Kanska best umtókta kappingin av øllum á Sjómannadegnum í Klaksvík er egnikappingin. Har ræður um at egna ein stamp sum skjótast, og tann kappingin verður sjálvandi eisini á skránni nú um vikuskiftið.
Her er eisini galdandi, at vinnarin fær 10.000 krónur, og verður hetta latið av Kjøli, sum øll árini hevur verið ein hollur stuðul hjá Sjómannadegnum.