Í Vági skulu børnini røra seg hvønn dag

Hvønn dag verður nú ítróttarløta fyri skúlabørnum og børnum í barnagarðinum í Vági

 

Børnini sum ganga í øðrum flokki og í barnagarði í Vági, skulu nú  røra seg hvønn dag.

 

Í hesum sambandi verður nú skipað fyri ítróttarløtu hvønn dag fyri børnum í øðrum flokki í Vágs skúla og fyri børnunum í barnagarðinum, Eikilund.

 

Ítróttarløtan vara í 15 minuttir hvørja ferð, sigur Vágs Kommuna í morgun.


Ítróttarbreytin í Vágs Skúla fevnir um 8. og 9. flokk, men í farnu viku varð gjørt av, at næsta ár verður hon, víðkað til eisini at fevna um 6. og 7. flokk.

 

Og nú verður so farið eitt stig víðari við at skipa fyri skipaðum ítrótti fyri tey smáu børnini eisini
 
- Kanningar í Føroyum vísa, at børn og ung í Føroyum, eins og í restina av vesturheiminum, viga ov nógv eftir støddi og aldrinum, sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm.

 

- Kanningar staðfesta eisini, at ein lutfalsliga stórur partur av føroyskum børnum stríðist við ovurfita.
 
Við ovurfita hjá børnum fylgja fleiri heilsuligir trupulleikar, eitt diabetis2 og beinbroyskni á ungum aldri, men tað fylgja eisini nógvir sosialir trupulleikar við ovurfiti.
 
- Børn, sum eru ov tjúkk, verða í størri mun enn onnur happað, bæði fyri útsjóndina og tí at tey ikki eru før fyri at vera við í skipaðum ítrótti og rørsluligum leiki á jøvnum føti við onnur børn.
 
 
Tí fer Vágs kommuna nú at skipa fyri hesum rørsluløtunum í samstarvi við skúlan og barnagarðun.
 
Í skúlanum verður talan um eina royndarverkætlan, sum byrjar komandi skúlaár, har 2. flokkur í Vágs skúla skúlaárið fer at hava ítrótt í 15 minuttir hvønn dag.

 

- Serkøn í venjing og rørslu fara at leggja venjingarnar til rættis, saman við lærarum og skúlaleiðslu 

- Í dagstovninum Eikilund eru tey longu farin undir ítróttarløtuna, sum er fyri barnagarðsbørn fyrrapartin hvønn dag.
 
Í Vágs skúla verður ítróttarløtan løgd afturat vanligu ítróttartímunum á tímatalvuni hjá 2. flokki, eins og ítróttarløtan í Eikilund kemur afturat vanliga ítróttar- og rørsludegnum, sum er hvørja viku.
 
Venjingarnar verða skipaðar við teirri grundhugsan, at tað skal verða stuttligt at røra seg, sigur borgarstjórin.