Livilig bygd hóast hon minkar

BYGDAMENNING - Her er sjálvandi ikki sama virksemið nú, sum fyri nøkrum árum síðani. Men Haldórsvík fer kortini ongatíð at doyggja út, sigur 29 ára gamla Elsa Andreasen um heimbygd sína. Samstundis sum arbeiðsplássini eru fækkað, er fólkatalið minkað. - Hetta er hóast alt, avgjørt ein livilig bygd.

Haldórsvík: Tað var tann tíð, tá nógv lív og nógv virksemi var í Haldórsvík. Her var útróður, arbeiði á fiskavirkinum, handil, skúli og annað ið hoyrir til eina slíka bygd.

Soleiðis er ikki longur: Tað er óstøðugt arbeiði á virkinum. Fáir útróðrarbátar eru knýttir at bygdini. Og húsini tømast.

Men tað ringasta av øllum er helst tað, at fólkatalið minkar støðugt.

Í dag búgva bert 128 fólk í Haldórsvík. So lágt hevur talið ikki verið seinastu 30 - 40 árini. Hinvegin er líkt til, at fólkatalið í bygdini fyri norðan, Tjørnuvík, ikki minkar, men er meiri støðugt.

Bæði í grannabygdunum Tjørnuvík, Hósvík og á Norðskála standa sethús í gerð, men altso ikki í hugnaligu bygdini Haldórsvík.

- Tað er sjálvandi harmiligt at vera vitni til, at heimbygdin stendur í stað og beinleiðis minkar. Tað eru sjálvandi ymiskar frágreiðingar um, hví tað er so.

- Men tíðin og krøvini í dag eru broytt ómetaliga nógv seinastu árini. Tí er støðan so sum hon er, slær Elsa Andreasen fast.

Elsa situr sjálv í Sunda kommunu, og fylgir tí væl við støðuni í heimbygdini og kommunu síni.


Ungfólk

Í dag er støðan hon, at bæði útbúgvingarstøð og arbeiðspláss eru á øðrum støðum. Og her kann Haldórsvík líkasum ikki bjóða tað sama.

Støðan og gongdin í samfelagnum hevur verið er bara so, at fólk vilja búseta seg í økjum, har arbeiði og tilboð eru. Og hon kann bara staðfesta, at har norðuri eru ikki eins nógv tilboð og aðrastaðni.

- Tað eru fleiri ungfólk eftir í bygdini, men eg veit at tey høvdu ynskt sær, at tað vóru enn fleiri ung her norðuri og fleiri barnafamiljur. Tað hevði sjálvandi eisini verið stuttligari og hevði havt størri trivnað við sær.

- Og tá ein so veit, at bygdin er eitt stórt spælipláss øll sum hon, so undrar tað meg, at bygdin ikki veksur, sigur hon hørm á málinum.

- Men Haldórsvík fer so ongantíð at doyggja út. Tað vænti eg ikki fer at henda.