Selatrað: Hann er lágur í ættini við avfalli ein dagin í farnu viku, tá umboð fyri Sosialin eru úti og snodda.
At tað bæði eru vindur og regn henda fyrrapartin, tykist ikki nerva teir báðar klaksvíkingarnar, sum standa undir einum gomlum húsum á Trøðni á Selatrað og práta um okkurt.
Arni Olsen er júst komin niður úr stilladsinum, tí hann skal orða okkurt við eigaran, Gunnleiv Joensen. Tað er skjótt at hetta er avgreitt, og so er Arni beinanvegin aftur á staðnum við borimaskinuni í hond.
Tað ræður um hjá báðum monnum at fáa arbeiðið frá hond bæði skjótt og væl. Nú er komið so nær málinum, at tað ikki er so langt eftir til tann seinasta skrúvan er komin á sítt rætta pláss á klædninginum.
Trý ár eru liðin síðani Gunnleiv og konan keyptu sær hesi húsini. Síðani tá er nýtt tak lagt á, eins og nýggjur klædningur er lagdur oman á tann gamla, - bara fyri at nevna nakað. Men tað er serliga innan at munur sæst.
- Hetta hevur sjálvandi kostað nógv, men í dag eru húsini sum spildurnýggj, sigur ein fegin Gunnleiv Joensen.
Hann hevur koyrt lastbil og átt gravimaskinu í mong ár, men seldi fyritøku sína fyri nøkrum árum síðani. Í vetur hevur hann hildið frí, men í næstum er ætlanin at byrja aftur í arbeiði sínum hjá fyritøkuni.
Besta stað
Ein biltúrur kring landið kann føra til so nógv. Hesin eini biltúrurin hjá Gunnleivi og familju hansara førdi tey í øllum førum til fjarskotnu bygdina Selatrað.
Henda dagin høvdu tey tosað um at fara til onkra bygd, har tey ikki høvdu verið áður. Og tá Selatrað var eitt slíkt stað, varð avgjørt at fara hagar.
- Vit sóu beinanvegin, at hetta var ein sera vøkur bygd og eitt ótrúliga barnavinarligt stað. Men júst tá lá tað ikki í okkara huga at skula keypa eini summarhús her, greiðir Gunnleiv frá. - Tað kom fyrst seinni!
Tey hjá Gunnleivi byrjaðu kortini smátt um smátt at hugsa um at ogna sær eini summarhús onkustaðni. Tey kannaðu marknaðin og hugdu í bløðum og á neti eftir møguligum húsum, sum kundu egnað seg til eina familju við seks børnum.
Nógv góð hús vóru til sølu, m.a. her á Selatrað. Tað vísti seg tó, at í nógvum førum sóu húsini gott út, men lítið var rundan um. Tá tey so sóu hesi húsini á Trøðni á Selatrað, og sum haraftrat hevði stórt stykki rundan um, var allur ivi burtur: Hetta var tað!
Húsini eru um 100 ára gomul, eru lítil og hugnalig, og uttanfyri er eitt nærum 10.000 fermetrar stórt øki.
- Eg ætli mær ikki sum so at brúka hetta økið til nakað. Vit hava jú seks børn, so her fáa tey í øllum førum møguleika at røra seg eitt sindur, sigur Gunnleiv við einum brosi.
Trappan eitt listarverk
Eftir at Gunnleiv hevði yvirtikið húsini var næsta stigið at gera tey ístand innan. Arbeitt varð eitt skiftið í fjør, men nú í ár varð so arbeiðið tikið uppaftur.
Fyri tann sum hevur verið í húsinum áður og í dag, er ein veldigur munur at síggja. Og tað sam ger seg galdandi uttandura.
- Nei, tað sum var áðrenn, líkist bestemt ikki tí sum er nú, slær hann fast.
Køkurin - fyri at taka eitt dømi - var har sum gongin er nú. Og tær báðar stovurnar í búhæddini eru gjørdar til eitt stórt rúm við køki. Loftið er eisini broytt munandi, og við síni kønu hond hevur handverkarin Arni, fingið loftstrappuna til at minna mest um eitt listarverk.
Gunnleiv sjálvur hevur bæði átt og koyrt gravkúgv, so tað tók honum ikki langa tíð at hampa um uttanfyri. Ein uppgáva, sum hann lættliga avgreiddi var umskapa eitt runudýki norðanfyri húsini til eina snøgga útistovu við borði og stólum, eins og myndin vísir.
Henda dagin vit vitjaðu á Selatrað vantaði ikki nógv í við klæðingini.
- Eg vænti, at tað verður hesin dagurin aftrat, so er hetta arbeiðið liðugt, sigur Gunnleiv.
Óli er góður granni
Tá Gunnleiv byrjaði at hyggja sær eftir einum summarhúsum og fall á hesi, visti hann ikki, at grannahúsini høvdu verið í hansara familju áður.
- Tað var faktiskt abbasystir mín, sum átti tey. Men tað hevði einki at gera við, at eg nú keypti hesi húsini, slær hann brosandi fast.
Húsini hjá Gunnleivi liggja mitt í bygdini, og nú hann hevur rokast við at rigga tey til av nýggjum, er hann somuleiðis komin í samband við bygdarfólkið.
Tað er tó einamest grannin og hann sum hava prátað nógv saman. Teir koma sera væl útav tí.
Og lítið man vera at ivast í, at nógv er at práta um, tá Gunnleiv Joensen úr Klaksvík og Óli Breckman úr høvuðsstaðnum hittast.
- Men nú er nakað síðani, vit hittust her til eitt prát!