Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil sleppa at krevja fleiri brúkaragjøld frá fólki, sum brúka Landssjúkrahúsið.
Tað sigur Tummas í Garði, læknastjóri.
Hann heldur, at hetta kundi bøtt eitt sindur upp á hart spentu fíggjarstøðuna hjá Sjúkrahúsinum, har tað ár um ár verður kravt, at álvarslig sparikrøv skulu setast í verk.
- Eitt brúkaragjald, vit hava fingið loyvi at seta í verk, at krevja pening frá teimum útlendingum, sum brúka tænastur á Landssjúkrahúsinum.
Men tað er ikki tann stóra inntøkan, kanska nakrar hundraðtúsund krónur um árið.
- Annars hava vit í fleiri ár biðið um loyvi at taka pening fyri kanningar, sum ikki hava samband við sjúku, eitt nú at kanna kavarar, kanna eygu í sambandi við sýnsváttanir og at kanna frísk ítróttarfólk.
- Vit hava ikki heimild at taka brúkaragjøld frá fólki, men vit hava onki hoyrt aftur frá Heilsumálaráðnum um tað.
Hann sigur, at prísurin fyri slíkar kanningar hevði verið ymiskur, men ein kanning hjá einum serlækna kostar ofta 1000-2000 krónur, men krevjast skanningar ella aðrar nágreinandi kanningar, kann prísurin vera 2000 krónur, fyri at nevna nøkur dømi.
- Brúkaragjøld av hesum slagum eru ikki ókend rundan um okkum, heldur ikki í sosialdemokratiska Svøríki, vísir læknastjórin á.
Eitt gjald, tey eisini hava nevnt, er, at tað kundi kosta einar 100 krónur at fara á skaðastovuna.
Tummas í Garði sigur, at slík gjøld verða eisini brúkt fyri at tálma nýtsluna.
- Vit vita av royndum, at tað er skjótt at ein tænasta, sum er ókeypis, elvir til ovurnýtslu.
Hinvegin kennir hann eisini grundgevingina ímóti hesum, at brúkaragjøld og aðrar forðingar kunnu fáa fólk at aftra seg at fara á sjúkrahús, hóast tey hava tørv á tí.
- So hetta er ein politiskur, hugsjónarligur spurningur, leggur læknastjórin afturat.