frá 1994, ikki var sett í gildi í 1996. Tá var freistin útsett í eitt ár, men kortini spurdist einki burtur úr føroyska lógarsmíðinum. Í fjør noyddist Edmund Joensen at seta seg í samband við forsætismálaráðið [...] sosiallóggávu í Føroyum kom eftir gøluna um skeivar útrokningar í Almannastovuni fyrst í nítiárunum. Tá vildi Karen Jaspersen, sosialmálaráðharri, ikki longur taka ábyrgdina av almannaumsitingini í Føroyum. [...] Í Politiken í gjár er grein um komandi samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina. Her verður víst á, at Føroyar á meira enn ein hátt er myndin av Dávidi móti Goliat, tá samráðast skal um bankamálið
var annars betra liðið í dystinum. VB lá langt afturi á vøllinum og lúrdi upp á kontraálopini. Tað uppleggið hevur riggað væl fyrr, eitt nú í Gøtu, men hesa ferð gekk tað ikki. Í fyrra hálvleiki høvdu kl [...] negldur í vøllin. Við málinum tók KÍ heilt yvir á vøllinum, men alt fór í fisk, tá eitt gott korter var eftir av dystinum. Einsamalli áleyparin hjá VB, Jón Pauli Olsen, stóð knappliga einsamallur í brotsteiginum [...] so munurin upp til oddaliðið HB minkaði niður í tvey stig. Tey kunnu takast inn aftur longu komandi sunnudag, tá oddadystur verður í Gundadali millum júst HB og KÍ. Tá mugu klaksvíkingar spæla uttan Símin
sterkur í luftspælinum, umframt at hann røkir sínar defensivu uppgávur til lítar. NSÍ omaná í seinna hálvleiki Vóru tað fuglfirðingar, sum vóru betri í fyrra hálvleiki, so var tað júst umvent í seinna. [...] javnleikir í ár. Soleiðis var eisini sunnudagin í Fuglafirði, tá NSÍ var á vitjan. Enn einaferð høvdu fuglfirðingar drúgva leiðslu, og enn einaferð fekk mótstøðuliðið javnað í evstu løtu. ÍF betur í fyrra hálvleiki [...] dugdu ikki at umseta leikligu yvirvágina til mál. Í seinna hálvleiki settu runavíkingar Kristian Høgna Jacobsen, sum júst er komin heim av flatlondum, inn í dystin. Hann vísti, at hann er ein góður spælari
ðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, kæru frá foreldrunum at teim 22 børnunum, ið ikki sleppa í fyrsta flokk í Venjingarskúlan í ár. Saman við kæruni vórðu undirskriftir frá 800 fólkum í økinum [...] kunnu taka eina stovu í nýtslu afturat í Heimara skúla, koma vit í trupulleikar seinni. Vit tóku tríggjar 1. flokkar inn fyri tveimum árum síðani og tann eini flokkurin hevur verið í Heimara skúla síðani [...] lyfti Innskrivingin í Venjingarskúlan í 1996 var serliga stór. Skúlamyndugleikn gjørdi tá av at taka tríggjar 1. flokkar inn, og Venjingarskúlin fekk tá eina skúlastovu í Heimara skúla. Í tí sambandi boðaði
at síggja, hvørji lið fara at gera seg galdandi í oddastríðnum, og hvørji lið hinvegin fara at berjast fyri lívinum í 1. deild. Sjey lið eru í deildini í ár, og av teimum hevði oddaliðið HB frí hetta v [...] hinumegin Skálafjørðin í løtuni. Sum nú er, er lítið sum bendir á, at sama felag, sum vann føroyameistaraheitið hjá kvinnunum í 1990 og aftur í 1992, fer at kunna lívbjarga sær í 1. deild. So leingi NSÍ [...] tryggjað sær pláss í steypafinaluna, sum verður móti júst HB. KÍ á veg Føroyameistararnir KÍ tykjast nú vera komnir í gongd, eftir at tær taptu fyrsta dystin á heimavølli móti B36. Tað var í øðrum umfari, tí
