Fútatorgið skal hugna um Kongabrúnna

Nú tað so smátt fer at vára, verður eitt torg gjørt niðanvert Áarstovu, so fólk kunnu sita uttan fyri og hugna sær

Tað gerst alt meiri vanligt, at matstøð og skeinkistøð skapa møguleikar hjá viðskiftafólki sínum at roykja ein vindil, uttan neyðturviliga at standa úti í regni og kulda, og eftir hondini hava flestu slík støð hesa tænastu.
Nýggjasta skotið innan matstovuvirksemi, Áarstova, fer nú eisini at bjóða sínum kundum at sita uttan dura og hugna sær. Gerast skal eitt torg niðanvert Áarstovu, og fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd.
Matstovan er ein partur av einum samlaðum konsepti, ið eisini umfatar Café Natúr, og tað er eigarin av pubbini, ið eisini rekur Áarstovu.
- Fyri einum árið síðani var fari í holt við fyrireikingarnar at fríðka um Hotel Djurhuus og Fútastovu. Ætlanin var at bindað ognirnar saman soleiðis, at man fekk eina heild á kongabrúnni við matstovu torgið og søguni, sigur Petur Jacobsen, eigari.
Øll loyvi eru nú greið, og í vikuni varð so arbeiðið byrjað at gera sonevnda Fútatorgið.
- Í dag eru vit so komin næstan á mál við ætlanini. Matstovan Áarstova er latin upp, torgið er væl áleiðis og sigast má at Kongabrúgvin hevur fingið eina uppfrískan soleiðis, at ferðandi koma at trívast og ferðast meira í økinum. Serliga verður hettar eitt fantastiskt móttøkuportur inn í Tórshavn fyri okkara ferðafólk, sum koma við ferðamannaskipunum, sigur Petur Háberg Jacobsen.

Hugni í Havn
Í 2006 kom eitt uppskot frá Bárði í Baianstovu og A3 arkitektar yvir kongabrúnna. Hettar var slóðbrótandi og væl úr hondum greitt, men uppskotið vann ikki frama.
Sigast kann, at komandi torgið, sum stendur liðugt nú til summar frammanfyri Fútastovu og kallast Fútatorg, kundi verið ein byrjan til ta ætlan, sum Bárður í Baianstovu og A3 arkitektar løgdu fram í 2006, sigur Petur Jacobsen.
Sum nevnt varð skjøtil settur á Fútatorgið í vikuni.
Við Café Natúr, matstovuni Áarstova og torginum Fútatorg vóna vit, at Kongabrúgvin kemur at skapað ein góðan »Hugna Heima í Havn« fyri børn okkara, vaksin, ung sum gomul og okkara ferðafólki, sigur Petur Háberg Jacobsen.