millum Fótbóltssamband Føroya og feløgini. Fundurin verður í B36-húsunum frá klokkan 10.00, og til viðgerðar er fótbóltskappingin 1997, útgreiningar í kappingarreglunum og spælaraavtalur. Fundurin, sum [...] fundinum í morgin. Og lagt er eisini upp til, at útgreiningar skulu gerast av kappingarreglunum. Málið um avtalur millum feløg og spælarar fer utan iva at verða kjakast nógv um, og FSF fer á fundinum at [...] ári, tekur saman um farna kappingarár, og fyrireikar til komandi aðalfund. Í skrivi, sum er sent feløgunum heitir FSF staðiliga á feløgini um at møta til fundin og koma við málum, sum skulu viðgerast. Vanligt
frammanfyri lond sum Malta, Luxemburg og Liechtenstein. Albania er eitt pláss frammanfyri okkum. Danmark er eisini farið tvey pláss aftur og er nú nummar 8. Noregi er nummar 14 og Svøríki nummar 15. Finland, sum [...] sum hevru tikið seg nógv fram, er heilt afturi á einum 61. plássi, og okkara grannar í vestri, Ísland, liggja sum nummar 74. Ovast á styrkislistanum er enn sum áður Brasil, Týskland er nr. 2, Spania nr [...] nr. 3, Kekkia nr. 4, Rumenia nr. 5, England nr. 6, Frakland nr, 7, Danmark nr. 8, Columbia nr. 9, og Italia nr. 10.
høvdu veruliga takið á bláa meistaraliðnum, og fyrsta korterið av dystinum varð Neistin niðurspældur. Kyndil kom fram um heili 8-1, áðrenn Neistin fótaði sær, og fram móti hálvleikssteðgin minkaði Neistin um [...] vinna odda- og grannadystin móti Neistanum, og tær kláraðu at fóta sær, tá Neistin hevði vunnið øll fimm málini innaftur, tá bert tveir minuttir manglaðu av tætta dystium. Dysturin millum Kyndil og Neistan [...] Neistan gjørdist júst so tættur og spennandi, sum lagt varð upp til frammanundan. Umstøðurnar vóru góðar at spæla undir, fleiri enn 300 áskoðarar vóru til dystin, og trummurnar og rópini dundu allan dystin. Ikki
Kyndil, og í seinna hálvleiki øktu teir um leiðsluna. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil frammanfyri við 10 málum, 29-19, men tá tók Neistin sær um reiggj, og hóast tíðin var ov knøpp og munurin [...] kvinnunum. Nógv mál komu í dystinum, og Kyndil hevði frá byrjan munin. Fyrsta partin av dystinum kláraði Neistin at fylgja, við, men tá Kyndil fyri fyrstu ferð rættiliga fór fram um, tá teir gjørdu tað til 8-5
professionellum at lesa og brúka. Hon er løtt at lesa, og tað ber prógv um, at hvør maður kann lesa hana. -Hetta haldi eg er gott. Oljufeløgini leggja allarstørst dent á, at treytir og reglur ikki verða broytt [...] nevniliga at gera sjálvt útbjóðingartilfarið og treytir og reglur í tí sambandi. Tær standardtreytir, sum ganga inn í loyvini, koma at vera við í útbjóðingartilfarinum og sum verður lagt fyri løgtingið til kunningar [...] hava nógv serkøn fólk og drúgvar royndir! -Um ikki føroyingar velja at keypa sær sakkøna hjálp, her hugsi eg um landsstýrið og oljufyrisitingina, tvs. løgfrøðingar, jarðfrøðingar og búskaparfrøðingar innan
váttan frá Framtaksgrunninum, um støðuna hjá Fiskasøluni og Fiskavirking. Tí setti hann broytingaruppskot fram, saman við Atla Hansen, Óla Jacobsen og Helenu Dam á Neystabø um, ístaðin fyri at konvertera 12 [...] skránni vóru munnuligir fyrispurningar og málið um Framtaksgrunnin. Av tí at eitt broytingaruppskot ikki var liðugt skrivað, var fundurin slitin í slakan tíma, og tikin uppaftur kl. 15.45. Eyðun Viderø [...] Føroyum, og nú skal hann kortini ikki skrásetast her. - Løgmaður skal vita, at um grunnurin verður skrásettur sum vinnurekandi grunnur, so kann hann ikki hava eftirlit, segði Finnbogi Ískason, og helt tað
norðurlendsku londini eru væl umboðað í nevndini í NORDBO, og nevndarlimirnir eru rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu [...] fyri og vakt kunnleika um norðurlendskar bókmentir. Virðislønin kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta [...] frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava luttikið í sendingum hansara, hevur Birgir Kruse greitt lurtarunum frá tí týdninarmiklasta, sum fer fram í norðurlendska bókmentaheiminum beint
Har kann hann so kenna seg sterkan og frískan í mun til tey, sum liggja á songini: »Her, millum slangur og sondur og høkjur og bind og lýsandi og tikkandi hjarta- og heilamálarar, livnaði Thomas Johan [...] um, og endareglurnar úr »Papum« fáa fram ein parallell millum søgu og yrking. Í yrkingini eru tað írskir einsetumenn, sum taka »bøkur, bløð og fjøðurstav« og flýggja undan einum fólki, har svik og bróðurmorð [...] dreymum og spæli, og um somu tíð ólíkar, tí í seinnu søguni er eingin tvitin bygd. »Deldavatn« gandar tann týdning, báturin hevði í barnaárunum, fram, og hvussu spælið kann vera allur heimurin, og hvussu
at hava sjálvsálitið í lagi, tí teir hava júst verið í Vestmanna og vunnið á VÍF. H71 og VÍF hava bæði átta stig, og H71 kann fara fram um VÍF, um teir vinna í vikuskiftinum, tí VÍF spælir ikki fyrrenn [...] sigurin hjá Kyndli á Neistanum mikukvøldið. Kyndil, Neistin og StÍF liggja øll jøvn við átta stigum í oddinum, og í botninum liggja GÍ, Sjtørnan og VB øll jøvn við tveimum stigum. Kyndil skal sunnudagin til [...] Stjørnuni. Bæði Neistin og StÍF vunnu teprar sigrar á Stjørnuni í Klaksvík, og nú sleppur Kyndil so at royna seg. Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast
Skorðum í Froðba, og hann og Johild fingu fimm børn, fýra døtur og ein son. Sjálvur kom eg at kenna Bjarna í 1970, og gjørdist hann seinni verfaðir mín og abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um [...] stríðast ímóti herviligu sjúkuni og segði hesum heimi farvæl. Bjarni Wiberg Joensen var føddur 18. des. 1926, og var hann elstur av seks systkjum. Foreldrini vóru Astrid og Karl Joensen. Bjarni var bert tólv [...] tólv ára gamalur, tá mamman doyði, og kom hann tí at veksa upp hjá ommuni og abbanum á Tvørabakka. Abbin, sum kom úr Svøríki, var arbeiðsformaður í Rangabotni í mong ár, og sum vera man, so var Bjarni eisini