Um nóg stórur áhugið verður, fer Handilsskúlin undir at útbúgva teldustøðingar eftir summarfrítíðina.
Orðið teldustøðingar fjalir eina útbúgving, sum í grannalondum okkara, verður kallað datamatikaraútbúgvingin.
Tað tekur 2 ár og tríggjar mánaðir at útbúgva seg til teldustøðing og hon kann bæði verða ein styttri hægri lestur fyri fólk, sum hava eina miðnámsútbúgving frammanundan og ein grundútbúgving í edv fyri tey, sum ætla sær undir eina teldufrøðingaútbúgving.
Talið av teimum sum í grannalondunum lesa til teldustøðing er økt nógv í seinastuni og tað stendur ikki á hjá teimum at fáa arbeiði eftir loknan lestur.
Søgur hava gingið um, at arbeiðsgevararnir enntá standa í »kø« á skúlunum fyri at fáa fólk í starv.
Tað er sera stórur tørvur á teldustarvsfólkið í grannalondum okkara og tí er kappingin millum teldufeløgini sera stór um arbeiðsmegina.
Nógvir føroyingar lesa til teldustøðing í Danmark og tað fer óiva at halda fram, um enn tað verður í minni lutfalli.
Upptøkutreytirnar
Fyri at kunna lesa til teldustøðing, so krevst at umsøkjararnir antin hava miðnámsprógv ella annað edv-útbúgvingarprógv.
Tó eru upptøkutreytirnar skipaðar soleiðis at ein, sum ikki lúkar hesar treytir , men hevur hollar royndir í t.d. edv-yrkinum kann søkja um undantaksloyvi.
Tá ið upptikið verður, verður fyrst og fremst dentur lagdur á próvgóðskuna, vinnuligu royndirnar og á kunnleikan í enskum og støddfrøði.
Í støddfrøði krevst stig B. Lúkar umsøkjari ikki hesa treyt ber tó til at taka støddfrøði, sum stakroynd í byrjanini av lestrinum.
Umsóknarblað
á netinum
Tey í ætla sær undir lestur til teldustøðing skulu skunda sær eitt sindur, tí umsóknarfreistin er ikki so long.
Umsóknirnar skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 21. juni.
Umsóknin skal latast á serligum umsóknarblað, sum kann útvegast við at ringja til skúlan, ella við at fara inn á heimasíðu skúlans á internótini. Haðani ber so til at æutskriva umsóknarblaði. Júst sum tað sømir seg røttum teldusnillingum!
Heimasíðan hjá Handilsskúlanum eitur: www.hsh. fo.
Nærri upplýsingar um útbúgvingina kunnu fáast antin við at venda sær til skúlan.