Umhvørvi
Uppruddingin eftir umfatandi oljudálkingina av Havnarvág gongur sambært innsatsleiðaranum hjá Tórshavnar sløkkilið væl. Sløkkiliðið hevur higartil tikið 10.000 litrar av reinari olju upp, so dálkingin var munandi størri enn mett var av fyrstan tíð.
Greitt er, at garnaskipið Nim, eigur ein part av dálkingini. Men sambært reiðaranum Gudmundi Mortensen, so eiga teir ikki alla oljuna. Meðan skipið lá við bryggju í Havn, fleyt olja yvir umborð og rann á sjógv. Spurdur um, hvussu stóran part av dálkingini Nim eigur, sigur Gudmund Mortensen, at tað veit hann ikki.
Ikki eftirmett enn
Gudmundur Mortensen viðgongur tó, at meistarin á Nim veit, hvussu nógv olja var í skipinum, áðrenn lekin hendi, og teir tí hava møguleika at staðfesta, júst hvussu nógv er farið fyri borð. Men hann vísir á, at reiðaríið hevur ikki enn eftirmett hendingina saman við meistaranum, og hann kann tí ikki enn siga hvussu nógva olju, skipið hevur mist.
Fríggjadagin metti sløkkiliðið, at munandi minni av olju, eini 2.000 litrar vóru farnir á sjógv, og longu tá varð sagt frá Nim, at teir ikki áttu alla oljuna.
Folk hevur boðað sløkkiliðnum frá, at tey hava sæð olju á sjónum, longu áðrenn Nim kom at bryggju, og hetta gevur ábendingar um, at fleiri keldur kunnu vera til dálkingina.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið royndir av oljuni við Eystaru bryggju, í Vágsbotni og við Skinnaraskerð fyri at sammeta hana við oljuna umborð á skipum, ið kunnu hava staðið fyri dálkingini.
Menniskjaligur feilur
Talan er sambært reiðaranum hjá Nim um ein menniskjaligan feil, ið er orsøk til oljulekan, men hann hevur ikki hug til at siga meira um orsøkina til lekan. Gudmund Mortensen sigur, at trupult er at gera naka fyri, at heilt beina fyri tílíkum feilum, men at teir sjálvandi fara at tosa við manningina.
Gudmundur Mortensen vísir á, at nýggj skip eru bygd til at taka ímóti olju, ið flýtur yvir, men at soleiðis er ikki umborð á Nim, ið er ein eldri garnabátur.
Um orsøkina til, at teir umborð á Nim ikki sjálvir boðaðu myndugleikunum frá um dálkingina beint tá óhappið hendi, sigur Gudmund Mortensen, at teir ikki vóru varðir við lekan fyrr enn um morgunin.