Saman røkka vit bestu loysnunum

Eg bjóði meg fram at verða við í tí arbeiði, sum skal gerast í Sands kommunu tey næstu árini.

 

Nú tað stundar til kommunuval, hava vit, sum eru uppstillað á lista C á Sandi, borið út eitt A4-ark, har vit í stuttum greiða frá nøkrum av teimum málum, vit ætla okkum at arbeiða fyri, um vit fáa undirtøku á kommunuvalinum. Her eru mál, sum kunnu gera umstøðurnar betri hjá okkara børnum og ungu, og her eru mál, sum kunnu gera umstøðurnar betri hjá okkara eldri borgarum.

Vit ynskja, at ein nýggjur barnagarður verður fyrireikaður, og vit ynskja, at tað bert verður goldið fyri tað eina barni á stovni - eisini, tá børnini eru fleiri. Sands skúli hevur tørv á nøkrum dagføringum og Meginskúlin, sum allar kommunurnar í oynni eru saman um, hevur brúk fyri enn fleiri dagføringum.

Vit ynskja fríðkan og røkt í bygdini, og ynskið er, at vit eisini fáa fleiri fríøki og skipaðar gøtur í okkara fantastisku náttúru.

Frítíðar-og ítróttartilboð skapa trivna, og tey skapa tryggar karmar um okkara børn og ung. Tað er tí av størsta týdningi, at karmarnir, sum frítíðar-og ítróttartilboðini hava at virka undir, eru so góð sum yvirhøvur gjørligt.

Við Sandoyartunlinum fáa vit nýggjar møguleikar og avbjóðingar. Tí noyðist eitt nýtt bygdarráð eisini at arbeiða við ymiskum bústaðarloysnum, bæði til familjur, sum vilja seta búgv - og eisini til tey eldru, sum kanska kundu hugsað sær eina høgligari bústaðarloysn, tá árini leggjast aftrat.

Eg bjóði meg fram til at verða við í hesum arbeiði. Í mínum starvi í tíggju ár sum manningarsamskipari hjá Tor Shipping var eg samstarvshugaður og nærlagdur, og í bygdarráðnum á Sandi - um veljarin gevur mær tað høvi - vil eg verða semjusøkjandi fyri at røkka bestu loysnunum, allari bygdini til frama.

Í 2007 gjørdist eg skipsførari, og í dag eri eg í starvi hjá Strandfaraskipum Landsins sum stýrimaður. Onkur tíðarskeið, síðan eg byrjaði hjá SSL, havi eg eisini loyst av sum manningarsamskipari, men mítt dagliga starv er umborð á Sildberanum.

Tað hevði glett meg, um veljarar í Sands kommunu hugsaðu um lista C á valdegnum, týsdagin.

Kristian Oskar Henriksen, valevni á lista C