hesum og royna at skilja donsku tiltøkini, so verður ilt at koma uttan um, at danir hava gloymt alt um virðing móti einum fólki, sum er partur av teirra egna ríki. JÚST hetta við virðingini verður at viga [...] fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum [...] Í ringasta føri kann hon hava við sær, at ein útbjóðing verður útsett í óvissa tíð. Enn er tó politikkurin tann, at útbjóðing skal verða í 98. Hetta eiga vit at halda fast við. HITT stóra málið eru vi
blaðnum, nevniliga at vit skulu koma enn longur út, so er greitt, at komandi árini fara at hava nógv nýtt at bjóða uppá. Vit arbeiða í løtuni við eini ætlan um at betra prentmøguleikarnar og at gera alla ar [...] eisini at vera eitt broytingarár hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara sjálvandi ikki her og nú at avdúka alt tað vit arbeiða við, men kunnu tó siga so mikið sum, at vit fara at brúka meiri orku uppá at koma [...] . TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava
minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri [...] okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer [...] í sambandsflokkinum kann tað henda, at flokkurin, fyri ikki at skula enda aftur úti í áralangari oyðimarkarferð, fer at finna sær nýggjan formann - fyri harvið at tryggjað sær pláss í eini komandi samgongu
mál til, at nakar flokkur má sleppa at spekulera í tí til egnan fyrimun. Allar góðar krefir eiga at leggjast í til tess at fáa Føroyum eina góða loysn. At løgmaður ætlar sær til Danmarkar at samráðast [...] segði, at vit føroyingar áttu at standa saman í hesum málinum. At vit áttu at fara til Danmarkar við eini felags stevnu og ætlan. Sami løgmaður tekur síðani alt tað føroyska fólkið sum gísla fyri at skaffa [...] Eftir at hava koyrt alt í ein ellibita fer hesin maður nú út og proklamerar, at hann ætlar sær til Danmarkar at loysa bæði bankamál og skuld. At hann so um sama mundið leggur javnaðarflokkin undir at vilja
nslið saman. At suðuroyingar krevja at hava eitt gott skip at røkja siglingina millum oynna og meginlandið er einki minni enn ein sjálvfylgja. Alt, sum bara líkist lappaloysnum, eigur at verða kveistrað [...] hetta mál. Hann hevur sagt, at tað verður kannað, um til ber at leiga eitt annað hóskandi skip, meðan Smyril er til umvæling. At málið liggur í hondunum á sjálvum løgmanni átti so at verið ein eyka trygd hjá [...] eigur at vísa slíkum álvarsmáli ans, so er tað nettup landsins hægsti maður. ANNARS er spurningurin um Strandferðsluna og samferðsluna sera átrokandi at taka upp. Vit hava hoyrt um uppskot til at endurnýggja
fólkatingssessi - at ávirka eitt komandi samráðingarúrslit við Danmark til fyrimuns fyri Føroyar. Hetta halda vit eisini vera skilagott. Nú er at telva rætt samtíðis sum at vit og danir royna at byggja upp aftur [...] í Føroyum, at flokkarnir undan eitt val, gera greitt, hvørjar aðrar flokkar teir kundu hugsða sær at arbeitt saman við. BER javnaðarflokkurin seg rætt at frá nú av til valið, so er greitt, at hann eisini [...] roynir javnaðarflokkurin at markera seg meira sum ein flokkur á miðjuni, men sum kortini eisini er ein vinstrahallur flokkur. Tað kann væl vera, at henda strategiin fer at vísa seg at vera tann skilabesta
politiska avgerð um hetta er so tann, at hvør kommuna fer ikki at brúka tíð og orku til at royna at fáa útgerðarhavnina. Tá verður einaferð med alla sagt, at hetta eina plássið ella hesi bæði plássini [...] num. Hvat um øki til útbjóðing fara at nerva gýtingarøki! Ein kann síggja hetta eina roynd frá tinginum at taka málið í størsta álvara og tryggja, at tað ber til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum [...] longu nú at skula taka støðu til, hvat ella hvørji øki skulu brúkast til útgerðarhavn. Oljufeløgini sóu kanska helst, at tey gjørdu av, hvat øki er best at brúka, men hinvegin fara tey ikki at mótmæla,
flokkarnir so prógva, hvussu búnir teir vóru at átaka heimastýrinum fleiri skyldur, men tá avtornaði var ein meiriluti ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna. Sjálvandi ber til at vera sjálvstýris- ella loysingarsinnaður [...] verður lættari og hugnaligari at koma inn í húsið, eins og tann neyðugi útbúnaðurin verður meira nútímans. HETTA er at fegnast um, eins og fráboðanin hjá formanninum um, at hús og feløg skulu gerast meira [...] føroyingar. Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt. Men hvat,
oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir. ENN er fullkomiliga ógreitt [...] Mohr, skipasmiðjustjóri, at felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst [...] 20 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pening í. MIKUDAGIN staðfesti so ein av
politikkinum higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og [...] einki skeivt í tí, at útlendsk feløg og føroyskt vinnulív royna at byggja nakað upp, men hetta má verða í tráð við tann almenna oljupolitikkin. TAÐ, sum her er komið fram, gevur orsøk til at seta fleiri spurningar [...] k veruliga, at tey við at gera avtalur við eitt ávíst útlendskt oljufelag kunnu tvinga myndugleikarar til at geva júst hesum útlendska oljufelagnum fyrimunir! Halda útlendsk oljufeløg, at tey fáa framíhjárætt