manningina. Gudmundur Mortensen vísir á, at nýggj skip eru bygd til at taka ímóti olju, ið flýtur yvir, men at soleiðis er ikki umborð á Nim, ið er ein eldri garnabátur. Um orsøkina til, at teir umborð á Nim [...] so dálkingin var munandi størri enn mett var av fyrstan tíð. Greitt er, at garnaskipið Nim, eigur ein part av dálkingini. Men sambært reiðaranum Gudmundi Mortensen, so eiga teir ikki alla oljuna. Meðan [...] ið kunnu hava staðið fyri dálkingini. Menniskjaligur feilur Talan er sambært reiðaranum hjá Nim um ein menniskjaligan feil, ið er orsøk til oljulekan, men hann hevur ikki hug til at siga meira um orsøkina
tí einstaka. Ein familja kundi bert fáa ein gávupakka. Vit mettu soleiðis at kunna náa út til fleiri sum vóru í fíggjarligari trongstøðu, og kortini ikki høvdu søkt hjálp, men sum kanska onkusvegna vóru [...] samlað inn pening til “fátøk í Føroyum” við at hava ein loppumarknað. Tey vóru røsk at samla inn, og lótu sostætt 150 kr vóru í hvønn jólapakka. Ein lítil rest leyp av av peningi, sum fór til jólagávur [...] viðurskifti fór Caritas at hjálpa til við at jólini kundu gerast góð fyri flest møgulig. Caritas gav ein jólapakka við einum gávukorti frá FK áljóðandi kr 700,- saman við einari karameleskju fra “Poul Michelsen”
teimum útlendingum, sum brúka tænastur á Landssjúkrahúsinum. Men tað er ikki tann stóra inntøkan, kanska nakrar hundraðtúsund krónur um árið. - Annars hava vit í fleiri ár biðið um loyvi at taka pening [...] frá Heilsumálaráðnum um tað. Hann sigur, at prísurin fyri slíkar kanningar hevði verið ymiskur, men ein kanning hjá einum serlækna kostar ofta 1000-2000 krónur, men krevjast skanningar ella aðrar nágreinandi [...] at slík gjøld verða eisini brúkt fyri at tálma nýtsluna. - Vit vita av royndum, at tað er skjótt at ein tænasta, sum er ókeypis, elvir til ovurnýtslu. Hinvegin kennir hann eisini grundgevingina ímóti hesum
vanliga verður farið á skurðfjall í hólmanum ein dag um heystið, tá eingin annar hagi í oynni er á fjalli. Í Mykineshólmi er ein gonga, og her er rætt. Tað tekur ein dag at reka í hólmanum og fáa seyðin heim [...] Næst størsti hólmur av trimum teimum størstu í Føroyum, er Mykineshólmur. Ein heingibrúgv knýtir hólmin til oynna. Longu í 1909 kom fyrsta heingibrúgvin út í Mykineshólm. Brúgvin var stívliga 40 metrar [...] annars. - Tað er ymiskt, hvussu nógvan seyð hvør hagapartur eigur. Eitt áseyðatal í hólmanum á 120 er kanska heldur nógv, og í løtuni liggur talið um eini 100. Í Mykinesi, sum ber umleið 1000 áseyðir tilsamans
vísa Atlantsmótinum ans. Og neyvan er tað skeivt at gita, at ein orsøkin til hetta eru stóru fyrireikingarnar og kanningarnar hjá Chevron. Á ein hátt kann man tí siga, at Chevron við at trúgva uppá og halda [...] Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Ein av heimsins oljurisum, amerikanska oljufelagið ChevronTexaco er nú av álvara farið at fyrireika seg til at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum nakrantíð [...] arbeiði so skjótt bæði hvat seismikkinum á Føroyaøkinum og stóru boriætlanini á Rosebankfundinum er so ein ábending um, hvat vit hugsa. Umboð fyri Chevron hava annars áður sagt við Sosialin, at tað er ikki
