1. deild menn:
Kyndil-Neistin 32-28
Kyndil vann eisini grannadystin hjá monnunum, sum varð spældur eftir toppdystin hjá kvinnunum.
Nógv mál komu í dystinum, og Kyndil hevði frá byrjan munin. Fyrsta partin av dystinum kláraði Neistin at fylgja, við, men tá Kyndil fyri fyrstu ferð rættiliga fór fram um, tá teir gjørdu tað til 8-5, fekk Neistin ikki fatur í aftur.
Í hálvleikinum var støðan 19-13 til Kyndil, og í seinna hálvleiki øktu teir um leiðsluna.
Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil frammanfyri við 10 málum, 29-19, men tá tók Neistin sær um reiggj, og hóast tíðin var ov knøpp og munurin ov stórur til at fáa nakað stig burtur úr dystinum minkaðu teir nógv um Kyndlaleiðsluna seinastu 10 minuttirnar.
Kyndil gjørdi trý mál hendan partin av dystinum, meðan Neistin gjørdi heili 9 mál. Endaliga úrslitið var 32-28 til Kyndil.









