100 lomb koma úr Mykineshólmi

- Mykineshólmur hevur góðan haga, sum gevur góð lomb, tá alt gongur væl, sigur Esbern í Eyðansstovu.

 

Her eru tey á fjalli í Mykineshólmi. Myndina eigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.

Næst størsti hólmur av trimum teimum størstu í Føroyum, er Mykineshólmur. 

Ein heingibrúgv knýtir hólmin til oynna. 

 

Longu í 1909 kom fyrsta heingibrúgvin út í Mykineshólm. Brúgvin var stívliga 40 metrar long og hekk einar 27 metrar yvir havinum. 

 

Miðskeiðis í fimmtiárunum varð gamla brúgvin skift út við eina nýggja, og núverandi brúgv kom í 1989.

 

Tá flest fólk búðu í Mykineshólmi, vóru tey eini 20 í tali.

 

Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi, sigur, at vanliga ganga einir 100 til 120 áseyðir í Mykineshólmi, sum hoyrir til hagan í oynni annars. 

- Tað er ymiskt, hvussu nógvan seyð hvør hagapartur eigur. Eitt áseyðatal í hólmanum á 120 er kanska heldur nógv, og í løtuni liggur talið um eini 100.

Í Mykinesi, sum ber umleið 1000 áseyðir tilsamans, eru seks hagapartar, tá hólmurin er íroknaður. 

Esbern í Eyðansstovu vísir á, at vanliga verður farið á skurðfjall í hólmanum ein dag um heystið, tá eingin annar hagi í oynni er á fjalli. 

Í Mykineshólmi er ein gonga, og her er rætt. Tað tekur ein dag at reka í hólmanum og fáa seyðin heim í bygdina.

 

- Ærnar verða gangandi eftir, og lombini verða greipað saman, tvey og tvey, og síðan rikin heim, har seyðurin verður býttur millum eigararnar, sigur hann.

 

Vanligt er, at nakrar gamlar ær verða tiknar av á hvørjum heysti, og síðan verða nøkur gimburlomb og nakrir brundsseyðir sleptir útaftur.

 

- Mykineshólmur hevur góðan haga, sum gevur góð lomb, tá alt gongur væl, og áseyðatalið ikki er alt ov stórt. 

Onkur tvílemba er eisini í hólmanum. 

 

Esbern í Eyðansstovu leggur aftrat, at tá árið eydnast væl, koma eini 100 lomb úr Mykineshólmi, harav nøkur kunnu vera heilt góð.

 

 

 

 

 

 

Her eru tey á fjalli í Mykineshólmi. Myndina eigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.