Dinna er ættað úr Sandavági, men hevur búð á Argjum síðan 1949.
Hon kom sum ung til Havnar, har hon tænti og arbeiddi eina tíð á bakarínum hjá Fossá, aftan fyri Havnar Klubba, har sum matstovan Toscana er í dag.
8. juni 1937 giftist Dinna við Ólavi Dalsgarð av Velbastað, sum var útbúgvin maskinsmiður og arbeiddi á Tórshavnar Skipasmiðju.
Fyrstu árini búðu tey í Rættará, til tey í 1949 fluttu inn í nýggj hús á Argjum.
Dinna og Ólavur fingu 8 børn: Hallgerð (á Lofti), sum býr á Argjum, Jóannes, sum býr í Havn, Gudna (Midjord), sum býr á Argjum, Eivind, sum býr í Jyllinge á Sælandi, Bjarni og Bjartur, sum búgva á Argjum, og Eydna og Hálvdan, sum búgva í Havn.
Foreldrini hjá Dinnu vóru: Amalia, úr Lon í Sandavági, og Hálvdan Gudmundsen, ættaður úr Gerðum í Vestmanna.
Tey vóru trý systkin, elstur var Gudmund, sum sjólætst við Sólrris, ið sigldi á eina minu í 1942, síðan er tað Dinna, og Eivind, maskinmaður og fyrrverandi reiðari, sum býr í Sandavági.
Dinna og Ólavur skaptu eitt trygt og harmoniskt heim hjá allari familjuni.
Ólavur arbeiddi á Skipasmiðjuni til hann var 80 ára gamal. Hann fekk t.d. medalju frá Drotningini fyri trúgva tænastu. Hann andaðist í 1998, 86 ára gamal.
Dinna hevur verið sera røsk og arbeiðssom. Tá børnini vóru smá, seymaði hon sjálv klæði til tey og syrgdi væl fyri øllum í heiminum.
Hóast høga aldurin er Dinna sum ein ungur persónur, hon fylgir væl við í øllum sum gongur fyri seg, t.d. í politikki, innan ítróttin og í tónleikaverðini. Hon er sum ein vitanardepil í familjuni og hevur sínar viðmerkingar til dagsins spurningar. Hon minnist allar merkisdagar og forsømir ongan í stóru familjuni við nógvum ommu- og langommubørnum.
Eisini minnist hon nógvar aðrar merkisdagar uttan fyri familjuna.
Føðingardagurin verður hildin í Róðrarneystinum hjá Havnar Róðrarfelag í
Álakeri kl. 19.