skúrunum. Her man onkur vera at hitta til eitt prát. Jú, mín sann. Ein hurð stendur opin og her standa tríggir mans og takast við línuna, meðan ein fjórði maður er komin innar at fáa sær eitt prát um veður, vind [...] einum máli um: Ein kundi altíð ynskt sær fleiri pund uppá stampin. - Teir hava ligið úr 100 og niður í 50 pund uppá stampin. - 50 pund - tja, tað er alt ov lítið. Men tað gongur kanska ann við 100 pundum [...] trolarum hjá Kjølbro í Klaksvík, eins og hann hevur verið við onkrum línubáti, m.a. í Eystursjónum. Gjáramorgunin var Regin sjálvur triði í skúrinum. Onkutíð er bert ein einstakur maður í skúrinum, men
kenna henda trupulleikan. Men hvat í víðu verð skal ein siga?! Soleiðis greiðir ein ung donsk genta frá sínum trupulleika við at skera seg sjálva, kanska sum eitt róp um hjálp vegna innvortis pínu. Hagtølini [...] - Eg havi ein stóran trupulleika um summarið. Tá skal ein ganga í t-skjúrtu, og tá er ikki so lætt at krógva sárini. - Tað er ikki tí at eg vil lúgva, men tað er bara eitt sindur trupult at standa har [...] sannlíkindi eru fyri at tað er minst ein genta í hvørjum flokki, sum sker seg sjálva. Hvussu stór tølini eru í Føroyum veit neyvan nakar, men í gjár fekst kortini ein ábending um hetta, tá danski Psykia
tosað um at fara til onkra bygd, har tey ikki høvdu verið áður. Og tá Selatrað var eitt slíkt stað, varð avgjørt at fara hagar. - Vit sóu beinanvegin, at hetta var ein sera vøkur bygd og eitt ótrúliga barn [...] langa tíð at hampa um uttanfyri. Ein uppgáva, sum hann lættliga avgreiddi var umskapa eitt runudýki norðanfyri húsini til eina snøgga útistovu við borði og stólum, eins og myndin vísir. Henda dagin vit [...] Selatrað: Hann er lágur í ættini við avfalli ein dagin í farnu viku, tá umboð fyri Sosialin eru úti og snodda. At tað bæði eru vindur og regn henda fyrrapartin, tykist ikki nerva teir báðar klaksvíkingarnar
at verða honum ein hollur stuðul. Tað ið menn tá á døgum vistu um ljósið í sambandi við livandi hold var so at siga einki. Fyrsta ritgerðin hjá Finsen um ljósið kom í 1893, og var hon eins og alt, ið hann [...] føddur í Reykjavík og gjørdist í 1858 fúti og seinni amtmaður í Føroyum. Pápin, Hannes Finsen, var ein friðarligur og dugandi embætismaður, lítillátin, men heldur heilsuveikur. Mamman er søgd at hava verið [...] inn á Regensen og kom at búgva saman við fleiri seinni kendum føroyingum. Hugurin til bókina var kanska ikki av tí besta, betur dámdi honum allan ítrótt. Hann var tann fyrsti, sum í Keypmannahavn fór undir
Djurhuus, sum bert var 15 ára gamal. Manningin var 11, og teir flestu vóru úr Sumba. Petur Hans hevur einn ein beiggja á lívi. Tað er 101 ára gamli Andreas Djurhuus, Diurin kallaður. Tann 14. februar 1944 hvørvur [...] seinna heimsbardaga. Bardagárini komu so einir 200 afturat. Nógvar bygdir hava mist nógvar mans, og ein av hesum var Porkeri. 1910 var eitt slíkt vanlukkuár. Tað vóru nógvar sluppir á Føroya Banka. Tað hevði [...] sum fingu skaða, vóru Dúgvan, Ariziona, Suðringur og Silver Belle. Dimmalætting skrivaði 20.mars, at ein kassi var rikin á land í Sørvági. Tá tað ikki var frætt frá øllum skipum síðan illveðrið, loyptu hesir