er formaður í Javnaðarflokkinum og situr í andstøðu í tinginum, meðan Óli Breckmann er limur í samgonguni. Ávirkar tað fólkatingsarbeiðið? Jóannes Eidesgaard: ? Tað er trupult at fáa javnvág í, av tí at [...] at tú kanst koma í ta støðu, at tú ikki longur ert loyalur. Hóast tú ert í andstøðu, kann eg koma til at taka støðu fyri landsstýrinum og hervið samgonguni. ? Í dagsins málum, eitt nú í bankamálinum, ut [...] hugskot, til tað verður sett í verk. Í fólkatingsarbeiðinum ert tú mest við í málum um føroysk viðurskifti. Her er møguleiki at fylgja við nevndararbeiðinum, og serliga í Politisku búskaparnevndini, har
frammanundan og ein grundútbúgving í edv fyri tey, sum ætla sær undir eina teldufrøðingaútbúgving. Talið av teimum sum í grannalondunum lesa til teldustøðing er økt nógv í seinastuni og tað stendur ikki á [...] Søgur hava gingið um, at arbeiðsgevararnir enntá standa í »kø« á skúlunum fyri at fáa fólk í starv. Tað er sera stórur tørvur á teldustarvsfólkið í grannalondum okkara og tí er kappingin millum teldufeløgini [...] royndir í t.d. edv-yrkinum kann søkja um undantaksloyvi. Tá ið upptikið verður, verður fyrst og fremst dentur lagdur á próvgóðskuna, vinnuligu royndirnar og á kunnleikan í enskum og støddfrøði. Í støddfrøði
sigur víðari, at avtalan í stóran mun fríkennir stjórnina í bankamálinum, tí tað verður sagt beinleiðis í avtaluni, at stjórnin og landsstýrið vóru síðustillað við misinformatión í sambandi við partabrævaumbýtið [...] somu menn, sum nú gera avtalur, vórðu teir, sum trýstu okkum út í støðuna í mars 93. Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at tá bólkur sat í løgtinginum við umboðum úr øllum flokkum at viðgera bankamálið, [...] eygleiðararnir í bankamálinum eru partar av føroysku samráðingarnevndini. Haraftrat situr ein fyrrv. fjølmiðlamaður eisini í samráðingarnevndini, sum hevur brúkt stóran part av orku síni júst uppá bankamálið
Edmund Joensen í eini viðmerking til avtaluna, sum júst er gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina. Fyrrv. løgmaður vísir á, at tað nettup vóru hann og sambandsflokkurin, sum reistu bankamálið mótvegis [...] mótvegis stjórnini í 1994, tá allir flokkarnir høvdu slept tí. Tað kom tá við í avtaluna við danir, at føroyingar ikki skuldu gjalda fyri bankabjargingarnar einsamallir. Edmund Joensen sigur, at tað alla tíðina [...] til stjórnina. Hann má tí vera í salinum, tá atkvøtt verður um Hvítusunnupakkan. -Nú fangar borðið og hann má trýsta á gula knøttin, sum merkir, at hann ikki atkvøður í málinum. Markið Løgmaður fegnast
er tíggju ár í ár. Og í hesi tíggju ár hevur savnið skipa fyri ikki færri enn 14 framsýningum. 14 sera ymiskum framsýningum, sum hava viðgjørt alt frá klæðum til trúðarlív og kommunulæknan í Runavík. Tá [...] framsýningin í ár skuldi skipast valdi nevndin at gera eina øðrvísi framsýning enn hii árini, men tó við innihaldi frá júst framsýningunum seinastu tíggju árini. Maria Jacobsen er formaður í Forna og arbeiðir [...] kirkju, sum fylti 70 ár. ? Tilfar frá øllum hesum framsýningum verður við á framsýningini í ár, sigur Maria Jacobsen. Í nevndini fyri bygdasavnið Forna sita seks fólk. Maria Jacobsen er formaður og Karin Kastalag