við í. Av hesum kunnu nevnast Eysturoyar Ellis- og røktarheim, Eysturoyar søgu, ymisk fornminnir, Bláa Kross, Ungdóm og ferðsla, ymisk góðgerandi feløg, og uttanlands, stuðla sjúkrahúsbygging á Sri Lanka [...] Vatnbrunnar í Indien, skúlar í Thailandi og ikki minst hjálp til sjónveik og blind í triðja heiminum o. a.. Hetta hevði ikki lati seg gjørt uttan tykkara stuðul og tøkk skulu tit hava fyri tað, sigur Lions [...] ýningar og flest allar í Havn. Tí helt L.C. Eysturoy tað vera eitt gott hugskot at royna at hava eina í Eysturoynni. Undirtøkan var so sera góð, bæði frá teimum sum høvdu hug at stilla út, og frá teimum
fólk høvdu teknað seg til Net-Upp, og komu tey øll við egnari teldu til LAN-ballið. Nú skuldi spælast, og tað væl og leingi. Kappingin byrjaði fríggjadagin klokkan 19, og seinasta teldan varð ikki sløkt fyrrenn [...] Tað er eitt vælkent fyribrigdi millum ung fólk í Føroyum og kring allan heim. Tey taka teldu í hendi og savnast í felagshølum, har teldurnar verða settar saman við káplum. Síðani verða ymisk spøl sett [...] Kappast varð í fýra ymiskum telduspølum: Starcraft, sum er eitt strategispæl, og í skjótispølunum Call of Duty, Counter Strike, og Unreal Tournament 2004. Bergur Strøm sigur, at meirilutin av luttakarunum
iansen nýggjársaftan 1950, og hava tey sostatt verið gift í 56 ár, tey eiga børnini Annelin og Kára, seks ommubørn og eitt langommubarn. Palma er sera góð við ommubørnini og elskar at hugna um tey. Børnini [...] heima hjá ommu og abba - tað er fáur dagur har ongin teirra vitjar. Palma hevur altíð verið handilskona, og hetta starv dámdi henni ógvuliga væl. Henni dámdi væl at hava við fólk at gera og dugdi væl at [...] Hon var yngst av 13 systkjum, har bert hon og beiggin Kristian Rasmussen á Skála eru eftir á lívi. Sum 15 ára gomul kom Palma til Havnar at tæna og at ganga á handilsskúla um kvøldið. Hóast hon hevur búð
hetta virkaði sera forráðandi uppá áskoðarar, ofta børn og ung. Tað, sum heiðið er, er at vit venja okkum til tað ræðuliga og ómenniskjansliga og so smátt byrja at góðtaka tað. Søgan hevur ótald dømi – [...] nevnt eru fullkomuliga óhóskandi og ósameinlig við eitt nútímans demokratiskt samfelag. Tað hevði verið gott, um Kaj Leo kom fram og boðaði frá, at hann hevði mistikið seg og at hann sjálvsagt ikki undir nøkrum [...] miðaldarligt barbarí enn um fólkaræði og humanismu 2007. Við hesum í huga kann ein ikki annað enn øtast yvir støðuna hjá formanni Sambandsflokksins. Hvat hugsar maðurin og hvørji øld livir hann í? Er tað veruliga
ment seg til at vera eitt slag av sosialum arbeiði fyri ung og eisini innan fyri aðrar listagreinir so sum tónleik, dans og rørlur í heila tikið og so eisini drama. Har amatørleikurin hjá okkum meira fokuserar [...] Listastevnan -Tú kendi mentalitetin og stemningarnar, ja ta spontanu og einføldu gleðina aftur gjøgnum náttúruupplivili og sang í hesum írska leikinum. Tað, sum gav nakað eyka, var at kunna síggja, hvussu [...] man roynir at sameina professionalismu og amatørarbeiði. Tað hava so verið sera professionell fólk sum vegleiðandi konsolentar ella instruktørar, koreografar og útbúnir tónleikar sum íblástur til slíkan
Sendingarnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vaglið, Ver, Geykn, Alpha Proxima og popp service, bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Men tað kemst tó ikki uttan um, at best dámdu og mest virdu sendingarnar [...] Manningin hevur verið skiftandi hesi árini. Fyrst vóru tað Heðin og Birgir, síðan Heðin og Heri og seinast tríggjar vetrarnar hevur Rúni Jákupsson verið annar av ravnavertunum. Heðin Arge hevur tó verið við øll [...] einasta útvarpsrásin í landinum. Nei, nú eru bæði Lindin og Rás 2 komin uppí leikin, so kappingin harðnar alsamt. Men kapping er sunn verður sagt, og kanska er nakað um tað. Í hvussu so er hevur Útvarp Føroya
garligt samstarv millum Musikkskúlan og Skúlan á Fløtum. Tónleikaundirvísingin er í skúlatíð og fylgir tímatalvuni og skúlaárinum. Hetta er frá 1. til 4. flokk og kostar 5.000 krónur um árið. Tað er enn [...] ítróttarásir í 8. og 9. flokki, har børnini skulu uppfylla treytir fyri at sleppa inn. • Tú skalt vera limur og virkin í einum ítróttafelagi. • Tú skalt leika við einum liði í lands- og steypakapping fyri [...] runt har. Og tað, sum er hent í H71 seinastu árini, er fullstendiga garvilt. Tað er fantastiskt. Men eg haldi, at vit skulu ansa eftir við at gera fólkaskúlan til ein eliteran fólkaskúla og býta fólk upp
verður skírishósdag til og við páskadag 6.-9. apríl. Møti verður hvørt kvøld kl. 20.00 í Meinigheitshúsinum, har ung í Havnini og úr øllum landinum eru boðin vælkomin at vitja og forvitnast. Meira kunning [...] fleiri ferðir áður og eru tí ikki ókend um okkara leiðir. Grace er stovnari og leiðari á eini hjálparmiðstøð fyri kvinnur, ið hava verið úti fyri harðskapi av serlia grovum slag og sum eru vorðnar við [...] eisini til páskastevnuna í fjør, og hesuferð kemur kona hansara Grace Goeda eisini við til Føroyar. Tey bæði arbeiða sum undirvísarar hjá felagsskapinum Youth With A Mission og gera nógv hjálpararbeiði millum
Umleið 1100 ung luttøku í kanningini, sum vísti, at føroyska ættarlið Z hevur altruistisk og sosial arbeiðsvirðir. Hetta merkir, at unga ættarliðið søkir arbeiðir, ið tey meta vera gagnlig og gevandi fyri [...] (fødd 1995-2010), ættarlið X (fødd 1960-1979) og ættarlið Y (fødd 1980-1995) Ein góður arbeiðsmarknaður hevur jaligar ringvirkningar fyri alt samfelagið og tað er tí gevandi fyri allar partar, at vit øll [...] hægri krøv til sítt arbeiðspláss, og tað er tí neyðugt hjá arbeiðsgevaranum, at gerast tilvitaður um hvussu hann kann skapa eitt arbeiðspláss, sum ymisku ættarlið trívast og mennast í. Fyrstu liður í verkætlanin
elagnum. Týðandi er at vera andaliga og menniskjansliga fevnandi í hugsan og verki. Ein prest, ið kennir líkleikan og munin á eini kirkju og einum skúla. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at tey fóru [...] vanligari kirkjutíð og sergudstænastum í skúlans nærumhvørvi. – Vit ynskja ein prest, sum hevur lívsroyndir og førleikar at møta teimum lesandi við teimum avbjóðingum, sum kunnu vera millum ung í nútíðarsamfelagnum [...] Fólkakirkjan í lýsingini. Virkisøkið hjá hesum presti er miðnámsskúlarnir og yrkisskúlarnir í Føroyum. Málbólkurin er næmingar á miðnámi og yrkisskúlunum kring landið. Arbeiðið verður skipað í neyvum samstarvi