri skeið, sigur Tjóðhild Patursson.

Nógv jørn í eldinum

Nýsetti stjórin hevur roynt nógv ymiskt í lívinum. Hon hevur millum annað landbúnaðarprógv frá Búnaðarstovuni í Kollafirði, hon hevur lisið sosiologi og hagfrøði, og hon hevur undirvíst í hagfrøði á Setrinum. Hon hevur verið virkin í sjónleiki, og hon hevur gjørt nógv við myndatøku. Síðstu árini er hon mest kend sum annar av persónunum aftanfyri Gimburlombini í Nólsoy, sum er ein matstova, ið er vorðið eitt matferðamál hjá bæði føroyingum og útlendingum.

Embla-virðislønir

Fyri stuttum vunnu Gimburlombini Embla-virðislønina sum norðurlendska matferðamálið. Sagt varð millum annað, at tey framúr nýhugsandi fólkini handan Gimburlombini í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av samlaðu ferðavinnuupplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða. Hetta verður gjørt á ein sera nýhugsandi og nýmótans hátt.

Hinir føroyingarnir, sum vunnu eina Embla-virðisløn, var Veltan í Sandoynni. Tey fingu virðislønina norðurlendski rávøruframleiðarin fyri verkætlanina Grøna Oyggin, sum framleiðir føroyskt grønmeti á Sandi. 

Nú eru tað júst nakrir av persónunum aftanfyri Gimburlombini og Veltuna, ið standa á odda fyri nýggja háskúlanum, Katrin Petersen, sum nevndarforkvinna og Tjóðhild Patursson sum stjóri.

Matinnuvatión
Arbeitt skal verða við matinnuvatión á nýggja háskúlanum.

– Eg havi nokk so fitt av royndum við matgerð. Eg vænti at kunna brúka fleiri av teimum royndunum til møgulig skeið, vit kunnu hava á háskúlanum. Til dømis matskeið, bakiskeið, skeið at nýta mjólkaúrdráttir, plantulitingarskeið og annað, sigur Tjóðhild Patursson.

Hon sigur seg eisini hava eitt stórt netverk av fólki, sum hava royndir innan ymiska matgerð, har hon kann fáa fólk inn at undirvísa.

Mold

– Háskúlin hevur sítt grundstøði í Sandoynni, og har eru longu fleiri fólk, ið hava fingið sær royndir gjøgnum Veltuna. Allar tær royndirnar ynskja vit eisini at gera brúk av á háskúlanum, og eg ynski eisini at fáa aðrar persónar við, ið hava vitan og royndir, sum kunnu geva nakað víðari, sigur Tjóðhild Patursson.

Næmingarnir á nýggja háskúlanum vera tí eisini við í landbúnaðinum á ymiskan hátt. Tá ið árstíðin er at seta niður, at fletta og heysta verða næmingarnir við í tí arbeiðinum. Arbeitt verður eisini við upptøku og tilgerð av mati. Dentur verður lagdur á alt tað, ið kann vaksa og heystast í Føroyum, og matur, ið kann gerast av hesum. Annað verður tó eisini tikið uppí.

– Vit royna at gera alt frá grundini av. Tí verður arbeitt við súrdeiggi, turking, salting og súrgan. Tað verður ein háskúli, har vit royna at viðgera alt, ið fæst úr moldini og av jørðini, sigur Tjóðhild Patursson.

Fýramánaðarskeið

Ætlanin er at hava fýramánaðarskeið tvær ferðir um árið. Tað er ikki nakað aldursmark fyri at sleppa í háskúlan í Sandoynni, men tað skulu í minsta lagi vera 10 næmingar fyri at koma í gongd.

Næmingarnir fara at búgva í Ísansgarði, og annars fara teir at brúka bygdaskúlan á Sandi, vera í vakstrarhúsi, samstarva við bøndur í økinum og aðrastaðni kring landið og á útoyggj og annars at vera úti í bø og haga.

– Vit hava eisini hitapottar, og harumframt eru frálíka vakur sandur á Sandi. Har er gott at vera, sigur Tjóðhild Patursson.

 

Royndarár

Lýst verður seinni í summar, hvørji skeið nýggi háskúlin í Sandoynni fer at bjóða út.

– Tað eru fleiri, ið hava spurt seg fyri og sum eru áhugað at koma á nýggja háskúlan. Í fyrsta umfari fara vit tó at hava styttri skeið, so at vit fáa nakrar royndir og fáa tíð at fyrireika longru skeiðini, sigur Tjóðhild Patursson.

Hóast hon nú fer at byrja sum stjóri á nýggja háskúlanum, so fer hon eisini í framtíðini at halda á við Gimburlombunum.

– Gimburlombini fylla serliga nógv um summarið, men ikki so nógv aðrar tíðir á árinum. Vit hava eisini onnur fólk at hjálpa okkum við tí verkætlanini, sigur Tjóðhild Patursson.

Fígging bara til eitt ár

Landsstýriskvinnan við undirvísingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, segði soleiðis, tá ið tað formliga var komið upp á pláss fyrst í apríl, at skúlin kundi byrja.

— Vit hava sett eina millión krónur av til virksemið í 2019, soleiðis, at háskúlin í Sandoynni fær møguleika at gera nakrar royndir í ár. Hesar kunnu so verða grundarlag undir at skipa ein fastan landbúnaðarháskúla í Sandoynni, sum kann virka alt árið og hava høvuðsdent á matvørutilfeingi, dyrking, framleiðslu og gróður í føroysku náttúruni, segði Hanna Jensen.

Tjóðhild Patursson hevur gjørt sær sínar tankar, so at fíggingin eisini kann halda á í komandi ár.

– Vit fara at gera eitt tilboð sum er spennandi og kreativt, og vit vóna, at tað kann vekja áhuga hjá fólki, so at tey fara at ynskja at koma á háskúlan, sigur Tjóðhild Patursson.