Fyri viku síðani hevði hondbólturin ein fantastiska væl eydnaðan steypadag fyri tey yngru, og í gjár hevði flogbólturin ein sama slag dag í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tá steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum 14 ár, gentum og dreingjum 16 ár, kvinnu- og mansunglingum vóru á skránni.
Akkurát sum leygardagin, tá steypafinalurnar hjá teimum vaksnu vóru, hevði Flogbóltssambandið syrgt fyri best hugsandi karminum um finalurnar. Her var innmarsjur við sløktari høll, men flakkandi ljóskastarum, dunandi rútmur í hátalarunum og alt tað, sum hoyrir til.
Gjøgnum dagin var nógv fólk í høllini, og kanska serliga til gentu- og dreingjafinalurnar var talan um trivaliga áskoðarafjøld. Tey vóru vitni til bæði spennandi og tættar finaludystir, ið dómarabólkurin tók sær av, so talan var um royndar dómarar í øllum dystunum, sum vóru spældir á altjóða teraflex-gólvinum. Somuleiðis vóru skrivarar og bóltgentur og -dreingir.
Tá avtornaði, hilnaðist best hjá SÍ, ið vann báðar dreingjafinalurnar, bæði hjá teimum 14 og 16 ára gomlu, og Fleyr, KÍF, Mjølnir/ÍF og TB/Fleyr A vunnu hvør sína finalu. Í finalunum ráddi um at vera best av trimum settum, og í trimum av dystunum var so javnt, at eitt triðja sett mátti til.
Best mannaða felag var TB, sum hevði lið í fýra av teimum seks finalunum, umframt at hjá mansunglingum var talan um eina reina TB-finalu, har liðini bæði tó eisini høvdu onkrar spælarar frá Fleyr við, tí samstarv er millum feløgini.
Flogbóltssambandið letur sera væl at degnum, tí alt gekk sum fótur í hosu, og hetta tiltakið er heilt vist komið fyri at verða verandi. Hóast talan var um seks finalur og eina rímiliga tætta dystarskrá, vóru seinkingarnar einki at tosa um. Tann sætta og síðsta finalan var seinkað bara fimm minuttir, so væl gekst at halda tíðarætlanina.










